mikudagur 5. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 236 - 5. desember 2007
- Eg haldi ikki, at
viðurskiftini eru
nakað boytt, eftir
at Pia Christmas-
Møller hevur tikið
seg úr konservativa
fólkatingsbólkinum.
Og eg verið í hvussu
er ikki við til at fella
eina borgarliga
stjórn, sigur Kaj Leo
Johannesen
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár gjørdist greitt, at Kaj
Leo Johannesen fer at taka
sæti
á
Fólkatingi
fyri
Edmund Joensen, sum ann
ars er fyrst valdur á sam
bandslistanum.
Edmund
Joensen er sum kunnugt
formaður á Føroya Løg
tingi, og hann kann tí ikki
røkja bæði størvini.
Nú hevur Edmund Joen
sen so gjørt av, at fullføra
arbeiðið sum tingformaður,
og hevur tí biðið næsta
mann á listanum røkja fólka
tingsstarvið
hesa
tíðina
fram til valið, sum væntandi
verður 19. januar komandi
ár.
Hesi tíðindi vórðu neyvan
komin alment fram, fyrr
enn tað frættist, at fyrrver
andi formaðurin í Konserv
ativa flokkinum í Danmark,
Pia ChristmasMøller, hev
ur tikið seg úr fólkatings
bólkinum hjá flokkinum,
og nú verður leysgangari á
Christiansborg.
Reint tekniskt merkir tað,
at atkvøðan hjá Sambands
flokkinum á Fólkatingi nú
ikki longur er hin 90’instjúg
unda, men hin 89’instjúg
unda. Men av tí at Christ
masMøller eisini hevur
boðað frá, at hon kortini fer
at stuðla stjórnini, heldur
Kaj Leo Johannesen ikki, at
støðan er nakað broytt.
Eg fari framvegis at
arbeiða eftir tí leisti, sum
Sambandsflokkurin hevur
samtykt
í
samráð
við
Vinstra, og sum eisini er í
tráð við valskránna hjá okk
um til fólkatingsvalið, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Cleara um neyðugt
Sum flest allir aðrir før
oyskir flokkar boðaði eisini
Sambandsflokkurin frá upp
undir fólkatingsvalið, at teir
ikki ætlaðu at blanda seg í
danskan innanríkispolitikk.
Og tað er framvegis ætlanin.
Men hinvegin fer Kaj Leo
Johannesen ikki at fella
eina
danska
borgarliga
stjórn.
Tað er bara neyðugt hjá
mær at blanda meg í dansk
an innanríkispolitikk um so
er, at hin føroyski fólka
tingslimurin ger tað. Men
so er tað eisini klárt, at eg
fari
at
cleara
hansara
atkvøðu, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hann heldur kortini, at
ein slík støða ikki kemur
upp á tal.
Ikki, um Tjóðveldi
heldur síni lyftir um ikki at
blanda seg í danskan innan
ríkispolitikk, sigur nýkosni
føroyski fólkatingslimurin
fyri Sambandið.
Hann vísir annars á, at
nógv er at gera í løgtingin
um í løtuni, og tá tað
arbeiðið er liðugt, stendur
eitt valstríð fyri durum,
sum sjálvandi fer at krevja
sína tíð.
Men vit hava avtalur um
hvussu vit gera í sambandið
við valstríðið. Flokkarnir
hava jú vanligar clearings
avtalur sínámillum. Annars
fari eg niður á fólkating í
næstu viku, sigur Kaj Leo
Johannesen, nýkosin fólka
tingslimur.
Fella ikki stjórnina
Kaj Leo Johannesen skal røkja starvið sum fólkatingslimur fram til føroyska løgtingsvalið, sum
væntandi verður 19. januar.
