týsdagur 4. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Rákið
Sosialurin desember 2007
Barnið
ynskir
sær teg
Tú livir kanska í 90 ár.
Brúka 10 av teimum til at
geva barninum ein góðan
barndóm. Tú skalt ikki náa
alt, áðrenn tú verður 40
Tað loysir seg altíð í síðsta enda,
at brúka tíð upp á smábørnini.
Hetta sigur Margrethe Brun
Hansen, sálarfrøðingur, sum var
limur donsku Chance for Balance
kommisjónini, sum skrivaði álit
um, hvussu vit fáa betri javnvág
millum arbeiðs- og familjulív.
Margrethe hevur eina greiða
meining um, hvussu børnini fáa
betri rúmd í einum stressaðum
gerandisdegi hjá familjuni.
Hon sigur, at tað hevur stórar
broytingar við sær at gerast
foreldur. Fyri framman stendur
eitt umsorganararbeiði, sum vekir
kenslur sum angist, skuld og
vreiði, men sanniliga eisini
kenslur av eydnu og ríkidømi.
- Fyrireika teg til, at tú hevur eitt
lív áðrenn tú fært børn, og eitt
annað lív, tá tú hevur fingið børn.
Um tú góðtekur og lagar teg til
hetta, fært tú betri javnvág í
tilveruna. Tú livir kanska í 90 ár,
brúka 10 av teimum til at geva
barni tínum ein góðan barndóm,
sigur sálarfrøðingurin, sum eisini
er høvundin aftanfyri vælumtóktu
bókina De kompetente forældre.
Kærleiki og orka geva úrslit
Hon hevur nøkur ítøkilig ráð til,
hvussu tað eydnast at geva
barninum ein góðan barndóm:
- Gev barninum eina kenslu av, at
tú elskar, sært og skilur tað. So
verður barnið eisini ført fyri at
klára seg og at vera til gleði og
gagn hjá øðrum og samfelagnum
sum heild.
Legg orkuna í barnið nú, tí tað
kann ikki bíða. Tað fær stórar
avleiðingar, um tú, tá barnið til
dømis er 16 ár, noyðist at við-
ganga, at tit eru fremmand fyri
hvørjum øðrum, og barnið
kanska ikki hevur hug til at hava
sambond við onnur. Tá er tað ov
seint, sigur hon.
At velja til og frá
Margrethe Brun Hansen,
sálarfrøðingur, sigur eisini, at tú
skalt ikki náa alt, áðrenn tú verður
40. Lívið aftaná tey 40 eru árini
við møguleikum, og tú hevur nú
eini 25 fantastisk ár fyri framman
til at fremja og røkka málunum.
- Minst til, at tað, sum tú sáar av
kærleika, nærleika, virðum og
dannilsi, tá ið barnið er lítið, kanst
tú heysta á ellisárum.
Tá ið fólk alla tíðina kenna
soleiðis at tey fara ov tíðliga frá
arbeiði um dagarnar og komi ov
seint heim til børnini, so snýr tað
seg um at loysa hesa tvístøðuna
við at taka nakrar prinsipiellar
avgerðir í samráð við familjuna
og arbeiðsplássið. Og ikki minst:
at halda fast, staðfestir
sálarfrøðingurin. Og hon skoytir
uppí, at tá ið tú velur til, velur tú
eisini frá.
- Tað kann vera, at tú í eitt styttri
tíðarskeið noyðist at velja
karrieruna frá – og børn og
hjúnafelaga til. Ella tú heilt velur
børn og hjúnafelaga frá í lívinum,
tí tú metir karrieruna hava
størstan týdning. Tað kann vera
sera ábyrgdarfult, at velja børn
frá, tí man stutt og greitt metir, at
tað at vera foreldur ikki kann
sameinast við tað lívið, sum man
kundi hugsað sær.
Ver sum barnið
Sálarfrøðingurin biður okkum
minnast til í familjuni at
viðurkenna menniskjaligu
eginleikarnar fram um ítøkilig
avrik. Fólk sum kenna á sær at
tey verða sæð, lisin og skilt, hava
í minni mun lyndi til at leita sær
viðurkenning gjøgnum arbeiðið.
- Royn av og á at liva sum barnið:
í nú’inum. At gloyma teg sjálva/n
burtur og at vera til staðar.
Uppliva veruliga gleði, og bíða
ikki við tilrættisløgdu gleðina til
fríggjakvøldið. Sparka handan
bóltin og droym at tú ert
Ronaldinho...
Sálarfrøðingurin
Barnatekningar á lørift
Barnatekningar liva ofta eina stokkuta tilveru. Í besta føri prýða tær køliskápshurðina í nakrar dagar, í ringasta,
og sum oftast, enda tær dagar sínar í einum stakki, saman við øðrum fínum tekningum, við einum ”áh, sum tú
dugur væl, góða..” Hetta er stórt spell, tí nógvar barnatekningar eru sonn listaverk á at líta, spontanar,
fantasifullar og erligar. Listakvinnan Rikke Schultz bjóðar at mála barnatekningar yvir á lørift, so tú kanst prýða
heimið við teimum og njóta tær í mong ár framyvir. Vit halda hugskotið vera avbera gott, og hvør sigur, at tað
skal vera júst hendan listakvinnan, sum ger arbeiðið? Kanska skuldi vit roynt sjálvar. Í øllum førum verða børnini
ovurfegin, tá ið tey síggja fínu tekningarnar sum rættiligir “vaksnamálningar” í stovuni. www.ditbarnsmaleri.dk
Barnatos
Barna
vinarligur
fepurstokkur
Nú er nógv lættari at máta
fepurin hjá lítla barninum.
Hendan smarta suttan er til
børn upp til 3 ár. Rætti hitin
kemur fram innan 5 minuttir.
Kostnaður umleið 175 krónur.
Lagt til rættis: Rigmor Dam