mikudagur 5. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 236 - 5. desember 2007
- Tað er at gleðast yvir, at okkurt
hendir við handilslívinum
her norðuri. Eg fegnist um, at
FK fer at byggja, og eg fegnist
eisini um, at Niels Mortensen
er farin at gera tekningar yvir
sínar bygningar á Borðoyarvík,
sigur Óli Marner Christiansen
sum ásannar, at lítið hendir
við ætlaðu handilsmiðstøðini í
løtuni
Handilslív
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Óli Marner Christiansen, sum er maðurin,
ið hevur brúkt nógva tíð, pening og orku
upp á verkætlanina at byggja eina hand
ilsmiðstøð á ”sandinum” í Klaksvík,
kunnaði herfyri býráðið um støðuna.
Í løtuni hendir einki, og í løtuni er
eingin framdrift í málinum um handils
miðstøðina.
Tað ásannar Óli Marner Christiansen í
samrøðu við Sosialin í morgun.
Spurdur, um hann hevur slept ætlanini
at byggja miðstøðina, er svarið hvørki ja
ella nei.
Eg eri keddur av tí, men tað er einki
nýtt í málinum. Hvat annars fer at henda,
verður neyðugt at taka støðu til, tá ið
tann tíðin kemur.
Liggir ongum í vegin
Óli Marner sigur, at hann hevur latið
býráðið vita, at hann ikki vil liggja í
vegin fyri nøkrum, sum kundi hugsað
sær at bygt á planeraða økinum innast í
Klaksvíkini.
– Tað verður ein spurningur millum
tann, sum hevur okkurt hugskot og býráð
ið, sigur hann.
Óli Marner sigur seg eisini hava skilt,
at Niels Mortensen hevur latið gera
tekningar við handilsvirksemi yvir sínar
bygningar á Borðoyarvík, og herfyri
gjørdist greitt, at FK helst fer at byggja
nýggjan handil norðanfyri Statoilstøðina
í Klaksvík.
Eru tað hesar byggingar, sum máa
grundarlagið undan ætlaðu handilsmið
støðini – ella, hvørjum verður bíðað eftir
í løtuni?
– Eg dugi ikki ordiliga at siga, hvørjum
bíðað verður eftir, men vit vilja í fyrsta
lagi vita, hvat hendir, og eg havi sum
nevnt kunnað býráðið um støðuna, sum
er beint í løtuni.
Kapping og framdrift
Óli Marner sigur seg fegnast um, at okk
urt hendir við handilslívinum í Klaksvík,
og at hann virkuliga meinar tað, hann
sigur, letur hann okkum skilja.
– Tað er í fínasta lagi, at handilslívið
her norðuri mennist, tí her má og skal
okkurt henda. Tað gongur seint, men
handilslívið fer at mennast, sum tíðin
gongur. Eg fegnist um, at FK fer at
byggja, og eg fegnist eisini um, at Niels
Mortensen er farin at gera tekningar yvir
sínar bygningar á Borðoyarvík.
Í hesum viðfangi ásannar, Óli Marner,
at lítil – ella eingin framdrift er við ætl
aðu handilsmiðstøðini í løtuni, og hann
veit ikki at siga, hvat fer at henda við
hesi verkætlan.
Býarmyndin burtur
– Málið hjá mær hevur verið at hildið
meg innan teir karmar, sum kommunan
hevur ætlað skulu vera á økinum. Tað,
sum í ringasta føri kann henda, er, at
kommunan fyribils missir ætlaða handils
og mentanarumhvørvið, sum kommunan
annars hevur ætlað sum partur av eini
miðbýrarmynd, sigur Óli Marner.
Hann vísir á, at tað er kapping, sum
skapar framdriftina, og samanum tikið
fegnast hann bara um, at okkurt fer at
henda við handilslívinum í Klaksvík nú.
– So leingi, sum spaki ikki er settur í,
og einki er byrjað, er longri á mál, sigur
Óli Marner Christiansen.
Óli Marner liggur
ongum í vegin at
byggja í Klaksvík
framtíðina
miðdepli, sum leingi hevur
verið bíðað eftir, og sum
Klaksvíkar kommuna hevur
planerað hetta økið til.
Men skal tað henda, noyð
ist kommunan helst at lata
Niels Motensen hava sína
ávirkan á, hvussu konseptið
skal skrúvast saman, tí hetta
eftir øllum at døma – og í
verandi líki tykist honum
ov kompliserað og stórslig
ið.
Tíðin gongur, og lítil ivi
er um, at Niels Mortensen
arbeiðir við síni verkætlan.
Tað ger Óli Marner Christ
iansen ivaleyst eisini enn.
Kanska, kanska ikki.
Tað svarið kemur ikki
greitt fram í hinari grein
ini.
Spurningurin er so, hvørt
vinnur fyrst á mál – um
báðir partar vinna á mál,
ella um annar parturin noyð
ist at leggja ”kongin”, tí hin
vann slagið um marknaðin í
Klaksvík og Norðoyggjum
í síni heild.
Niels yvirtekur?
Eingin veit við vissu, hví
Niels Mortensen og Óli
Marner Christiansen ikki
tosa saman í løtuni. Tað
kann vera, tí Niels hevur
tikið sína avgerð um Borð
oyarvík – ella tí, at hann vil
leggja trýst á Óla Marner
og Klaksvíkar kommunu,
soleiðis at hann at enda
stendur eftir við planeraða
økinum – og miðbýnum í
Klaksvík.
Nýtt fornfund á Svalbard
Granskarar hava funnið leivdirnar av eini
risastórari reptil á Svalbard. Sagt verður, at
beinagrindin er tríggjar metrar stór og 10 metrar
long, og hevur djórið soleiðis verið á stødd við ein
vanligan býarbuss. Jørn H. Hurum, ið er ein av
granskarunum á staðnum sigur við Bergens
Tidende, at teir eru rættiliga vísir í, at talan er um
ein sannan risa, sum ongan tíð áður hevur verið
sæddur. Í august mánaði funnu granskarar eisini
leivdina av einum øðrum stórum fornaldardjóri á Svalbard.
Jólatræið í Kirkjubø
Jólatræið í Krikjubø verður tendrað fríggjakvøldið
7. desember kl. 19.00 á Vaglinum. Jóhan Hendrik
Winther Pouls, professari, og Sverri Steinhólm,
prestur, tala, og kórið Sólarmagn syngja við
træið. Jólamaðurin verður eisini at síggja í
Kirkjubø, tá træið er tendrað.