Eitt valevni í Suðuroy
Sjálvstýrisflokkurin hevur valt at stilla Eileen Sandá í Vági
upp vegna Suðuroynna. Eileen er ættað úr Suðuroy, men
hevur útbúgvið seg niðiri og eina tí arbeitt í Havn. Nú eru
hon og maðurin flutt suður aftur, tí líkindi eru fyri fleiri
størvum til útbúgvið fólk í útjaðaranum. Fyrr hevði
Sjálvstýrisflokkurin truplar møguleikar undir gomlu
valskipanini at fáa umboð í smáu valdømunum, men nú er
framgongd væntandi undir broyttu skipanini, verður sagt í tíðindaskrivi. Sjálvstýrið
hevur tó valt bert at stilla Eileen upp í Suðuroy til tess at savna atkvøðurnar um eittans
valevni, so møguleikin at verða vald ella koma inn sum varaumboð á tingi verður betri.
Íslendskur stóríleggjari ridlar
Íslendska FL group, sum millum annað er stórpartaeigari í Sterling og Royal
Unibrew sigst nú vera í álvarsomum fíggjarligum trupulleikum. Felagið hevur boðað
frá, at ein fíggjarlig umskipan nú verður gjørd, eins og stjórin, Hannes Smárasson, er
farin úr starvi. Men danskir greinarar halda, at trupulleikin langt ífrá er loystur við
hesum. Lars Christensen úr Danske Bank sigur, at krossaði eigaraskapurin hjá fleiri
av fíggjarligu aktørunum í íslendska búskapinum ger, at tað ber illa til at avmarka
trupulleikan til eina einstaka fyritøku. – Hækkandi rentur og fallandi partabræva
kursir eru eitur fyri íslendsku íløgufeløgini, hvørs virksemi byggir á pantseting í
nýggjar íløgur. Tað gongur væl, so leingi sum marknaðurin hækkar í virði, men
seinastu mánaðirnar hevur hetta ikki verið gongdin, sigur Lars Christensen.
Føroysku fólkatings-
umboðini eiga at gera,
sum tey lovaðu undan
valinum, nevniliga
at halda fingrarnar
burtur frá donskum
innanríkispolitikki,
sigur Jørgen
Niclasen, formaður í
Fólkaflokkinum
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú er komi fram, at danska
andstøðan í fólkatinginum
er komin við uppskoti um
at gera eina kanning av
danska
lutinum
í
Irak
krígnum.
Tað mugu teir so sjálvir
um, men tað er ógvuliga
ódámligt, at eitt føroyskt
umboð er at finna millum
uppskotsstillararnar saman
við báðum teimum grøn
lendsku umboðunum, sigur
Jørgen Niclasen, formaður
í Fólkaflokkinum.
Hann heldur ikki, at tað
tænir virðingini fyri Grøn
landi og Føroyum, at fólka
tingslimir úr londunum báð
um blanda seg beinleiðis í
danskan politikk.
Danir valdu ein borgar
ligan meirluta í Fólkatingið.
Tí líkist tað ongum, at før
oyskur tjóðveldisosialistur
letur seg brúka til at skeikla
hesa demokratisku avgerð
hjá dønum, heldur Jørgen
Niclasen.
Tað var í valstríðnum ført
nógv fram frá nærum øllum
flokkum, at føryingar áttu
ikki at blanda seg í danskan
innanríkispolitikk. Men tað
heldur Jørgen Niclasen, at
umboðið hjá Tjóðveldi á
Fólkatingi ger, verður hann
við til at stilla slíkt uppskot
framm.
Sum partur av føroysku
sjálvstýrisrørsluni,
standi
eg spyrjandi. Vit sum vilja,
at í Føroyum skulu føroy
ingar ráða, eiga at virða
dana rætt at ráða í Danmark.
Alt annað er skomm, sigur
hann
Hann heitir tí á bæði før
oysku umboðini um at
halda fingrarnar burtur frá
donskum
innanríkispoli
tikki.
Gera teir ikki tað, er alt
trúvirði um, at í Danmark
skulu danir ráða og í Føroy
um skulu føroyingar ráða,
burtur, heldur Jørgen Nicla
sen.
Fingrarnar burtur, takk
Jørgen Niclasen heitir á føroysku fólkatingsumboðini um at
halda fingrarnar burtur frá donskum innanríkispolitikki