týsdagur 8. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 87 - 8. mai 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
C
M
Y
K
Nr. 87 - 8. mai 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Klaksvíkingar vístu
heilt øðrvísi hugburð,
enn teir gjørdu ímóti
GÍ, men tað var ikki
nóg mikið ímóti HB,
sum í 1. hálvleiki
hevði fleiri stórar
møguleikar
1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað var summar í Klaksvík
sunnudagin. Heiður himin,
stilli og nógv fólk á gøtum
og strætum. Út á seinna-
partin vóru tað havnar-
menninir, sum smíltust
mest út eftir Fornagørðum
og út í Klaksvíkina, og so
bilti tað ikki so nógv, at ov-
byrjaða strandferðsluskipið
var ein hálvan tíma seink-
að.
HB hevði fingið tað, sum
teir komu eftir. Støðið til
2–0 sigurin løgdu teir í 1.
hálvleiki. Tá høvdu teir væl
størri breidd í álopsspælin-
um enn mótstøðumenninir,
og teir spældu seg til einar
tríggjar stórar málmøgu-
leikar. Men teir megnaðu
ikki at umseta nakran av
hesum møguleikunum til
mál.
HB fekk bæði málini eft-
ir persónlig mistøk hjá
heimamonnunum.
Tað
fyrra kom, tá eitt korter var
farið. KÍ misti í uppspælin-
um í vinstru, og tríggir av
HB monnunum, sum stóðu
sterkastir í myndini, syrgdu
fyri uppspæli og máli.
Vagnur Mohr Mortensen
sendi úr høgru langan bólt
fram um miðjuna, Uni Arge
var hægstur og longdi við
høvdinum til Jón Róa Jac-
obsen, sum dróg eitt sindur,
áðrenn hann av brotsteigar-
markinum smekkaði flatt
framvið Meinhardi Joensen
í KÍ málinum.
Seinna málið fekk HB
tríggjar minuttir undan
steðginum. KÍ roynd at
byggja upp varð steðgað
eitt sindur frammanfyri
miðjuna,
Rúni
Nolsøe
stakk fram í vinstru til
Rógva Jacobsen, sum var
púra blankur, tí KÍ verjan
var á veg fram. Álpops-
kendi miðvallarin, sum
onkuntíð hevur staðið sjón-
skari í myndini í Klaksvík,
enn hann gjørdi sunnudag-
in, var púra kaldur, tá hann
lyfti upp um eitt sindur tøv-
andi KÍ málverjan, og so
tóktist alt avgjørt.
KÍ tók ikki av
Klaksvíkingar vóru nógv
meiri avgjørdir og ágan-
gandi ímóti HB, enn teir
vóru, tá gøtumenn fóru við
øllum stigunum úr Klaks-
vík. At KÍ kortini ikki
megnaði at fáa mál og har-
við stig burturúr komst
fyrst og fremst av, at teir
spældu ímóti einum liði,
sum – sjálvt um Allan
Mørkøre var skaddur og
tískil als ikki var við – var
javnt væl mannað á øllum
plássum. Og harafturat
tordi HB í 1. hálvleiki at
hava nógv fólk frammi á
vøllinum.
KÍ royndi frá fyrsta
bríksli at leggja trýst á aft-
astu ketuna hjá HB. Hugs-
anin tóktist vera, at mið-
verjarnir skuldu kroystast
at gera mistøk. Onkrar
hálvvandamiklar
støður
stóðust burturúr, serliga
eftir at Eyðun Klakstein var
farin í vinstra borð, og
Hjalgrím Elttør var komin í
høgru síðu, men upplagdu
málmøguleikarnir
vóru
heilt fáir. Nýggi jugoslavin,
Alexander
Djordjevic,
vísti, at tað ivaleyst fer at
verða fongur í honum.
Hann hevði eitt fínt flukt-
skot, sum Bárður Johannes-
en, ið var tryggur í málin-
um, bjargaði væl, og tað var
hann, sum í síðsta álopin-
um undan steðginum tiltu-
skaði KÍ eitt brotsspark.
Hetta var lagnuløtan hjá
klaksvíkingum.
Harley
Bertholdsen,
sum
var
tryggur úr ellivu metrum í
fjør, sendi til høgru fyri seg
sjálvan, men tað hevði HB
málverjin lisið av, og so var
hálvleiksstøðan 0–2.
