Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 235 - 4. desember 2007 ] Manchester United gjørdu sína skyldu Manchester United hevði í kvøld vitjan av London liðnum Ful­ ham, og serliga Cristi­ ano Ronaldo var í essin­ um fyri United, ið vunnu tryggan sigur Manchester United byrjaðu við sera offens­ ivum spæli, og tað hildu teir áfram við, all­ an dystin á tamb. Longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum, kundi Cristiano Ronaldo so eisini leggja United á odda, og hendan støðan helt sær til hálvleiks, hóast kjansir kanska vóru til fleiri mál. Wayne Rooney var aftur at síggja á liðnum hjá ”The Red Devils”, og hann vísti, at hann ikki hevur mist ov nógv av seinasta skaða sínum. Og tó, hann kundi havt skorað, men kanska var væntandi bóltførleikin eftir skaðan, ið var orsøk til hetta. Stutt undan teimum 60 minuttunum á klokk­ uni kundi Cristiano Ronaldo leggja United á odda 2­0 við einum stútara, og avgjørdi í veruleikanum dystin, hvat málum viðvíkur. Fulham liðið hevu havt tað sera trupult, og fleiri av teirra stuðuls­ leikarum eru uttanfyri við skaða, og sjálvt um teir høvdu verið við í dag, er als ikki víst at teir kundu gera United nakað. Men lítið man vera at ivast í at Fulham venjar­ in, Lawrie Sanchez, gjarna hevði viljað havt fleiri stuðulsleikarar aft­ urat í hópinum á Old Trafford í kvøld. Ymisk hagtøl frá NJM 2007 í Havn: Føroyska luttøkan Kapping Luttakar Støða Grein 1 Bjørg Seloy 10 50 m rygg 2 Kári J. á Høvdanum 2 50 m rygg 4 Pál Joensen 1 1.500 m frí 5 Guðrun H. Jakobsen 6 100 m frí 5 Helena G. Jacobsen 9 100 m frí 6 Pauli Ø. Mohr 7 100 m frí Dánjal Hestoy 9 100 m frí 11 Bjørg Seloy 7 4x100 m Medley Katarina Lamhauge Hildur á Fløtti Guðrun H. Jakobsen 13 Katarina Lamhauge 9 50 m bringu 14 David Simonsen 5 50 m bringu 17 Dagmar M. Winther 8 200 m frí 18 Pál Joensen 1 200 m frí 19 Bjørg Seloy 8 100 m rygg 20 Kári J. á Høvdanum 3 100 m rygg 21 Guðrun H. Jakobsen 7 50 m frí 22 Pauli Ø. Mohr 5 50 m frí Dánjal Hestoy 9 50 m frí 23 Hildur á Fløtti 6 100 m firvald 25 Guðrun H. Jakobsen 7 4x100 m frí Hildur á Fløtti Dagmar M. Winther Bjørg Seloy 27 Hildur á Fløtti 8 50 m firvald Guðrun H. Jakobsen 9 29 Dagmar M. Winther 9 400 m frí 30 Pál Joensen 1 400 m frí 32 Kári J. á Høvdanum 7 200 m rygg 33 Katarina Lamhauge 8 100 m bringu 34 David Simonsen 5 100 m bringu Samlaða heiðursmerkjabýtið til NJM 2007 í Havn: Country Gold Silver Bronze SWE 22 15 10 DEN 8 8 13 FIN 4 9 6 FAR 3 1 1 NOR 1 2 4 EST 2 3 ISL 1 1 Grand Total 38 38 38 Top 20úrslitini á FINA stigatalvuni í NJM-kappingini vórðu: Swimmer Country Event Time FINA points Pál Joensen FAR 1500 freestyle 15.24,50 840 Pál Joensen FAR 400 freestyle 03.54,64 815 Pernille Larsen DEN 100 backstroke 01.02,45 813 Katrine Holm Sørensen DEN 400 medley 04.50,93 811 Denmark (men) DEN 4×200 freestyle 07.36,10 800 Sweden (men) SWE 4×200 freestyle 07.36,11 800 Emma Svensson SWE 50 freestyle 00.26,08 798 Anton Lagerqvist SWE 200 breaststroke 02.16,55 790 Pál Joensen FAR 200 freestyle 01.51,92 786 Marlene Niemi FIN 50 freestyle 00.26,26 798 Sweden (men) SWE 4×100 freestyle 03.26,68 787 Lovisa Ericsson SWE 50 backstroke 00.29,51 787 Rebecka Ekelund SWE 400 freestyle 04.21,36 787 Pernille Larsen DEN 200 backstroke 02.15,26 787 Sweden (women) SWE 4×100 freestyle 03.54,67 784 Elin Slaatmo NOR 400 freestyle 04.21,39 786 Sweden (women) SWE 4×100 medley 04.17,97 783 Sweden (women) SWE 4×200 freestyle 08.31,41 782 Rebecka Ekelund SWE 200 freestyle 02.04,95 780 Severi Allonen FIN 200 freestyle 01.51,92 780 Spæla móti Íslandi 16. mars Fyrsti dysturin hjá fótbóltslandsliðnum í 2008 verður í Kópavági, har nýggj fótbóltshøll er gjørd. Talan er um ein vinardyst, ið verður spældur í spildurnýggju fótbóltshøllini Korinn í Kopavági. Dysturin móti Føroyum verður tann fyrsti A­landsdysturin hjá íslendingum, sum verður spældur innandura, og hetta verður sostatt eisini fyrsti landsdysturin, sum verður spældur í nýggju høllini í Kópavági. Við tað, at dysturin verður spældur ein dag, ið ikki er avsettur sum landsliðsdagur á kalendaranum hjá evropisku fótbóltssamgonguni UEFA, verður íslendska liðið helst mannað við leikarum, sum spæla heima í Íslandi. Arsenal spæla útsettan dyst Mikukvøldið skulu Arsenal spæla sín dyst, ið hevur ligið á láni í longri tíð. Hesin dysturin er móti Newcastle á St. James Park. Dysturin skuldi upprunaliga verið spældur longu í øðrum umfari av Premier League, afturi í august mánað, men varð tá avlýstur. Eisini Liverpool og West Ham skuldu spæla tá, men hesin varð eisini avlýstur. Nær hesin dysturin verður spældur, er ikki greitt enn. Arsenal eru óhepnir hvat skaðum viðvíkur, men teir hava tó ein sera sterkan hóp. Spurningurin er bara, um Newcastle megnar at gera sær dælt av heasri støðuni.