Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 viðmerkingar Nr. 212 - 1. november 2007 Svar títt til mína grein ber brá av, at okkurt hóast alt hevur rakt teg. Men tað í sjálvum sær er positivt, ætlanin við einum orða­ skifti er jú, at báðir ella allir partar siga nakað av týdningi. Men at byrja tína grein við at gera meg til ekspo­ nent fyri ørskapin í átta­ tiárunum er eitt sindur langt úti, í øllum førum í samband við tað, sum hetta málið snýr seg um. Hetta vísir mær, at tú ikki altíð setir teg nóg væl inn í tey evni, sum tú viðgerð. Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt upptak í 1989 og frameftir, men øll hendan gongdin hevur so nógv aspektir í sær, sum ikki hava við hetta orða­ skifti at gera, men sum í øðrum sambandi kundi verið sera áhugavert. Ann­ ars kann eg upplýsa tær, at eg arbeiði við eini lýsing av hesum tíðarskeiði saman við øðrum politisk­ um upplivingum, eg havi havt. Men tær koma eina ferð seinri, helst um nakrar mánaðar, um annars lív og heilsa verður. Viðv. Jacob Vestergaard Tað eg fyrst og fremst vildi átala í tíni skriving um Jacob Vestergaard sum ein dýran drong, er tann vána­ ligi journalistikkur, sum liggur aftanfyri. Hetta mótprógvar tú heldur ikki í tínum aftursvari. Tú hevur bara gjørt upp, at Vester­ gaard hevur kosta lands­ kassanum ca. 5 mio. kr. í samband við Jógvan S og Strandferðsluna. Einki um, hvat liggur aftanfyri og gongdina annars í báðum málunum. Tað, eg vildi vísa á, var, at í Jógvan S málinum var ein verulig politisk uppílegging í embætisførsluna hjá táver­ andi fiskimálaráðharra. Tað var sjálvt Løgtingið, sum legði seg út í málið, í fyrsta umfari gjøgnum landsstýrismálanevndina. Um Jacob Vestergaard tá spurdi nakrar floksfelagar til ráðs, veit eg ikki, eg var ikki til steðar á nakran hátt, men eg rokni við, at em­ bætisverkið hjá honum ráðgav honum eftir bestu sannføring. Men sjálvandi, hann hevði ábyrgdina í síðsta enda. Aftaná kunnu vit ásanna, at hann hevði staðið betur, um hann ikki fylgdi boðunum frá lands­ stýrismálnevndini, men hevði noktað at strika fiskiloyvi, men so eisini við teim fylgjum, sum stóðust av at verða frá­ koyrdur sum landsstýris­ maður av Løgtinginum. Men alt hetta er ikki við í tíni grein. Viðvíkjandi skiparunum á Smyrli havi eg einki meira at siga – tú mótprógv­ ar tað heldur ikki – enn at høvuðsmistakið liggur hjá fíggjarmálaráðnum, sum ikki ger sína skyldu, nevni­ liga at játta verandi skipar­ um at blíva í starvinum til teir fylla 70 ár. Harafturat eigur stjórin ikki at seta aðrar í starv, sjálvt um fíggjarmálaráðið hevur noktað, fyrrenn klagan frá skiparunum er viðgjørd av innlendismálaráðnum, og harafturat gangi eg út frá, at ráðini bæði, vildu veri so frætt at sær komin, at tey viðgjørdu málið saman. Tað, at løgmaður ikki hevur kannað viðgerðina í fíggjar­ málaráðnum, er eitt brek í allari viðgerðini. Tað eg havi skrivað um hesi viður­ skifti er ikki fyri at verja ein floksfelaga, men tí eg meti, at bæði saksviðgerð og fjølmiðlaviðgerð hevur verið skeiv og óhjálpin. Tað uttan mun til um persónurin er