Lítið veiggj í
Tað verður altíð ein hypo-
tetiskur spurningur, hvussu
tað hevði hilnast, um klaks-
víkingar høvdu minkað um
munin dygst undan steðg-
inum. Ivaleyst høvdu teir
havt fingið áskoðararnar
meiri við sær, og teir høvdu
havt orsøk at rokna við
møguleikanum.
Eftir steðgin spenti Tom-
islav Sivic álopsbogan og
fór frá 3–4–3 og til 3–3–4.
Hann setti seg sjálvan og
Ova Nysted inn, og Allan
Joensen varð settur aftur í
miðverjuna, har Jan Andr-
easen rættuliga tykist vera
komin upp í snúðningar.
KÍ hevði bóltin meiri,
enn teir høvdu havt í 1.
hálvleiki, men málmøgu-
leikarnir vóru heilt fáir.
HB, sum sjálvsagt tóktist
nøgt við støðuna, tók seg –
ivaleyst ótilvitað – aftur á
vøllin, bíðaði og dúvaði
upp á skjótálop.
Klaksvíkingar høvdu ilt
við at spæla seg ígjøgnum.
Í 2. hálvleiki tóktist tað
liggja betri fyri í vinstru,
men akkurát sum ímóti GÍ,
so var tað mesta høgravent,
um tað yvirhøvur var í
borðunum, at tað gekk fyri
seg.
Sum tíðin leið, vórðu alt
fleiri bóltar sendir høgt í
HB brotsteigin. Tað var
matur fyri Hans á Lag, sum
– hóast hann leingi hevur
verið burturi frá við skaða –
stóð sterkur í myndini.
Onkrar
støður
tóktust
spentar frammanfyri HB
málverjan, men tað kendist
alla tíðina sum um HB
hevði megnað at táttað í aft-
ur – um tað hevði verið
neyðugt.
Sjálvandi vóru klaksvík-
ingarnir ikki nøgdir í góð-
veðrinum. Men um teir
megna at varðveita hug-
burðin, tá teir fara at spæla
ímóti liðum, ið ikki hava
somu styrkina, sum HB
hevur, so fara teir ivaleyst
at fáa mál, og so fer stiga-
talvan kanska eisini at
broytast.
KÍ-HB 0-2 (0-2)
0-1: Jón Rói Jacobsen 22
0-2: Rógvi Jacobsen 44
Dómari: Niklas á Líðar
enda (GÍ)
KÍ: Meinhard Joensen –
Atli Danielsen, Jan Andrea-
sen, Niclas Niclassen –
Harley Bertholdsen, Allan
Joensen, Símun Joensen,
Fríðin Ziskason – Eyðun
Klakstein, Alexander Djor-
djevic, Hjalgrím Elttør
HB: Bárður Johannesen –
Vagnur Mohr Mortensen,
Hans á Lag, Jóhannis Joen-
sen, Janus M. Joensen –
Hallur Danielsen, Rúni
Nolsøe, Rógvi Jacobsen –
Jón Rói Jacobsen, Uni
Arge, Andrew av Fløtum.
KÍ-HB 0-2 (0-2):
Havnarmenn sektaðu
mistøkini hjá KÍ
KÍ var við yvirlutan í klassisku uppgerðini í Klaksvík. Sera sigandi er Hjalgrím Elttør eisini
kringsettur av mótleikarum á myndini
Mynd: SjH
KÍ hevur enn sín
fyrsta sigur til góðar
eftir tveir dystir í
landskappingini, tá
dysturin í Gundadali
millum B36 og KÍ
endaði við javnleiki
1-1, sum var eitt rætt-
víst úrslit
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var B36, ið legði harð-
ast út í landskappingardyst-
inum móti KÍ leygardagin.
Heimaliðið legði nakað av
trýsti á KÍ málið og spældi
seg eisini fram til onkran
málmøguleika miðskeiðis í
fyrra hálvleiki. Hesir vórðu
tó misnýttir, og so var tað
KÍ, sum átti tørn.
Útiliðið
hevði
fleiri
atsóknir á B36 málið, men
antin bjargaði Rene Tór-
garð í málinum ella beindi
verjan bóltin burtur.
