týsdagur 8. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 87 - 8. mai 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
C
M
Y
K
Nr. 87 - 8. mai 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
B68 hevði ivaleyst
ætlað sær ein leiklut í
oddinum hetta kapp-
ingarárið, men eftir
avrikið móti VB er ilt
at ímynda sær tofta-
menn við heiðurs-
merkjum. Hinvegin
tykjast føroyameistar-
arnir úr Vági als ikki
at hyggja aftur um
bak
1. DEILD
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Longu undan kappingarárs-
byrjan vóru flestu fótbólts-
heilarnir samdir um, at B68
so avgjørt fór at teljast mill-
um tey drúgvastu í bestu
mansdeildini hetta árið.
Felagið hevur styrkt sær
væl um hópin, og tí kundi
eisini roknast við, at talan
væl kundi gerast um eina
betran av triðja plássinum,
sum liðið vann sær í fjør.
Byrjanin upp á árið kundi
tó væl verið betri, tí hóast
ein ikki skal rokna við stig-
um á útivølli móti HB, so
bendi avrikið tá á, at liðið
hjá B68 enn ikki hevur
funnið rættiliga saman.
Helst skuldi hetta betrast, tá
føroyameistararnir úr Vági
komu á vitjan sunnudagin.
Sjálvandi eitt stórt tak, men
hinvegin verður VB ikki
mett at vera eins sterkt í ár,
sum í fjør. Esiini hóast liðið
ikki hevur verið fyri nøkr-
um ógvusligum broyting-
um síðani gullárið í fjør.
Tunnligt í álopinum
Fyrstu løtuna royndu teir á
heimaliðnum eisini at gera
alt, til tess at hótta mót-
støðumálið. Súni Fríði Joh-
annesen var við aftur, eftir
at hava verið skaddur, og
tað var eisini um reppið, at
hann alt fyri eitt legði
heimaliðið á odda.
Føroyameistararnir
úr
Vági lótu seg tó á ongan
hátt skelka av harðligu
byrjanini, og tá teir so
brádliga fingu møguleika
at leggja seg á odda, tóku
teir alt fyri eitt av. Hetta
hendi, tá Jan Petersen gleið,
og úrslitið av øllum ruðu-
leikanum varð, at Robert
Cieslewicz kundi senda
bóltin í kassan.
Hetta tóktist at vera júst
tað, sum VB hevði tørv á.
Eitt av sterkastu vápnum
teirra hevur nevnliga verið
kontraspælið, og við einum
máli meira enn mótstøðan,
skuldi liðið væl fyri at
praktisera hetta spælið.
Hetta merkti eisini, at vit
í stórum løtum av fyrra
hálvleiki sóu toftamenn
trilla runt við bóltinum, utt-
an at teir kortini rættiliga
vistu, hvat teir skuldu
royna. Verjan hjá VB var
væl skipað, og burtur sæð
frá Arnold Joensen, sum
royndi at flákra nakað, so
bendi einki á, at toftaálopið
skuldi fáa stuðul nakra
staðni frá.
Keturnar slitnaðu
Tað, sum eisini gjørdi u pp-
gávuna hjá vágbingum
lættarni enn neyðugt, var, at
so at siga eingin saman-
hangur var millum keturnar
á liðnum hjá B68. Gloppið
millum verju, miðvøll og
álop tóktist í fleiri førum
gapandi stórt, og ógvuslig-
asta avleiðingin av hesum
var, at tað snøgt sagt gjørd-
ist ómøguligt hjá tofta-
monnum at leggja nakað
skipað trýst. Tá alt liðið
ikki flytir seg sum ein eind,
verður alt ov lætt hjá mót-
støðuni at spæla seg úr
trongdum støðum, og tí
hevði VB at kalla ongar
trupulleikar at halda B68
frá málinum.
Undantakið var so tá
Øssur
úr
16
metrum
smekkaði til fyrstu ferð,
men bólturin tók tvørtræið
ístaðin
fyri
meskarnar.
Spurningurin er so, hvønn
mun hetta hevði gjørt, tí tá
hevði VB longu tvífaldað
leiðsluna.
Enn einaferð var eitt
persónligt mistak hjá B68
orsøk til málið. Oleif Joen-
sen, sum avgjørt ikki hevði
ein av sínum bestu døgum,
seldi seg fullkomuliga í
nærdysti við Robert Cies-
lewicz. Pólverjin stakk
ímillum til landsmannin og
venjaran, og tá skot hansara
tók í stólpan, var Marek
fyrstur á returinum.
