Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 235 - 4. desember 2007 Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Ein nýggj kanning hjá OECD staðfestir, at Danmark er afturút í mun til onnur lond, tá tað ræður um íverksetan. Alt ov fá tora at taka stigið og av teimum fáu ið tora, eru tað ov nógv, ið mugu snara lykil um. Føroyar er ikki partur av kanningini, og tað kunnu vit bert harmast um, heldur Finnur Sivertsen, sivilbúskapar­ frøðingur, stjóri á Business­Line.fo ÍVERKSETAN Finnur Sivertsen Hóast Danmark ger nógv fyri at fáa fleiri íverksetarar, er landið langt frá altjóða ”elituni” , men má í altjóða høpi taka til takka við eini staðseting onkustaðni í miðjuni. Tað vísa nýggj tøl hjá OECD, ið undirstrika, at tað framvegis bert eru fáir danir, ið tora at siga farvæl við føstu lønina og at byrja sína egnu fyritøku, sammet við onnur lond. Seinasta stóra íverkstararkanningin hjá OECD leggur Danmark á keðiligt 12. pláss út av 25 tjóðum. Av 100 fyritøkum í Dan­ mark eru bert 9 nýstovnaðar. Hetta leggur Danmark aft­ urum lond sum Kanada, Týskland og Ongland. Samstundis vísa tølini hjá OECD, at fyri hvørjar 9 fyritøkur, ið verða settar á stovn, mugu í minsta lagi eins nógvar aðrar nýstovn­ aðar fyritøkur snara lykilin um. Ov fá tora at taka stigið Sambært vinnupolitiska ráð­ gevan í Danske Erhverv, Søren Friis Larsen, er tað hugstoytt, at danskir íverk­ setarar í so stóran mun eru afturút sigldir í mun til umheimin. Serliga harmast hann um, at so fá tora at taka stigið at gerast íverk­ setari. Hann heldur, at ov nógvir danir ganga runt við einum dreymi at gerast egin harri, uttan nakrantíð at gera dreymin til verðuleika. – Vit skulu leggja størri dent á, at geva teimum ungu betri korð. Tú kanst t.d. hava verið ígjøgnum alla skúlaskipanina, uttan nakr­ antíð at hava fingið nakra vitan innan roknskap. Men vit verða eisini noyddir at tryggja, at nógv fleiri íverk­ setarar kunnu yvirliva, og at dreymurin um egna fyri­ tøku ikki endar við húsa­ gangi, sigur Friis Larsen. Ikki stundir til umsiting John Parm Ulhøj á Handils­ háskúlanum, ið er serfrøð­ ingur innan íverkstan heldur ikki, at donsku úrslitini hjá OECD eru nøktandi. Hann vísir á, at tað serliga eru 2 øki, har umstøðurnar hjá íverksetarum kunnu ger­ ast betri, samstundis sum áhugin fyri íverksetan kann økjast. – Fyri ein íverksetara snýr tað seg um at fáa góða ráðgeving og at lætta um umsitingararbeiðið. Mesta tíðin hjá íverksetarum fer til at útvega kapital og til at finna nýggj viðskiftafólk og tí hava teir ikki stundir til at nýta sína tíð til pappírs­ arbeiði, sigur hann í eini viðmerking til OECD­kann­ ingina. Føroyar eru ikki við Føroyar eru ikki partur í kanningi hjá OECD, og tí kann ikki sigast nakað ítøki­ ligt, hvussu støðan innan íverksetan er í Føroyum í mun til OECD. Men um politiskur áhugi er til staðar, átti onki at verið at verið til hindurs fyri, at Føroyar komu við í eina slíka kann­ ing, sigur Finnur Sivertsen, stjóri á www.business­line. fo, ið er sivilbúskaparfrøð­ ingur og vinnuløgfrøðingur, í eini viðmerking til kann­ ingina. Ov fá tora at gerast íverksetarar Finansbanken ynskir føroyskar kundar Í dag og í morgin skipar danski Finansbanken fyri fundum at greiða føroyingum frá møguleikunum, gerast teir kundar hjá bankanum BANKAVIRKSEMI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Føroya Banki skuldi privatiserast, gjørdi Skjern Bank eitt átak í Føroyum fyri at lokka nýggjar kundar til sín. Finansbanken hevur nú fingið sama hugskot, men teir eru eitt vet ov seinir at fáa partabrævasøluna í Atlantsflog við. Hví so júst Føroyar? – Vit hyggja okkum alla tíðina um eftir nýggjum marknaðum, og soleiðis sum menningin er í føroyska samfelagnum, halda vit tað sær spennandi út, sigur stjórin í Finansbanken, Lars Sørensen. Bankin hevur kundar í heili 83 londum tilsamans. Umframt í Europa hevur Finansbanken kundar í USA, Asien og í løtuni er hann í ferð við at koma inn á kinesiska marknaðin. – Áleið helmingurin av okkara kundum eru í Dan­ mark, meðan hin helmingurin er runt um í heiminum. Og har er tala um útlendingar, ikki uttanlandsdanir, sigur Lars Sørensen. Men hóast bankin sostatt er víða um, kallar stjórin bankan fyri ein lítlan banka. – Vit eru hóast alt ikki fleiri enn 55 starvsfólk. Vit ferðast so runt at vitja okkara kundar nakrar ferðir um árið, eins og vit hava agentar runt um at útvega okkum nýggjar kundar, sigur Lars Sørensen. Finansbanken hevur spesialiserað seg í Private Banking og ognarrøkt. Tað merkir, at tú skal eiga »et par millioner« fyri at kunna gerast kundi í bankanum. Ulrich Jespersen og Lars Sørensen, bankastjórar í Finansbanken, eru í Føroyum í hesum døgum at greiða frá um og bjóða bankan fram til møguligar føroyskar kundar Mynd: Jens Kristian Vang Evert Taube í Miðlahúsinum Mikukvøldið klokkan 19 fara teir báðir fugfirðingarnir Petur Eliasen (Lylle) og Niels Midjord at syngja og spæla í Miðla­ húsinum. Teir fara at tulka Evert Taube á føroyskum. Hetta er í sambandi við, at teir hava givið út fløgu. Tiltakið mikukvøldið verður serliga fólksligt, tí Niels Midjord hevur savnað saman í hefti einar 11 týðingar av Evert Taube, sum ætlanin er at fólkið í salinum skulu syngja við undirspæli frá teimum báðum og so Róa Eliasen, sum fer at spæla klaver. Tær flestu av týðingunum hava Herman Jacobsen og Andreas Andreassen gjørt. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at mikukvøldið í Miðlahúsinum fer at hava ein serstakan Hermans Jacobsen dám. Atgongumerki kr. 50. Jóan Petur Vang av Oyri fær handað heiðurtekin frá Børsen sum ársins gazellufyritøka 2006