Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Sosialurin desember 2007 Rákið Dýrabara tíðin Allar kanningar vísa, at børnini mest av øllum ynskja sær tíð saman við foreldrunum. Eisini nógv heldur enn ting og góðgæti. Gev barninum eitt lítið bræv í jóla- ella adventskalendaran: Í dag sleppur tú at bjóða vinum til bingo og pannukøkur. Í dag skulu vit bæði gera gandadeiggj ella smákøkur saman. Í dag skal eg læra teg at hoppa band, og at lofta og lakka. Í dag skulu vit bæði vera saman allan dagin, og tú skalt velja, hvat vit skulu gera. Í dag skulu vit bæði gera ein holabát... Dygdargóð og burðardygg barnaklæði La Queue du Chat er eitt dygdargott franskt klædnamerki til børn. Klæðini eru framleidd undir burðardyggum treytum og eru úr 100 prosent vistfrøðiligum bummull. Sølan og framleiðslan taka eisini støðið í etisku fairtrade hugsjónini, sum snýr seg um, at fólkini í India, sum virka klæðini, arbeiða undir góðum og tryggum umstøðum og fáa eina góða løn. Til ber at bíleggja klæðini á netinum hjá: www.laqueueduchat.com Barnatos ubang snakkiklæði ubang snakkiklæðir eru góð gerandisklæðir, sum, umframt at hita smáu krovini, eisini eggjar børnunum til at nýta hugflogið og at spæla. Summi børn hava loyniligar vinir, onnur eina dukku og uppaftur onnur tosa bara við seg sjálvi. Við ubang snakkkiklæðunum hevur barnið altíð ein vin við hondina – ella fótin. Vel millum súrir sokkar, farliga fílin, sníkjandi slanguna ella gula giraffin. Ulla Bang Jørgensen, sum er útbúgvin pallsmiðjur, hevur sniðgivið klæðini við støði í spæli og sjónleiki. Øll klæðini hava sjálvandi økotex standard 100 merkið. Snakkiklæðini eru at fáa á heimasíðuni hjá Kúllinum og gelluni: www. kulgel.com, sum sendir um alt landið.