týsdagur 8. mai 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
22
Nr. 87 - 8. mai 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
C
M
Y
K
Danskur fótbóltur:
Møguleikarnir hjá
FCK at vinna DM
styrknaðu, tá teir
vunnu á einum av
kappingarneytunum,
og tá Silkeborg tapti
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Útlitini fyri at tað aftur í ár
verður ein føroyingur ímill-
um donsku fótbóltsmeistar-
arnar eru størri eftir viku-
skiftið, enn tey vóru undan
27. umfarinum.
Í fjør var Jákup Mikkel-
sen danmarksmeistari. Tað
eru seks umfør eftir at
spæla í superliguni, og tað
kann væl vera, at Todi
Jónsson og FCK fara at
vinna meistaraskapin.
Eftir 26. umfarið vóru
Silkeborg og FCM á odda.
Brøndby var á triðja pláss-
inum, og FCK var nummar
fýra.
Sunnudagin
tapti
Silkeborg 1–0 í Odense.
FCM spældi ikki fyrrenn í
gjárkvøldið ímóti AGF.
Dysturin varð spældur eftir
at blaðið var farið til prent-
ingar. Um FCM vann, so
løgdu teir seg aftur á odda.
Í morgin venda vit aftur til,
hvussu tað gekk við tí.
Brøndby vann heili 4–0 í
Haderslev ímóti niðurflutta
HFK Sønderjylland, og har-
við vann Brøndby – fyribils
í hvussu so er oddasessin.
FCK vann 1-0 á heimavølli
ímóti Viborg. Tað hevði við
sær, at FCK bara er eitt stig
aftanfyri Brøndby, og tað er
ikki nógv, tí tað eru seks
umfør eftir at spæla.
Nógv lív í Parkini
Í miðal hava tað verið um-
leið fjúrtan túsund áskoðar-
ar til heimadystirnir hjá
FCK í ár. Hesa ferð vóru
teir í góðum líkindum í gás-
areygum ikki fleiri enn
7.302. Orsøkin mundi vera
tann, at FCK hesa ferð
spældi
heimadystin
í
Brøndby. Tað vóru ikki allir
áskoðararnir so fegnir um,
tí teir síggja Brøndby sum
argasta mótstøðuæliðið hjá
FCK.
At FCK hesa ferð spældi
í Brøndby komst av, at tað
er annað lív enn fótbóltur í
Parkini í hesum døgum.
Teir hava lagt tak á Parkina,
og fyrsta stóra tiltakið í
størsta innilokaða hølinum
í Norðurlondum er um at
fara at bakkastokki. Talan
er sjálvandi um europeiska
grand prixi, sum verður í
Keypmannahavn komandi
leygarkvøld.
Heine í miðdeplinum
Undan 27. umfarinum av
superliguni varð nógv tosað
um, at nú fór Hene Fernan-
dez í FCK at dystast við
gomlu liðfelagarnar hjá sær
í Viborg.
Jydarnir høvdu undan
dystinum góðan møguleika
at vera við í kappingini um
DM. Teir hava framvegis
møguleikan, men hann
minkaði, tí Viborg tapti
1–0.
Heine Fernandez skoraði
málið upp á brotsspark. Av
tí dóminum stóðst nógv tos
og eitt sindur av øsing.
Dómarin metti, at ein av
verjuspælarunum hevði felt
Heine Fernandez. Tvætl
søgdu spælararnir og venj-
arin hjá Viborg, sum hildu,
at talan var um filming.
Álopsspælarin hevur ikki
roynst nakað serligt í FCK.
Í fyrsta dystinum eftir vetr-
arsteðgin skoraði hann upp
á brottspark. Síðani hevur
hann einki mál fingið, men
at hann er tryggur úr ellivu
metrum, vísti hann aftur
sunnudagin.
Roy Hodgson, venjarin
hjá FCK, ásannaði eftir
dystin, at talan var um ein
tunnan
brotssparksdóm.