Fimm minuttir fyri steðg-
in eydnaðist tað KÍ at fáa
hol á málskjótingina, og tað
var tað fyrsta málið hjá KÍ í
ár. Leon Bjartalíð fekk fat-
ur á bóltinum beint framm-
anfyri miðjuna. Hann slapp
at reka ótarnaður oman
móti málinum, og nakað
uttanfyri brotsteigin royndi
hann seg við skoti, sum fór
dygst upp í hornið.
Eitt vakurt mál, og KÍ
kundi fara til hálvleik við
eini eitt máls leiðslu, og tað
mundi útiliðið verða væl
nøgt við.
B36 svarar
straks aftur
Tað var øllum greitt, at B36
ætlaði ikki at lata klaksvík-
ingar fara norðuraftur við
øllum stigunum. Tí vóru
teir naskir at byrja við, og
tað gav úrslit beinanvegin.
Bara fýra minuttir inn í
seinna hálvleik javnaði
heimaliðið. Rógvi Róin
fangaði bóltin uttalaga í
brotsteiginum, og hann
sendi innfyri eftir jørð, har
Ragnar Poulsen stóð púra
leysur og bara skuldi seta
fótin á.
Fleiri mál komu ikki í
dystinum, men bæði liðini
høvdu tó málmøguleikar,
sum væl kundu givið mál.
Tað eydnaðist ikki, og tí
fingu liðini eitt stig í part,
og tað var kanska rættvíst
samanumtikið.
Eftir góðu byrjanina við
einum sigri á Sumba á úti-
vølli, megnaði B36 ikki at
fylgja hesum sigrinum upp.
Havnarmenn skulu næsta
vikuskifti til Tvøroyrar. TB
hevur enn ongan dyst vunn-
ið, so teir vera uppsettir at
vinna tann dystin.
KÍ hevur higartil spælt
tveir javnleikir, so teir hava
enn ein sigur til góðar í ár.
Næstu ferð verður tað ímóti
GÍ á heimavølli. GÍ hevur
enn einki stig, so tað skuldi
verið lag á manni at fáa
fyrsta stigið til høldar.
B36 – KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Leon Bjartalíð
1-1: Ragnar Poulsen
B36 – KÍ 1-1 (0-1):
Liðini býttu stigini
Tað endaði við javnleiki, tá
teir næstbestu hjá B36 og KÍ
hittust í Gundadali
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
– Í gjáramorgunin
fóru 20 næmingar
undir eina nýggja
útbúgving í Føroyum.
SKÚLASKAPUR
Áki Bertholdsen
Í gjár byrjaði skúlagongdin
í nýggja almanna og heilsu-
skúlanum í Suðuroynni.
Sostatt er enn eitt kapitt-
ul lagt afturat føroysku
skúlasøguni, tí hetta er
fyrstu ferð, at tað ber til at
taka almanna- og heilsu-
útbúgvingar í Føroyum.
Fyrstu næmingarnir, sum
eru tiknir inn á skúlan, er
ein flokkur av heima-hjálp-
arum, sum skulu hava út-
búgving sum almanna- og
heilsuhjálparar. Hetta eru
konur, ið hava verið heima-
hjálpir í minst trý ár hesi
seinastu fimm árini og sum
hava arbeitt minst 24 tímar
um vikuna.
Næmingarnir eru úr øll-
um landinum. Hvat heima-
røktini viðvíkur, eru Føroy-
ar býttar sundur í øki og tað
eru tey ymsu økini sjálvi,
sum hava sent heimahjálp-
irnar á skúlabonk.
Men av tí, at tær hava so
drúgvar
royndir
sum
heimahjálpir, varir útbúgv-
ingin hjá teimum bara 26
vikur, men tær eru í starvs-
venjing í gott helvtini av
tíðini.
Lagaliga byrjan
Fyrsta skúladagin í gjár
fingu næmingarnir eina
lagaliga byrjan. Byrjað
varð klokkan 9 í gjára-
morgunin, tá ið borrðreitt
var við morgunmati á skúl-
anum lagið varð gott og tey
trivu eisini í onkran sang.
Men longu áðrenn døg-
verða var tað álvari, tí tá
byrjaði undirvísingin. Av
álvara byrjaði skúlagongd-
in kortini ikki, fyrrenn nú í
morgun.
– Hetta síðsta hálva árið
hava vit arbeitt hart fyri at
fáa alt at rigga, segði skúla-
leiðarin, Susanne Høeg
Olesen, tá ið hon beyð
næmingunum vælkomnum
í skúla í gjáramorgunin.