Ringur dagur
Sum nevnt omanfyri, so
hevði Oleif Joensen so av-
gjørt ikki ein av sínum
bestu døgum. Verjuleikarin
átti so avgjørt eisini sín
leiklut í triðja VB málinum.
Mistakið var meinlíkt tí,
sum førdi til 2-0 málið.
Hesa ferð var tað Marek,
sum fekk fyrimun av mis-
takinum, og tá bólturin so
varð stungin inn um verj-
una,
kundi
Krzyztof
smoyggja sær fram við
málverjanum áðrenn hann
skoraði úr spískum.
Løtu seinni var dysturin
so liðugur hjá Oleifi, eftir
at hann í hevnisøku gjørdi
seg inn á VB venjaran.
Linjuverjin hevði sæð, hvat
gekk fyri seg, og so var
einki annað at gera hjá
dómaranum enn at geva
reyða kortið.
Nú skal Oleif tó ikki á
nakran hátt einsamallur fáa
ábyrgdina fyri tapið hjá
B68. Flestu spælararnir hjá
B68 snøgt sagt kappaðust
um at gera persónlig mis-
B68-VB 1-4 (0-2):
Kreppa á Toftum
Øssur Jacobsen setti nakað av ferð á, tá hann kom á vøllin í seinna hálvleiki
tøk. Mistøk, sum ikki hoyra
heima á einum oddaliðið,
og støðan á Toftum verður
kanska eisini undirstrikað
av, at tað í stóran mun vóru
berandi kreftirnar, sum
gingu á odda í hesum.
Tað var ikki fyrr enn eftir
útvísingina, at nakað av
ferð kom á spælið hjá B68.
Kanska legði VB seg ov
langt aftur á nú, og við eitt
sindur av hepni, kundu
toftamenn kanska skapt
spenning um úrslitið. Fleiri
vildu nevnliga vera við, at
B68 skuldi fingið meira
enn einsamalla brotsspark-
ið, sum varð tillutað Mort-
ani Hansen. Løtu seinni
varð Arnold nevnliga feld-
ur, men helst gjørdi hann ov
nógv av, tá hann lat seg
detta, og tí helt dómarin
bara, at spælið skuldi halda
áfram.
Eftir hetta royndu tofta-
menn at leggja enn meira í
álopspartin. Øssur Jacob-
sen setti nakað av ferð á, tá
hann kom inn, og við at
flyta Hans Fróða niðan í
álopið vónaði Jóannes Jak-
osen kanska, at meira tyngd
fór at koma í álopsspælið.
Tað kom tað kanska eisini,
men
hinvegin
gjørdist
tunnligt í verjupartinum, og
í
seinastu
minuttunum
kundu vágbingar so skora
vakrasta málið í dystinum.
Jón Pauli var ávegis móti
baklinjuni, tá hann fintaði
alla verjuna við at spæla
Tórð Holm leysan við hæl-
inum. Tórður dróg nakað,
áðrenn hann legði bóltin
fyri føturnar á Marner
Richard, og fangaðurin var
stórur, tá hann hegnisliga
legði bóltin til rættis í B68
málinum.
Sterkir meistarar
Tá alt hetta er sagt, so skal
tó leggjast afturat, at tað
skal einki takast frá VB,
sum fekk eitt frálíka gott
úrslit
sunnudagin. Teir
vunnu dystin, tí teir vóru so
nógv tað betra liðið á vøll-
inum sunnudagin.
Í verjupartinum vóru teir
sera væl skipaðir, álopini
gingu skjótt niðaneftir, og
so dugdu teir í nógv størri
mun at arbeiða sum eitt lið.
At teir soleiðis alla tíðina
drógu eina felags línu, var
fremsta orsøkin til, at tofta-
menn høvdu so ilt við at
spæla seg til møguleikar.
Tá alt liðið flytir seg sum
ein eind, viðvirkar hetta, at
fjarstøðan millum leikar-
arnar verður minni, og tí
vísti tað seg nærum altíð, at
spælararnir høvdu upp-
bakning frá í øllum førum
einum leikara.
Hetta var ein av høvuðs-
orsøkum fyri FM-heitinum
hjá VB í fjør, og megnar
liðið at halda fast um hetta,
verða teir í øllum førum
ikki lættir at syfta av trún-
uni. Størsti vandin er
kanska, at spælararnir fara
at taka sær av løttum, nú
teir eru meistarar, men mett
eftir hesum dystinum, er
tann vandin so avgjørt ikki
til staðar. Enn hava teir ikki
á nakran hátt slept endan-
um, og eins og teir endaðu
kappingarárið í fjør, so eru
teir aftur í ár at finna ovast
á stigatalvuni.
