mikudagur 5. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 236 - 5. desember 2007
Men vit skulu kortini
minnast til, at tey
tiltøk, sum vit nýliga
hava sett í verk, eru
ikki farin at virka
áðrenn hendan
kanningin varð
gjørd, sigur Jógvan á
Lakjuni
PISAKANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var talan um hóvligan
fagna, tá PISA-kanningin
varð almannakunngjørd í
Mentamálaráðnum í gjár.
Fólk flest vistu, hvat var í
væntu, og tí kom heldur
vánaliga úrslitið ikki bein-
leiðis óvart á. Heldur ikki á
Jógvan á Lakjuni, menta-
málaráðharra.
- Vit skulu minnast til, at
tað er eitt hálvt ár gingið
síðani undankanningina, so
vit vóru eitt sindur stúrin
fyri, at úrslitið fór ikki at
verða so nógv øðrvísi enn
undankanningin vísti, hóast
at onkur bati var. Eitt nú
hava vit fingið 450 stig í
støddfrøði, sum er tað
mesta vit hava fingið, segði
Jógvan á Lakjuni við Rás2.
Mentamálaráðharrin dyl-
ir ikki fyri, at úrslitið langt
frá er nøktandi.
- Vit mugu viðganga, at
okkara skúli liggur ov lágt.
Men vit mugu hinvegin
eisini minnast til, at tey til-
tøk, sum vit hava sett í verk,
eru gjørd eftir kanningina,
og hava tí onga ávirkan á
úrslitið, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Tiltøkini, sum hann sipar
til, eru fleiri tímar, bæði í
verandi skúlaári og eisini í
komandi ári, umframt fleiri
royndir inn í skúlarnar.
- Vit eiga at halda fast við
við tað, sum vit hava sett í
verk. Men vit vita sam-
stundis væl, at vit hava tørv
á lærarum innan náttúruvís
undagreinarnar, og har er
tað, at Læraraskúlin kemur
inn í myndina. Tað verður
neyðugt at gera nakað har,
sjálvt um eg ikki upp á
standandi fót kann siga
nágreiniliga,
hvussu
vit
loysa
tað
málið,
sigur
Jógvan á Lakjuni.
Lesingin lykilin
Men
samstundis,
sum
Jógvan á Lakjuni slær fast,
at tað er alneyðugt at fáa
fólk at útbúgva seg á nátt-
úruvísindaliga økinum, so
eru onnur viðurskifti, sum
hava líka stóran týdning.
Eitt av hesum er eftirútbúgv-
ing av lærarum.
Og júst hetta økið hevur
verið gjølla viðgjørt í Sosi-
alinum herfyri, har víst var
á, bæði hvussu illa stóð til á
økinum, men eisini hvussu
tvørligt tað var hjá lærarum,
skuldu teir verða so hepnir
at sleppa til eitt eftirútbúgv-
ingarskeið. Ikki minst tað,
at teir máttu sjálvir hava
matpakka við, skuldu teir
ikki doyggja í hungri til
hesi skeiðini.
Landsstýrismaðurin
kundi tó upplýsa, at hesin
trupulleikin
var
loystur,
men at tað framvegis eru
ábøtir neyðugar á økinum.
- Tað er eingin ivi um, at
vit mugu skipa fyri nógv
meiri miðvísari eftirútbúgv-
ing av lærarum, og eisini
har mugu vit fáa Lærara-
skúlan við á banan, nakað,
sum vit eisini fyri so vítt
hava fingið. Tá tað kemur
til lesing, hava vit sett
gransking á stovn á økinum,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Og júst hetta við lesing
metir mentamálaráðharrin
er av alstórum týdingi.
- Lesingin er lykilin til alt
annað hjá næmingunum,
sigur hann.
Jógvan á Lakjuni heldur
annars, at frágreiðingin er
sera áhugaverd, og nemur
eisini við broytingina frá
fiskivinnusamfelagi til vit-
unarsamfelag. Men fremst
av øllum heldur mentamála-
ráðharrin, at vit eiga at nýta
kanningina konstruktivt.
Vit mugu sláa kalt vatn í
blóðið og arbeiða saman í
hesum málinum, segði Jógv-
an á Lakjuni við Rás2.
