Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

49 Sosialurin desember 2007 Rákið Pannukøkur + Svøríki = døgverðamatur - 8. november 2007 Eitt sum mær dámar væl við Svøríki er, at her eru pannukøkur ordiligur matur. Í Føroyum eru pannukøkur ein desert ella millumáli. Her etur ein tað til døgverða ella náttverða. So í kvøld havi eg gjørt pannukøkur til náttverða. David át 2½, eg át 3½ og so var bara ein eftir til stakkals Kristian ... Sein kúgv fær skitið græs... • • • Dýrt at skola niður – 7. november 2007 Tað verður ongantíð tað sama at fara á wc aftur... Nú vit seta wc í stand, hevur hetta opnað eyguni á mær fyri, hvussu nógv smáting eru at fáa til eitt wc. Tak til dømis knøttin, sum man skolar niður við - kunnu tit fata, at ein kann velja millum eina rúgvu av sovorðnum knøppum??? Hesin á myndini kostar 495 krónur - eg haldi at eg svíími!!! Føroysk barnabók mitt í Stockholm - 28. oktober 2007 Í dag fann eg eina føroyska barnabók á einum sera óvæntaðum staði. Vit vóru til barnadóp í Elimkirkjuni, sum liggur í fína partinum av Stockholm - Østermalm. Á einari gøtu nærhendis, har vit parkeraðu bilin, var ein handil, sum hevði eitt stórt "ÚTSØLU" skelti. Eg kundi sjálvandi ikki lata vera við at fara inn, og fann eina føroyska barnabók um Álv! Tey høvdu eisini bókina á íslendskum og øðrum málum. Maðurin, sum eg keypti bókina frá segði, at tey prentaðu føroyskar bøkur, og bað meg koma aftur ein annan dag, so skuldi hann finna fleiri bøkur til mín. Skeg, ha??? • • • Ertrar og sex – 25. oktober 2007 Hoyrdi nakað stuttligt í dag, sum ein amerikanskur prestur hevði sagt við ein vinmann, tá hann vígdi hann og konuna. "Um tit leggja eina ert í eitt ílat, hvørju ferð tit hava samlegu fyrsta árið, og síðani taka eina ert úr blikkinum, hvørju ferð tit hava samlegu restina av lívinum, so skal blikkið vera tómt til endans..." Um hann segði hetta frammi við altarinum ella ikki, spurdi eg ikki um :-) Fantastisk tíðindi – 12. september 2007 Atlantsflog fer at flúgva til Stockholm næsta summar! Eg eri jublandi glað! • • • Elevatorsnakk – 11. september Hetta varð sagt, tá vit vóru í einum elevatori ídag: Gamal maður: Hvussu gamal er hesin? Eg: Hann er 6,5 mánaðir Gamal maður: Okkara yngsti er 61 og tann eldri er 64 ár Eg: ha ha ha ha ha Gamal maður: Ja, men so eri eg eisini 93 ár Og so gekk hann yvir til bilin!!! Og eg stóð bilsin eftir. Bloggskúlin - 10 stig • Á heimasíðunum hjá tíðindabløðum eru bloggar ofta at finna • Bloggar eru sum oftast ókeypis - men so eru lýsingar á síðuni • Tú gert sjálv av, hvat ið tú skrivar um og hvussu ofta • Tað er sera lætt at skriva og leggja myndir inn á bloggin • Best er at skriva stutt og greitt • Um tú skrivar um okkurt, sum fer at henda, til dømis at tú skalt í ball, fortél so gjarna hvussu tað gekst • Royn at hava týðiligar og fangandi yvirskriftir • Hygg ikki ov nógv eftir vitjunartølunum í fyrstani - er bloggurin áhugaverdur koma lesararnir eisini • Skriva ikki alt ov persónligt, eftirsum tú ikki veitst, hvør ið lesur • Ver varin við at leggja alt ov persónligar myndir út Góðir bloggar: www.martin.fo www.garfield.fo blogg.expressen.se/innas Úrdráttur frá mínum bloggi - blogg.expressen.se/innas, sum eg vanliga skrivi á svenskum, men her havi týtt til føroyskt: