týsdagur 4. desember 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 235 - 4. desember 2007
tíðindi
Átrúnaðarlig argu
mentir fara at hava
ein týðandi leiklut í
valstríðnum, spáddu
Sjúrður Skaale,
Bill Justinussen og
Rúni Rasmussen á
kjakfundi herfyri,
hóast semja ikki var
um, hvør Gud fer at
fáa seinasta orðið
KjaKfundur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Sunva E. Lassen
- Kemur Miðflokkurin til
valdið, seta vit í stundini
eina dómsnevnd av goml-
um, langhærdum monnum,
sum skulu gera av, hvør er
nóg trúgvandi ella ikki.
Við einum skálkabrái hygg-
ur Bill Justinussen út yvir
áhoyrarafjøldina, ikki sørt
imponeraður av sínum svari.
Onkur hvøkkur við, men
tey flestu fanga speisemið
hjá Bill Justinussen, sum tyk-
ist vera í essinum hetta hós-
kvøldið í Leikalund, har kjak-
evnið er, hvønn leiklut átrún-
aður skal hava í politikki.
Miðflokkurin
slóðar fyri
Tað eru teir báðir ritstjórar-
nir, Heini í Skorini og Páll
Jóhannesen, ið hava bjóðað
til kjakfund í sambandi við
útgávuna av bókini Kross-
vegir – essaysavn um átrún-
að og politikk.
Hóast hugskotið til bók-
ina stavar fra kjakinum um
266b, bendir alt á, at Kross-
vegir hevur fingið ein
nýggjan og átrokandi aktu-
alitet, nú tað stundar til løg-
tingsval. Nógvu áhoyrarnir
í Leikalund hetta kvøldið
vilja nevniliga vita, um vit
kunnu vænta, at hetta slagi
av kjaki, har Gud ofta fær
seinasta orðið, kemur at
merkja valstríðið.
Á lítla pallinum sita Sjúrð-
ur Skaale, Bill Justinussen
og Rúni Rasmussen klárir
at lofta spurningum. Allir
spáa teir, at etisku málini
og harvið eisini átrúnaðar-
liga grundaðu argumentini
fara at spæla ein týðandi
leiklut í valstríðnum.
Meðan Sjúrður Skaale er
meir enn skeptiskur um hetta
rákið, halda Bill Justinussen
og Rúni Rasmussen tað vera
bæði gott og sjálvsagt.
- Tað slepst ikki undan, at
átrúnaður verður ein partur
av politiska kjakinum. Tað
sigur seg sjálvt, tí vit byggja
jú okkara politisku sannfør-
ing á okkara lívsáskoðan, um
hon kristin ella ikki, slær
Rúni fast, meðan Bill sam-
tykkjandi leggur afturat
- Politiska hugsjónin, ið er
grundað á Bíbliuna, hevur
víst seg at vera sera hald-
góður og lívsjáttandi vøllur
at byggja á, sigur Bill og
minnir á, at Miðflokkurin er
einasti flokkur higartil, ið
hevur torað at melda klárt út
í etiskum spurningum.
Hann ivast ikki í, at Mið-
flokkurin her hevur slóðað
fyri, og at hinir flokkarnir
nú eru til reiðar at vísa
sama dirvi.
Í hølunum á USA
Áðrenn Bill sleppur at
breiða seg meir út um sín
slóðbrótandi flokk, minnir
Sjúrður Skaale á, at vit við
Miðflokkinum hava fingið
ein politiskan flokk, sum
beinleiðis vil hava fólka-
ræðið skift um við eitt slag
av gudsveldi. Í so máta er
flokkurin at síggja sum eitt
ræðudømi, heldur enn ein
fyrimynd.
Sjúrður Skaale ivast kort-
ini heldur ikki í, at bíbilskt
grundað argumentir fara at
merkja politiska kjakið í
Føroyum framyvir.
Løgið, heldur Sjúrður, tí
tað er ikki ávirkan frá okk-
ara grannalondum, ið er
orsøkin. Heldur tykjast før-
oyingar at tøssa í hølunum á
víðgongdum rørslum sum
The Christian Right í USA,
ið roynir at gera sínar funda-
mentalistisku tulkingar av
bíbliuni til almennan polit-
ikk í eitt nú spurningum fost-
urtøku og tey samkyndu.
- Vandin í hesum er, at tú
ikki kanst diskutera við
religiøs argumentir. Og tá
tú ikki longur kanst disku-
tera, er fólkaræðið í vanda.
At hála leys sitatir úr Bíbli-
uni sum seinasta orðið í ein-
um kjaki er tískil ein bein-
leiðis hóttan móti fólka-
ræðinum, slær Sjúrður fast.
Ein fundamentalisma
og onnur
Rúni Rasmussen ressast í
stólinum, nú kjakið er farið
at snúgva seg um átrúnað og
fólkaræði. Tey, ið hava lisið
bókina Krossvegir, minnast
ivaleyst yvirskriftina í grein-
ini hjá Rúna: ”Illviljin móti
átrúnaði er eitt álop á
fólkaræðið”. Sum viðmerk-
ing til orðini hjá Sjúrða, fer
Rúni nú eitt vet víðari og
staðfestir, at hesin illviljin er
mestsum vorðin ein doktrin,
ið er við at blíva líka funda-
mentalistisk, sum tann funda-
mentalisman, hon finst so
harðaliga at.
Tilsipingin til illviljan
móti átrúnað fær ein av
áhoyrarnum at spyrja Sjúrð,
um hann ætlar at banna
religiøsum ímyndum sum
Merkið og Tjóðsangin, um
hann verður løgmaður.
- Eg ætli mær ikki at banna
nøkrum sum helst – og so
slett ikki nøkrum, ið skerjir
skrivi- og talufrælsi hjá fólki.
Heldur ikki hjá teimum
kristnu, er Sjúrður skjótur at
svara, í tí hann leggur afturat,
at tað ikki er kristnu trúnni,
tað er galið við.
- Tað er, tá politikarar
brúka kristindómin og Bíbli-
una sum politisk amboð til at
tvinga onnur inn undir somu
gudsfatan, at vit eiga at rópa
varskó, sigur Sjúrður og
hyggur uppá Bill, sum nú
fær sama spurning frá áhoyr-
arunum um, hvat vit kunnu
vænta av honum sum løg-
manni, tá tað ræður um
átrúnað.
Mín og tín Gud
Bill tykist brádliga troyttur
og roynir at avmontera spurn-
ingin við speiskliga at mana
fram ímyndina av langhærdu
dómsnevndini,
sum
skal
sortera millum tey trúgvandi
– eins og fyri at staðfesta, at
nú er kjakið eftir hansara
tykki farið av sporinum.
Men áhoyrarin er ikki
nøgdur.
- Eg haldi, at tað er óluksá-
liga næsvíst av tær Bill at
ganga út frá, at vit báðir
hava somu Gudstrúgv. Mín
Gud hótti í øllum førum
ikki við bál og brandi, sum
tín Gud gjørdi, tá 266b varð
viðtikin.
Bill er skjótur at viðganga,
at nógv, ið varð sagt í 266b
kjakinum, var betur ósagt.
Slíkt kemur tíverri fyri á
politiska vøllinum – hesum
vøllinum, sum Bill nú harm-
ast, at Sjúrður Skaale hevur
vilst seg út á.
- Hann var annars ein so
framúr góður skemtari, held-
ur Bill og hyggur uppá Sjúrð
- Ak, ja – ein komedia og
onnur, mutlar Sjúrður stúrin
fram fyri seg.
Við Gudi inn í valstríðið
Illviljin móti átrúnað í politikki er líka við at verða ein fundamentalistisk doktrin í sær sjálvum,
vil Rúni Rasmussen vera við
Meðan Bill Justinussen fegnast, stúrir Sjúrður Skaale fyri, at átrún
aðarliga grundað argumentir fara at merkja komandi valstríð
Hugurin hjá mongu áhoyrarnum at luttaka í kjakinum um átrúnað í politikki var óvanliga stórur