B68-VB 1-4 (0-2)
0-1: Robert Cieslewicz 8
0-2: Marek Vierzbicki 24
0-3: Krzystof Popczynski
51
1-3: Øssur Hansen (br.) 58
1-4: Marner Richard 90
Dómari:
Petur Hansen
(LÍF)
B68: Magnus Poulsen –
Hans Fróði Hansen, Jan C.
Dam, Oleif Joesnen – Arn-
old Joensen, Jan Petersen,
Fróði Benjaminsen, Øssur
Hansen, John Heri Dam –
Súni Fríði Johannesen,
Mortan Hansen
VB: Bjarni Johansen – Pre-
drag Zivkovic, Eyðun Jac-
obsen, Magni Jacobsen –
Palli Augustinussen, Marek
Wierzbicki, Janus Kjærbo,
Tórður Holm, Jón Pauli
Olsen – Krzyztof Popczyn-
ski, Robert Cieslewicz
Størsti trupulleikin hjá B68v ar uttan iva, at keturnar ikki hingu saman, og at einstøku
leikararnir í sov stóran mun vórðu einsamallir á vøllinum
Petur Hansen dømdi
dystin millum B68 og
VB, hóast beiggi
hansara spældi við á
øðrum liðnum
DÓMARI
Jákup Mørk
Ein lítil søga í dystinum
millum B68 og VB var tað,
tá Petur Hansen setti dystin
ígongd. Á B68 liðnum
spælir nevnliga Hans Fróði
Hansen, sum er beiggi Pet-
ur, og í nýggjari tíð er hetta
helst fyrstu ferð, at slík við-
urskifti gera seg galdandi í
bestu mansdeildini.
Áður hevur eitt nú Jóan
Carl Dam givið avboð, tá
hann skuldi døma ein dyst,
har sonur hansara var annar
parturin, men tá vit eftir
dystin fingu orðið á Petur,
helt hann ikki, at hetta
hevði verið nakar trupul-
leiki.
- Eg haldi, at forholdini í
Føroyum eru somikið smá,
at ein slík støða altíð vil
íkoma. So er tað líkamikið,
hvørt talan er um beiggja,
systkinabarn ella líknandi.
Eg má tó siga, at føroyska
1. deild í dag er somikið
seriøs, at eg ikki dugi at
síggja hetta sum nakran
trupulleika.
Spurdur, um hann lat seg
ávirka av støðuni, sum
hann var í undan dystinum,
sigur Petur, at tað heldur
hann ikki.
- Eg hugsaði ikki á nakr-
an hátt um tað, tá dysturin
varð settur ígongd. Sjálv-
andi var støðan eitt sindur
serlig, men tað ávirkaði
meg ikki. Sjálvur haldi eg
eisini, at tað gekk hampul-
iga væl at døma, so eg eri
bara nøgdur um tað.
Tað er helst eisini ein
sannroynd, at dómaraavrik-
ið sunnudagin var av teim-
um heilt frægu. Petur hevði
alla tíðina tamarhald á
dystinum, og tær sektir,
sum vórðu latnar til ymsu
leikararnar, tóktust eisini at
vera í lagi.
Hans Fróði? Ja, hann
fekk eisini kærleikan at
kenna frá beiggjanum, tá
hann tíðliga í seinna hálv-
leiki hevði álbogan heldur
langt uppi. Úrslitið var í
øllum førum eitt gult kort.
Eingin trupulleiki
- Eg haldi, at forholdini í
Føroyum eru somikið smá, at
ein slík støða altíð vil íkoma.,
sigur Petur Hansen, sum
sunnudagin dømdi dyst, har
beiggi hansara spældi við
Øssur Hansen sigur
at hart arbeiði er ein-
asti hátturin hjá B68
at reisa seg
KREPPA
Jákup Mørk
Eftir dystin var tað ein
heldur nipin liðskipari hjá
B68, Øssur Hansen, sum
vit fingu orð á.
Eins og viðleikarar og
viðhaldsfólk, hevði hann
ivaleyst roknað við, at B68
skuldi gera seg galdandi í,
men nú tykjast teir vera úti
av gullstríðnum, longu áðr-
enn tað er byrjað.
- Tú kanst kalla tað, hvat
tú vilt, sigur hann, tá vit
spyrja, um talan er um eina
kreppu á Toftum.
- Í øllum førum hava
úrslitini ikki verið eftir vild,
men tað fáa vit ikki gjørt so
nógv við. Vit mugu bara
líta frameftir og so stríðast
fyri at reisa okkum, heldur
liðskiparin hjá B68.
Mugu stríðast
Kreppa? Tú kanst kalla tað,
hvat tú vilt, heldur Øssur
Hansen