Tað er ikki nóg gott
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, sá eitt sindur
»millumfornøjaður« út, tá úrslitið av PISA-kanningini varð
almannakunngjørt
Mynd: Jens Kristian Vang
Sofus í smiðjuni
Sofus Poulsen hevur í løtuni eina røð av
framsýningum kring landið. Talan er um
nýggjar oljumálningar, og sunnudagin letur
framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í
Havn. Framsýningin letur upp klokkan 15,
og mána- til mikudagin er opið millum
klokkan 14 og 17.30.
Kaupthing hækkar rentu
Kaupthing Bank byrjaði í vár kappingina um innlánskundar í
Føroyum. Eitt av vápnunum her var at hækka innlánsrentuna á
innlánum við tríggja mánaða uppsøgn í 4,5%, og nú boðar
bankin frá, at rentan verður hækkað enn einaferð. Hesa ferð upp
í 5%.
Býlingsstjórin í
SMS, sum kemur
av eini kendari, pol
itiskari familju í
Miðvági, umhugsar
at stilla upp a Sam
bandslistanum. Kitty
May Ellefsen hevur
fingið nógvar áheit
anir, og í kvøld fellur
avgerðin, tá Føroya
Væl í Havn hevur
triðja og seinasta upp
stillingarfund
PolItIKKur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Ellefsen er ein kend politik-
arafamilja í Miðvági, so
bara eftirnavnið kann iva-
leyst sparka hurðar inn í ein-
um politiskum flokki. Um
tað er hetta Kitty May Ellef-
sen, býlingsstjóri í SMS,
ætlar sær at gera, vil hon
ikki siga beint nú, men vátt-
ar, at hon hevur fingið nógv-
ar áheitanir um at stilla upp
á Sambandslistanum.
Kitty May Ellefsen er
dóttir Jens Eli Ellefsen úr
Miðvági, og pápabeiggarnir,
Pauli Ellefsen og Svend
Åge Ellefsen, hava verið
nógv ár í politikki. Fyrr-
nevndi sum formaður í Sam-
bandsflokkinum og løgmað-
ur, og síðstnevndi sum løg-
tings- og landsstýrismaður
fyri Fólkaflokkin.
Kitty May Ellefsen, ið hev-
ur arbeitt sum fulltrúi í Vinnu-
málaráðnum, áðrenn hon fór
í starvið sum býlingsstjóri í
SMS, hevur sagt núverandi
starvið frá sær, og tí verður
gitt dúgliga, at hon er á veg
upp í politikk.
Hesar gitingar eru ikki
heilt viðsíðuna av, tí sjálv
sigur hon seg vera freistað
av teimum áheitanum, ið
eru komnar.
- Eg eri rættiliga impulsiv,
og tí passar tað mær væl at
skifta hest nú, sigur 39 ára
gamla Kitty May Ellefsen.
Fyri Sambandsflokkin er
hetta helst góð tíðindi, tí tor-
ført hevur verið hjá flokkin-
um at fingið yvirtala kvinnur
at koma á listan. Flokkurin
hevur gjørt av at stilla 32 til
34 valevni upp fyri alt landið,
og higartil eru bert fýra kvinn-
ur at finna millum evnini til
at gerast valevni. Tær eru
Ingvør
Nolsøe,
Majbritt
Jacobsen, Sæðunn Ólavs-
dóttir og Rósa Samuelsen.
Tann fimta verður altso eftir
øllum at døma Kitty May
Ellefsen, um hon verður góð-
kend á uppstillingarfundinum
hjá Føroya Væl, ið er val-
felagið hjá Sambandsflokkin-
um í Suðurstreymi, sum held-
ur triðja og seinasta uppstill-
ingarfund í kvøld. Her skal
leggjast dentur á, at upp-
stillingin runt um í landinum
langt frá er liðug, og tí er
framvegis møguleiki fyri, at
fleiri kvinnur koma á listan.
SMS-stjóri á veg upp í politikk
Kitty May Ellefsen hevur fingið politikkin inn við móðurmjólk-
ini, og sum fyrrverandi fulltrúi í Vinnumálaráðnum hevur hon
royndir sum embætisfólk hjá einum landsstýrismanni
Savnsmynd