Men hann helt, at í síðsta
enda verða dómaramistøk
býtt ikki so misjavnt. Í hes-
um førinum sipaði hann til,
at FCK seinastu tíðina hev-
ur mist trý mál, tí dómarar
og hjálpardómarar hava
mistikið seg.
Todi Jónsson var sum
vanligt ímillum teir fyrstu
ellivu hjá FCK. Dysturin
sum heild v ar linur. Liðini
tóktist hava stóra virðing
hvørt fyri øðrum, og upp-
løgdu
málmøguleikarnir
vóru fáir. Todi, sum stutt
undan leikloki varð útskift-
ur, hevði ein friðarligan
dag.
Herfølge hongur uppií
AB, sum stríðist fyri at
halda um plássið í deildini,
kom út í orduligt ódnarveð-
ur í Aalborg, har heimaliðið
vann 4–1.
Herfølge spældi ikki.
Teirra dystur ímóti Lyngby
verður mikukvøldið. At AB
tapti stórt hevur við sær, at
vánirnar hjá Herfølge í
hvussu so er ikki versnaðu.
Um teir vinna ímóti Lyng-
by, so verður munurin mill-
um liðini bara eitt stig. Tað
eigur at styrkja um stríðs-
hugin hjá Jákupi Mikkelsen
og teimum.
Todi tættari toppinum
FCK heldur framvegis fast
um møguleikan fyri
gullmerkjum, nú
endaspurturin í donsku
superliguni av álvara er
settur í gongd
Eingin
føroyingur
við Sogndal
Norskur fótbóltur:
Julian Johnsson var
skaddur, og Kurt
Mørkørre kom ikki
á vøllin, tá Sogndal
tapti á útivølli í
Bergen
TIPPELIGAN
Jóannes Hansen
Tað man vera langt
síðani,
at
eingin
føroyingur hevur verið á
liðnum hjá Sogndal. Í
fjør vóru teir ofta tríggir
á liðnum, og í ár hava
teir verið tveir. Sum vit
nevndu í blaðnum í
síðstu viku, so er Julian
Johnsson
so
mikið
skaddur, at tað ikki ber
honum til at spæla teir
næstu dagarnar.
Kurt Mørkøre hevði
verið ímillum teir fyrstu
ellivu í fýra teimum
fyrstu umførunum, men
sunnudagin kom hann
ikki á vøllin.
Undan útidystinum í
Bergen ímóti Brann
hevði venjarin tikið av-
leiðingarnar av, at tað
higartil í ár ikki hevur
eydnast Kurt Mørkøre at
skora mál. Føroyski
landsliðsmaðurin
var
ikki á liðnum, og hann
varð heldur ikki skiftur
inn, tá Sogndal síðstu
løtuna royndi at koma
afturíaftur.
Kurt er tað, sum teir
kalla
typiskur
boksspælari. Tað vil
siga, at hann er vanda-
miklast, tá hann liggur í
brotsteiginum og dyrgir
eftir
møguleikunum.
Men
sovornir
møguleikar eru sum
lundi á jólanátt hjá
Sogndal, nú teir eru í
bestu deildini. Serliga á
útivølli gongst illa at
koma
til
sovornar
møguleikar.
Sogndal
spælararnir liggja oftast
aftarlaga á vøllinum, og
so senda teir langar
bóltar fram. Kurt hevur
ongantíð verið nakar
kapprennari. Tá er ungi
Tommy
Øren
meiri
vandamikil.
Nógv fólk
Sogndal
og
Brann
Bergen liggja ikki so
langt hvørt frá øðrum. Tí
var talan um eina lokal
uppgerð, og tað sást
aftur á áskoðaratalinum.
13.032 áskoðarar vóru
og hugdu at.
Hagtølini
siga,
at
heimaliðið var greitt
omaná. Brann hevði
níggju málmøguleikar,
og Sogndal hevði tveir.
Men í 1. hálvleiki kom
einki mál.
Heimaliðið setti hol á,
tá seinna umfarið var
seks minuttir gamalt, og
seks minuttir seinni øktu
teir
til
2–0.
