Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 236 - 5. desember 2007 Heimsins dýrasti Rolls Elsti Rolls Royce-bilurin, sum framvegis koyrir, varð herfyri seldur á uppboðssølu. Talan er um ein lítlan bil við tveimum setrum og 10 hestakreftum, og er hann bygdur í 1904. Undan uppboðssøluni á Bonhams í London varð bilurin virðismettur til knappar 20 mió kr., men søluprísurin gjørdist tó nógv hægri. Ikki minni enn £3,5 mió var hægsta boðið. Hetta svarar til 36,8 mió kr. Rolls Royce varð stovnað í 1904, og er hetta einasti bilurin, sum enn er eftir av teimum, sum vórðu framleiddir hetta árið. Playstation til granskarar Nýggju Playstation 3 frá Sony eru somikið kraftmiklar, at tær nú eisini verða nýttar av granskarum. Soleiðis hava lærdu háskúlararnir í Aalborg og Keypmannahavn júst útvega sær 30 Playstation hvør. Tær skulu tó ikki nýtast til spæl, men við at seta 30 av hesum saman fæst datamegin somikið langt upp, at talan í veruleikanum er um superteldur. Slík clusters av Playstations verða longu nýtt í USA, og er hetta ein loysn, sum er væl bíligari enn samkoyring av fleiri vanligum teldum. Óli Marner Christ­ iansen og Niels Mortensen kappast um Klaksvíkina, og í løtuni er líkt til, at tað verður SMS­maðurin, sum vinnur slagið – og Óli Marner noyðist at leggja ”kongin” Handilslív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Handilsverðin er hørð, og hon kann eisini vera køld, serliga tá ið ræður um kapp- ingina um tær stóru verkætl- aninar. Soleiðis er eisini við ætlanini, sum Óli Marner Christiansen leingi hevur arbeitt við í Klaksvík, nevni- liga at byggja eina handils- miðstøð á stóra og planeraða økinum, sum Klaksvíkar kommuna hevur lagt út til endamálið innast á vánni. Hetta er tilfar, sum komið er úr Norðoyatunlinum, og økið hevur leingi ligið klárt til byggingar. Enn liggur økið órørt, og einki er bygt. Í samrøðu við Sosialin fyrr í heyst segði Óli Marn- er Christiansen, sum enn ræður yvir økinum, hóast tíðin hjá Klaksvíkar kommu er farin, at ætlaninar at byggja handilsmiðstøðina ikki eru sleptar. – Vit høvdu ikki havt brúkt so nógvan pening upp á hesa verkætlan, um vit ikki meintu nakað við tað. Gongd er í málinum, og vit vilja bara vissa okkum, at alt konseptið er tað skila- besta og burðardyggasta – bæði nú og frameftir, áðrenn farið verður í gongd við sjálva byggingina, segði Óli Marner Christiansen. Í samrøðu í blaðnum í dag er hann ikki so bjart- skygdur longur (lesið grein- ina til høgru). Niels fyrireikar Trupulleikin hjá Óla Marn- eri er, at mikli forrætnings- maðurin í SMS, Niels Mort- ensen, eigur tveir stórar bygningar á Borðoyavík, sum hann á sinni keypti frá strandinginum, Eivindi Ja- cobsen. Tað í sær sjálvum nýtist ikki at vera nakar trupul- leiki, men spurningurin er, hvat Niels Mortensen fer at brúka hesar bygningarnar til. Einki forðar SMS-mann- inum í at fara undir hand- ilsvirksemi í bygningunum, og rættiligta álítandi keldur vilja vera við, at tað er júst hetta, sum hann arbeiðir við. Í løtuni verða tekningar gjørdar, og sum skilst, verð- ur Bónus ein av handlunum á Borðoyavík. At tekningar nú verða – ella longu eru – gjørdar, váttar Niels sjálvur fyri Sosialinum. Ein trupulleiki hjá Nielsi er, at hann eingi parkerings- pláss eigur rundan um bygningarnar á Borðoyavík, men tað er heldur eingin trupulleiki hjá einum roynd- um forrætningsmanni, sum honum. Í Klaksvík vænta tey, at Niels fer at taka ann- an bygningin niður og brúka hann til parkerings- pláss – og síðan er hin eftir. Einki samband Hugsandi er eisini, at Niels fer at taka væl etableraðar handlar, sum í dag eru í SMS, við sær norður til Klaksvíkar, og tað er júst hetta, sum er tann stóri trupulleikin hjá Óla Marneri og ætlaðu handilsmiðstøðini í Klaksvík. Kortini vil Óli Marner í hinari greinini á síðuni ikki viðganga, at so er. – Eg eri glaður fyri kapp- ing – og kapping skapar framdrift, sigur hann. Tá ið Sosialurin tosaði við Óla Marner fyrr í heyst, skiltist, at eitt samstarv mill- um hann og Niels Morten- sen var upp á tal, men nú er greitt, at einki samband hev- ur verið millum partarnar leingi, tí Niels Mortensen heldur, at byggingin av handilsmiðstøðini og kon- septið í Klaksvík í síni heild er ov kompliserað. Báðir vátta, at einki sam- band hevur verið millum partarnar í longri tíð. Ætlaða handilsmiðstøðin dregur út, og SMS-maðurin hevur ikki hug at bíða, nú hann eigur nevndu bygning- ar. Enn hevur Niels ikki søkt Klaksvíkar kommunu um nakað, men væntandi er, at hann fer at lata hoyra frá sær, tá ið konseptið á Borð- oyavík er kárt at seta í verk. Kommunan fer neyvan at forða Nielsi í at byggja sína handilsmiðstøð, tí tað er sum so einki, sum forðar honum í at reisa eina slíka verkætlan á føtur á Borð- oyarvík. Tað váttar Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, eis- ini fyri Sosialinum. Kommunan ótolnast Klaksvíkar kommuna tekur av fullum huga undir við ætlaðu handilsmiðstøðini hjá Óla Marneri í Klaksvík, og í samrøðu við Sosialin fyrr í heyst segði borgar- stjórin, Steinbjørn Jacobsen, at kommunan helst vildi sæð, at okkurt spurdist burt- ur úr verkætlanini skjótast gjørligt. Fer Niels Mortensen at byggja sína handilsmiðstøð á Borðoyavík, tekur hendan grundarlagið undan ætlaðu handilsmiðstøðini í Klaks- vík – í hvussu er fyribils, og spurningurin er tá, hvør verður sinnaður at fíggja verkætlanina, sum Óli Marner Christiansen longu nú hevur brúkt nógvan pen- ing upp á. Í Klaksvík siga tey, at Óli Marner er skilamaður. Hann er av fittastu monnum, og er eitt gott menniskja, men spurningurin er, um hann ikki longu er ov seinur á sjóvarfallinum. Trupulleikin hjá Klaks- víkar kommunu kann ger- ast, at ætlaði miðdepilin í Klaksvík dettur niður fyri ella verður skotin út í fram- tíðina. Aðrir møguleikar Ein annar møguleiki er, at tað verður Niels Mortensen, sum yvirtekur verkætlanina við handilsmiðdeplinum, og tá fær Klaksvíkin ein Handilsmiðstøð skotin út í Í løtuni er ógvuliga ivasamt, hvat verður av handilsmiðstøðini hjá Óli Marner Christiansen. Niels Mortensen eigur tveir bygningar á Borðoyavík, og nú er hann í holt við at gera tekningar yvir, hvussu handilsvirksemið skal innrættast. Spurningurin er so, nær Klaksvíkar kommuna fær sítt ætlaða miðbýar-og mentanarumvhørvi á ”sandinum” í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen