týsdagur 4. desember 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 4. desember 2007
33
Nú Norðurlendsku
Junior Meistarakapp
ingin er liðug á hesum
sinni, er tíð komin til
at taka samanum og
at meta um úrtøkan
var góð, og um vit eru
á røttum palli
SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Okkara svimjarar eru ikki
meira enn komnir úr hylin
um, nú vit taka samanum,
og meta um hvussu úrtøkan
hevur verið, og tá verður
ikki einans hugsað um
heiðursmerkir.
Menning
Jón Bjarnason, venjari hjá
SuSvim, er sum vera man,
serstakliga
nøgdur
við
úrslitið hjá Páli, ið hann
venur dagliga, og hann ivast
ikki í, at vit framhaldandi
eiga at senda okkara ungu
svimjarar út í slíkar stór
kappingar, har tey mennast
almikið og læra, hvat krevst,
fyri at gera seg galdandi á
hesum støði, og hvat krevst,
til tess at koma enn longur.
Úti í feløgunum eiga vit
at leggja dent á at fáa góðar
og royndir venjarar, sum
arbeiða miðvíst við at
menna føroyska svimjiung
dómin, og alla tíðina hava
fingurin á pulsinum. Hvat
fyri tørv, hvør einstakur
svimjari hevur, og hvat
krevst fyri at koma enn
longur, sigur venjarin hjá
Páli í SuSvim, Jón Bjarna
son.
Danski leisturin
Michael Hinge, høvuðsvenj
ari hjá danska Junior lands
liðnum, ið eisini hevur lut
tikið í NJM í Havn, sigur at
fyri at føroyskir svimjarar
eiga at venja nógv meira,
og meiri miðvíst. Sum er,
sigur hann, at tað bert er
Pál, ið venur nóg nógv, og á
rættan hátt.
Hann vil sjálvandi pro
klamera danskan svimji
ítrótt, so hann mælti til at
føroyskir svimjarar komu
til donsk feløg at fáa røttu
venjingina og fyri at menna
seg á ein nøktandi hátt.
Føroysku svimjararnar
mugu venja minst 75 tímar
um vikuna á ”rættan hátt”,
og tey mugu venja undir
nøktandi umstøðum, og tað
hava tit ikki her í Føroyum.
Tit hava ongan langbana
(blaðm. 50 m), og bara tað
setur longu ein øðiligan
stoppara fyri víðari menn
ing, sigur Michael Hinge,
danskur høvuðsvenjari hjá
juniorum.
Svenski leisturin
Svøríki hevur í nógv ár
verið
ein
svimjitjóð
á
hægsta internationala støði.
Teir hava lagt seg eftir, með
an svimjararnar enn eru
blaðungir, at venja miðvíst
við teimum. Tað verið seg
bæði kroppsliga, mentala
og kostrelateraða venjing,
ið so eisini hevur givið sera
góða úrtøku. Svøríki vann
eisini samlaðu NJM kapp
ingina frammanfyri Dan
mark og Finland. Føroyar
endaðu á fjórða plássi.
Anders Bladh, høvuðs
venjarin hjá Svenska Junior
landsliðnum sigur at hans
ara svimjarar eru í absolutt
um toppformi, og at tað er
neyðugt, um man skal gera
seg
galdandi
á
hesum
støði.
Svimjararnar, vit hava
við okkum hava øll til fel
ags, at tey eru í absoluttum
toppformi, og tey hava
arbeitt øðiliga hart til at náa
hetta, og tað hava tey veru
liga uppiborið. Samstundis
vil eg siga at vit hava fleiri
svimjarar heima eftir í
Svøríki, ið eru á nógv hægri
tekniskum støði, men sum
kanska ikki hava vant nóg
nógv, og tessvegna ikki eru
vald í landsliðshópin, sigur
Anders Bladh, høvuðsvenj
ari hjá svenska landsliðn
um.
Føroyingar og
íslendingar
Sambært Anders Bladh,
mennast
føroyingar
og
íslendingar, skjótari enn til
dømis sviar, danir og nor
menn. Hetta hevur so eisini
við sær, at føroyingar og
íslendingar vanliga eru góð
ir svimjarar á ungum aldri,
men so kanska ikki venja
nóg hart og rætt og fella so
burtur í onki. Hetta eigur
man at broyta uppá og
fanga ungu føroysku talent
ini, longu á heilt ungum
aldri, sigur Bladh
Grundarlagið
Grundarlagið undir einari
og hvørjari succes er at
karmarnar eru nøktandi,
sum tað fyrsta, og tað eru
teir ikki í Føroyum. Okkum
tørvar ein langbana, so at
okkara svimjiíðkarar, ið eru
ein so ómetaliga góð rekl
ama fyri Føroyar, kunnu
mennast enn meira, og gera
seg galdandi á kanska enn
hægri høpi, enn vit higartil
hava megnað.
So nú er spurningurin,
hvat Svimji Samband Før
oya fer at gera við hetta, so
at vit einaferð innan longi
fara
at
hava
nøktandi
umstøður fyri føroyskari
svimji ítróttini.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Rætta støðið