Fimm
minuttir fyri leiklok
eydnaðist tað Sogndal at
minka um munin og har-
við at seta eitt sindur av
spenningi
í
síðstu
løtuna. Tommy Øren
skoraði
málið
hjá
Sogndal.
Í norskum fótbólti og
serliga hjá teimum, ið
liggja eitt sindur tungt í
sjónum, vísir tað seg, at
stigini koma til høldar á
heimavølli, meðan tað
skerst verri á útivølli.
Komandi
vikuskifti
verður tað ivaleyst hjá
Sogndal at takast við á
heimavøllinum, tí tá fáa
teir vitjan av Viking,
sum telist millum odda-
liðini.
Tað er ikki serliga
sannlíkt, at Julian verður
komin fyri seg aftur
komandi sunnudag. Og
so fæst at síggja, um
venjarin velur at brúka
Kurt
Mørkøre
á
heimavøllinum.
Tað
munnu vit føroyingar í
hvussu so er vóna.
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 Brøndby
27
14 - 6 - 7
63
34
29
48
2 FCK
27
12 -11 - 4
40
22
18
47
3 FCM
26
13 - 8 - 5
45
34
11
47
4 Silkeborg
27
12 -11 - 4
39
29
10
47
5 Viborg
27
12 - 6 - 9
44
30
14
42
6 OB
27
11 - 5 -11
40
35
5
38
7 Lyngby
26
11 - 5 -10
35
44
-9
38
8 AaB
27
9 -10 - 8
43
29
14
37
9 AGF
26
9 - 4 -13
40
51
-11
31
10 AB
27
5 -12 -10
33
37
-4
27
11 Herfølge
26
5 - 8 -13
30
49
-19
23
12 HFK Sønderj.27
1 - 6 -20
25
73
-48
9
Støðan, danska 1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 Frem
24
15 - 6 - 3
58
24
34
51
2 Esbjerg
23
14 - 7 - 2
57
20
37
49
3 Køge
24
14 - 7 - 3
51
26
25
49
4 Vejle
24
12 - 7 - 5
58
32
26
43
5 B93
24
12 - 3 - 9
44
33
11
39
6 Farum
24
11 - 5 - 8
47
35
12
38
7 Brønshøj
24
11 - 2 -11
47
49
-2
35
8 B 1913
24
9 - 7 - 8
32
35
-3
34
9 Hvidovre
24
8 - 8 - 8
46
43
3
32
10 AC Horsens 24
7 -10 - 7
29
32
-3
31
11 Randers F.
23
7 - 6 -10
30
41
-11
27
12 Skive
24
6 - 7 -11
40
59
-19
25
13 FC Aarhus
24
4 - 8 -12
29
57
-28
20
14 Fremad A
24
4 - 7 -13
33
52
-19
19
15 Ølstykke
23
5 - 4 -14
27
63
-36
19
16 Birkerød
23
2 - 4 -17
29
56
-27
10
Støðan, norska tippeligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 Viking
5
4 - 1 - 0
15
6
9
13
2 Rosenborg
5
4 - 0 - 1
15
6
9
12
3 Molde
5
3 - 1 - 1
13
4
9
10
4 Odd. Grenl.
5
3 - 1 - 1
10
4
6
10
5 Lillestrøm
5
3 - 1 - 1
9
7
2
10
6 Brann
5
3 - 0 - 2
12
9
3
9
7 Stabæk
5
3 - 0 - 2
6
4
2
9
8 Tromsø
5
2 - 0 - 3
5
9
-4
6
9 Sogndal
5
2 - 0 - 3
4
9
-5
6
10 Lyn
5
1 - 1 - 3
6
8
-2
4
11 Moss
5
1 - 1 - 3
4
8
-4
4
12 Bryne
5
1 - 1 - 3
5
12
-7
4
13 Strømgodset 5
0 - 2 - 3
6
15
-9
2
14 Bodø/Glimt
5
0 - 1 - 4
4
13
-9
1
Skála vann uppiborn-
an sigur á aldursfor-
setanum í føroyskum
fótbólti, sum tikist
vera meira slitin enn
gott er
2. DEILD
Jákup Mørk
Dysturin á Skála leygar-
dagin var eitt fínt dømi um,
hvussu stórt umskiftið hev-
ur verið í føroyska fótbólts-
heiminum seinnu árini.