Hon segði, at tá ið tey
løgdu útbúgvingina til rætt-
is, høvdu tey tikið útgangs-
støði í eini skipan, tey
kendu og laga hana til før-
oysk viðurskifti, tí her eru
umstøðurnar á mangan hátt
øðrvísi enn tær eru í øðrum
londum.
– Men nú skal tað standa
sína roynd. Vit eru til reiðar
og við uppsmoygdum erm-
um røkka vit eisini á mál,
segði hon.
Hon vónaði, at útbúgv-
ingin fer at menna næming-
arnar fakliga og persónliga.
Og hóast 26 vikur kunnu
tykjast longi, væntaði hon,
at tá ið tey stóðu við prógv-
inum í hondinum, fóru tey
at halda, at tað var alt ov
stutt, tí tey ætlaðu eisini at
tíðin á skúlanum, skuldi
knýta vinabond og felags-
skap ímillum næmingarnar.
Og stuttligt skuldi tað eisini
vera.
Ongin trupulleiki
Tá ið skúlin varð settur á
stovn, var tað stóra kjak-
evnið, at hann lá ov illa fyri
á Tvøroyri.
Men tað halda næming-
arnir ikki. Teir, vit tosaðu
við í gjáramorgunin hildu
ikki, at tað var nakar tvør-
leiki at fara til Suðuroyar at
ganga í skúla. Tvørurímóti
var tað onkur ið sá hetta
sum eina kærkomna og
spennandi broyting í ger-
andisdegnum, tí hetta var
nakað nýtt og tað kundi eis-
ini vera mennandi. Tey tóku
tí ímóti hesum tilboðnum
við opnum sinni.
Í øllum førum er tað lætt-
ari at fáa innivist í Suðuroy,
enn tað er í Havnini og hjá
tí eina næminginum, ið
hevur eitt lítið barn við, er
tað heldur ongin trupulleiki
at fáa tað ansað um dagin.
Tað var bara ein sum helt,
at hjá teimum, sum komu
úr Klaksvík, var tað eitt
sindur tvørligt at sleppa
heim um vikuskiftini.....
Seinni í ár byrjar so tann
longra útbúgvingin fyri tey,
sum ongar royndir hava á
økinum. Teirra útbúgvin
byrjar 3. september og tá
sleppa 24 næmingar í
skúla.
Fyrstu næmingarnir byrjaðir
Hetta eru teir fyrstu næmingarnir á nýggja almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroynni. Standandi frá vinstru eru tær Susanne
Høeg Olesen, skúlaleiðari av Tvøroyri, Erna Hovgaard, Judith Árnastein, Aleth Blåsvær og Tonnny Jacobsen, allar úr Havn, Eydna
Johansen úr Sandavági, Gurli Høgnisen úr Vestmanna, Anna Helena Múller úr Kvívík, Johanna Fløtt av Eiði, Hildigarð Djurhuus
úr Fuglafirði, Sonja Hammer úr Syðrugøtu og Vigdis Nolsøe, lærari, úr Porkeri.
Húkandi frá vinstru eru tær Sigrun H. Magnussen úr Runavík, Helena Berthelsen av Strondum, Selma Gullaksen úr Klaksvík,
Judith Poulsen úr Klaksvík, Kertin Jacobsen úr Klaksvík, Jørghild Eið úr Vági, Sólrun Lisberg úr Sumba, Hildigarð Jacobsen av
Tvøroyri, Súsanna Malena Nolsøe úr Dali og Arndis Nicolajsen úr Skopun
– Hetta er eitt nýtt og
spennandi tíðarskeið í
tykkara lívi, sum nú er
byrjað, segði Susanne Høeg
Olesen, skúlaleiðari, tá ið
hon beyð fyrstu næmingum á
almanna ðg heilsuskúlanum
vælkomnum
Teir fyrstu næmingarnir á nýggja almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroy, fingu eina lagaliga
byrjan. Skúlagongdini byrjaði í gjáramorgunin kl. 9, men fyrst á skránni varð morgunmatur og
sangur. Fremst á myndini eru tær Sonja Hammer úr Syðrugøtu, Judith Poulsen úr Klaksvík,
Sólrun Lisberg úr Sumba og Gurli Høgnisen úr Vestmanna