Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 235 - 4. desember 2007 ] Einar heldur fram í NSÍ NSÍ hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at Einar Tróndargjógv Hansen eisini verður partur av Formula-hópinum hjá felagnum í 2008. Einar Tróndargjógv Hansen er ein teimum ungu leikarunum hjá NSÍ, sum í ár veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot, og eitt úrslit av hesum er, at hann nú sær út til at hava vunnið sær pláss á føroyska A-landsliðnum, sum vinstri bakkur, hóast hann enn bert er 19 ára gamal. - Einar er ein at okkara ungu og evnaríku leikarum, sum veruliga hevur møguleikar fyri eini stórari framtíð sum fótbóltsleikari. Tað hevur hann serliga fingið víst í ár, og fegnast vit tí sjálvsagt um, at hann eisini komandi ár leikar við NSÍ, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ, í stuttari viðmerking til heimasíðu felagsins. Kári Nielsen hjálpir B36 B36 boðar frá, at felagið hevur sett Kára Nielsen í starv sum hjálparvenjara hjá Heðini Askham Kári Nielsen hevur í fleiri førum havt ábyrgdina av venjingini hjá HB, men hetta er so fyrsta ferðin, at hann er venjari hjá B36. Høvuðsvenjari hjá B36 er Heðin Askham, sum í fleiri ár var liðfelagi við Kára, tá teir báðir spældu í HB. Fjórða Grand Prix kappingin í talvi varð avgreidd leygardagin undir sera góðum umstøðum í SÍF húsinum í Sandavági. Samlaða kappingin er nú næstan hálvrunnin, har fýra av nýggju kappingum eru telvaðar Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Jógvan Joensen, var fyri fyrstu ferð við í Grand Prix kapping í ár, har hann gjørdi bart við at telva seg upp á eitt javnt annað pláss saman við fyrrverandi føroyameistaranum Torkili Nielsen. Hetta má sigast at vera eitt megnar úrslit fyri forsetan, sum var styrkis- mettur á einum sætta plássi áðrenn kappingina. Eftir ótroyttandi arbeiði fyri TSF í fleiri ár, skuldi ein trúð, at sera lítil tíð var til venjing og telving hjá Jógvani. Hugsast kann, at ein væl skipað FM kapping fyri ung seinasta vikuskifti hev- ur givið forsetanum sálarlig- an íblástur til góða úrslitið. Jógvan vann ein mann móti Olafi Berg í topp- dystinum í kappingini, men megnaði tó ikki at fáa nakað burtur úr tí talvinum, sum var hansara einasta tap. Við sigri á Olafi kundi forsetin tikið einaræði á kappingini og farið avstað við øllum Grand Prix stig- unum. Torkil hálar inná Torkil Nielsen hevur lut- tikið í tveimum GP kapp- ingum, har hann báðu ferðir hevur fingið eitt annað pláss, hesaferð saman við Jógvani Joensen. Hetta merkir, at hann endaði framman fyri báðar odda- fiskarnar í samlaðu kapp- ingini og hálar tí tvey stig inn á teir. Nú eysturríkararnir fara at nærkast Føroyum, er ikki óhugsandi, at Torkil fer at taka dik á seg næstu kapp- ingar og snýkja seg avstað við sigrinum. Olaf fór við stigunum Vinnari av kappingini gjørd- ist ungi havnarmaðurin Olaf Berg. Hetta var fyrsta GP kappinigin hjá honum, og tí eisini seinasti møgu- leikin at gera seg galdandi í kappingini um GP meistara- heitið. Tað er krav, at luttak- ararnir skulu minst hava luttikið í seks kappingum fyri at vera við í samlaðu kappingini. Tá bert fimm kappingar eru eftir, taldi kappingin í Sandavági sum tann sætta hjá Olafi. Tó er tað eingin forðing fyri Olaf, at hann ikki hevur luttikið áður. Vinnur hann kappingarnar, ið eru eftir, fer hann eisini avstað við meistaraheitinum. Oddurin óbroyttur Harðast hevur leikað á mill- um Finnbjørn og Ólav, men hvørgan teirra fekk tað stóra burtur úr kappingini seinasta vikuskifti. Báðir endaðu javnir á ávikavist fjórða og fimta plássi, og tí var støðan óbroytt. Finnbjørn tapti móti Jógvani og Torkili, men afturfyri smurdi hann Olaf av og fekk tí bjargað sær tvey og eitt hálvt GP stig. Ólavur fekk eisini ein dygg- an smeit, har hann tapti móti unga Jón Gregersen í øðrum umfari, og tá Olaf eisini var náðileysur, var ikki nógv at heinta. Tríggjar ratingvirðislønir Ratingvirðislønirnar vórðu býttar upp í tríggjar bólkar. Besta avrik undir 1700, 1400 og 1100. Í bólkinum undir 1700 ratingstig vann Jón Greger- sen við 4½ stigum. Undir 1400 endaðu Hans D. Joen- sen og Vagnur Dam javnir við 3½ stigum, og í seinasta ratingbólkinum, ið var undir 1100 ratingstig, vóru tað Sára T. Olsen, Jóannes Hansen og Hermann Joen- sen, ið fingu 3 stig. Forsetin stílar móti einaræði Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir fýra kappingar er: Ólavur Simonsen 20,83 GP Finnbjørn Vang 14,16 GP Torkil Nielsen 9 GP Olaf Berg 7 GP Herluf Hansen 6,83 GP Martin Poulsen 4,5 GP Jógvan Joensen 4,5 GP Jón Andreasen 4 GP Rógvi Dragaberg 3 GP Carl E. N. Samuelsen 3 GP Bogi Hansen 2,83 GP Vagn Heldarskarð 2,83 GP Rógvi E. Nielsen 2,5 GP Terji Petersen 2 GP Jaspur T. Gaard 0,5 GP Jón Gregersen 0,5 GP FAKTA Olaf Berg vann kappingina við bert einum tapi móti Finnbirni Vang