Fyri bara tíggju–fimtan
árum síðani vildi tað verið
óhugsandi, at besta mans-
liðið hjá Skála skuldi
kunna gjørt nakað sum
helst við tvørámenn. Ja,
helst
hevði
tað
verið
óhugsandi, at liðini yvir
høvur vóru at finna í somu
deild.
Kaldur veruleiki
Hetta er tó beiski veruleik-
in, sum tvørámenn mugu
liva við í dag, og hann
mundi ikki gerast søtari av,
at Skála vann ein greiðan
sigur á TB.
Í fyrra hálvleiki mundi
TB valla hava eina roynd
móti málinum hjá Skála,
meðan skálamenn í hinum
endanum fleiri ferðir vóru
nær við, og eisini fingu løn
fyri stríðið ta einu ferðina.
Hetta var eftir eitt sera vak-
urt álop, sum byrjaði afturi
hjá málverjanum. Eftir
uppspæl í vinstru varð
skifti yvir í hitt borðið, har
Marius Joensen skjótt trill-
aði aftur til Alexandur Joh-
ansen, og hesin var ísa-
kaldur,
tá
møguleikin
beyðst.
Alexandur hin stóri
Av Skála sigst annars um
dystin, at tað var eingin ivi
um, hvør besti leikarin á
vøllin var hendan dagin.
Alexandur Johansen var
við í so at siga øllum tí,
sum Skála skpati frameftir
á vøllinum, og hann var eis-
ini
høvuðsmaðurin,
tá
Skála í seinna hálvleiki tví-
faldaði leiðsluna.
Saman við Tummasi Ols-
en broderaði hann seg
ígjøgnum verjuna, og alt
endaði við, at Tummas
gjørdist púra leysur í brots-
teiginum og hevði lætt við
at skora.
Seinasta málið hjá Skála
kom eftir eina sanna bumb-
ing av TB málinum, har
málverjin fyrst hálvbjarg-
aði í tveimum atløgum,
áðrenn Marius Joensen at
enda setti bóltin í málið.
Úrslitið hevur við sær, at
Skála heldur óvæntað hev-
ur sett seg á fremsta sessin
í aðru deild, nú tvey umfør
eru farin aftur um bak. Enn
er sjálvandi langt á mál,
men fyribils tykjast teir í
hvussu so er at hava rokkið
málinum, sum teir settu sær
undan
kappingarárinum.
Nevnliga at stabilisera lið-
ið.
TB er hinvegin at finna í
niðar endanum av talvuni,
og lítið ella einki bendir á,
at teir í bræði fara at hava
ein aktivan leiklut á før-
oysku fótbóltstindunum.
Skála-TB 3-0 (1-0)
1-0: Alexandur Johansen
2-0: Tummas Olsen
3-0: Marius Joensen
Tíðirnar eru
broyttar
Tað verður hvørki
Gary Kasparov ella
nakar annar telv-
ari,sum fær møgu-
leikan ímóti Kramnik
í oktober mánaða í ár.
Tað verður nevnliga
heimsins sterkasta
talvforrit, Deep Fritz
7, sum vann sær sæti
yvir av Kramnik, tá
tað vann finaluna á
Deep Junior herfyri.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Mest umtalaða talvforrit er
helst Deep Blue, sum í
1997 vann ein stuttan dyst á
Kasparov.
Mennirnir
aftanfyri Deep Blue hava tó
seinasta árið hildið seg í
skugganum, og gav hetta
møguleikan til Deep Fritz 7
og Deep Junior, sum eru
kendastu og sterkastu akt-
ivu forritini í løtuni.
Tað er Braingames.net
sum eisini skipaðu fyri HM
dystinum millum Kasparov
og Kramnik, ið hava fingið
hendan tvídyst í lag.
Ótrúlig vend
Telvast skulu 24 talv, og
eftir fimm talvum hildu
flest øll at avgerðin longu
var follin, tí Deep Junior
hevði við frálíkum álops-
spæli lagt seg á odda heili
5-0. Men so fann Deep
Fritz verjuspælið fram, og
eisini góða spælið fram. Tá
dysturin var komin hálva
leið var støðan 8,5-3,5 til
Deep Junior.
Seinnu helvt vann Deep
Fritz, sum hevði funnið
veikleikar Deep Juniors,
við somu skoru, sum
merkti at 12-12 bleiv endal-
iga støðan, og umdystur
bleiv tí leiktur. Hendan
vann Deep Fritz 2-0, og
sleppur tí at royna seg ímóti
sjálvum heimsmeistarnum
í oktober.
Á vári 2002 verður telv-
ari funnin sum sleppur at
royna seg, menniskja ímóti
menniskja, ímóti Kramnik í
oktober 2002. Merkiligt at
hugsa sær at Kasparov er
noyddur at telva seg í fin-
aluna, men so er og verður.
Sokolov og Radjabov
javnir
Tann kendi stórmeistarin
Ivan Sokolov, sum í fleiri
førum hevur vitjað Føroyar,
telvaði við í stórkappingini
Dos Hermanas í Spania
herfyri. Millum teir tíggju
telvarnir varð eisini 14 ára
gamli stórmeistarin Teim-
our Radjabov, sum var við í
GM kappingini í heyst í
Havnini. Radjabov hevði
lægsta ratingtal í bólkinum.
Omanfyrinevndu telvarar
vórðu ongantíð rættiliga
við í toppstríðnum, men
endaðu báðir á einum
deildum áttinda plássi við
fýra stigum av níggju møg-
uligum, sum var eitt megn-
arúrslit hjá unga Radjabov,
men heldur ivasamt hjá
Sokolov. Vinnarir blivu
Alexey Dreev og Ilia Smir-
in við hálvumsætta stigi
hvør.
Talvið hesa
vikuna
Deep Fritz - Deep Junior
BGN World Qualifiers Cadaques (17), 29.04.2001
Talv nummar seytjan. Deep Fritz 7 minkar her um munin,
og vinnur seinni dystin.
1.d4 Nf6 2.Nf3 d5 3.c4 c6 4.e3 e6 5.Nbd2 Nbd7 6.Bd3
Bd6 7.0-0 0-0 8.e4 dxe4 9.Nxe4 Bc7 10.Bg5 h6 11.Bh4
g5 12.Nxf6+ Nxf6 13.Bg3 Bxg3 14.hxg3 Kg7 15.Qe2
Qc7 16.Rad1 Rd8 17.Bb1 b6 18.Ne5 (Deep Fritz hevur
betri og fríari spæl) 18...Ba6 19.f4 g4 20.f5 exf5 21.Rxf5
Rd6 22.Rdf1 Qe7? [22...Bc8 er einasti leikur Deep Junior
kann brúka] 23.Qd3 Rh8 (Hvítur hótti Rxf6 og mát á h7-
h8)
24.Qa3! (vinnur materiali) 24...c5 [24...Bc8 25.Rxf6]
25.Qxa6 cxd4 (nú kann Junior gevast, men hann treiskast
nakrir leikir enn) 26.R1f4 Re8 27.Qa3 d3 28.Nxd3 Qe3+
29.Kh2 Ree6 30.b4 Qd2 31.Nf2 Re7 32.b5 Re3 33.Qxa7
Ree6 34.Nxg4 Qd1 35.Nxf6 Rxf6 36.Bc2 Rxf5 37.Bxd1
Rxf4 38.gxf4 1-0
Vladimir Kramnik
fingið avbjóðara