floksfelagi ella ikki. Tú nevnir eisini, at Fólkaflokk­ urin góðtók uppsøgnina av Vestergaard. Eg veit av góðum grundum einki um tað viðgerðina í flokkinum, annað enn, at hon tók drúgva tíð. Men flokkurin hevði væl valið ímillum at nokta at halda fram í landsstýrissamarbeiðinum ella at pjøssa sum frægast um arbeiðið seinastu vikurnar av valskeiðinum. Sandoyartunnillin Tú sigur, at tað er í spei­ semi, tú skrivar um Sand­ oyartunnillin sum eina dýra (heimsins dýrastu) gávu. Eg skrivaði, at tú gjørdi gjøldur burtur úr málinum. Tað er væl nøku­ lunda tað sama. Tað sum eg átalaði var, at við slíkari niðurgerandi skriving verð­ ur ein kíli settur millum Sandoyingar og føroyingar annars. Tú leggur upp til, at restin av Føroyum gevur eina gávu til Sandoyafólk. Tað er hetta eg meti at vera rasisma. Tað er ein farri av tí hugburði, at tey eru ikki líka nógv verd sum føroyingar annars. Tá ið kostnaðurin verð­ ur gjørdur upp á hendan hátt, og bert skal roknast út uppá hvønn íbúgva í Sandoynni krakelerar alt tos um føroyska samhalds­ festi, og at allir íbúgvar landsins hava sama virði. Ein slík skriving hevur eisini tann vanda við sær, at hon kann øsa part fólki­ num upp móti ætlanini og ímóti politikarum. Tí nevndi eg eisini øsingina, sum í síni tíð var móti keypinum av “Mortani Mols” og í langa tíð eisini móti Vága tunnlinum. Ja tá varð forrestin eisini ein landsstýrismaður koyrdur úr starvi, tí hann dittaði sær at arbeiða fyri at hesin tunnil skuldi gerast. Eg eri ikki vitandi um, at KRIS skal missa sín stuðul, og tað vóni eg held­ ur ikki verður veruleiki. Eisini vóni eg, at ÍSB fær sín stuðul frá Landskassa­ num. Men at seta hesi mál upp í móti eini stórari og neyðugari íløgu er púra burtur við. Hesi eru ikki mótsetningar, men tvørtur í móti bæði skulu nýta frama. Til seinast tínar við­ merkingar um Dagblaðið og Pinochet v.m.kann eg bert siga, at eg ongatíð havi tikið undir við diktat­ urleiðslum, hvørki í fasist­ iskum ella kommunist­ iskum ella øðrum lond­ um. Tí nýti eg eisini mín demokratiska rætt til at skriva í Sosialinum og øðrum bløðum, eisini tá tað snýr seg um atfinning­ ar móti fjølmiðlafólki og teirra viðgerð av málum og persónum. Aftursvar til Kára Mikkelsen Jógvan SundStein Sandoyartunnilin 1. byggi­ stigið av stóru verk­ ætlanini at binda Føroyar saman í eina eind varð loksins samtykt. Serliga stórur er dagurin fyri Sandoynna, nú samtykt er at byrjast skal í november 2009. Við einum pennastroki verður Sandoyggin partur av Føroyum við føstum vegasambandi. Stórir verða møguleikarnir fyri oynna. Uppgávan liggur nú hjá okkum í oynni. Ein upp­ gáva, vit í felag skulu loysa, við at marknaðarføra oynna á besta hátt. Hetta kann verða gjørt við at: 1. Broyta kommunala bygnaðin í oynni 2. Sethúsaøkir í allari oynni 3. Íðnadar økir 4. Almennar stovnar Skotbráðið er 6 ár, men neyðugt er longu í kom­ andi ári at seta seg saman og fyrireika stóru avbjóð­ ingina og møguleikanar. Møguleikar skapa hugskot. Gerhard og Páll takk fyri, stór var jólagávan. Stóra tøkk til Føroya Løgting og Føroya Landstýri borgarstjóri í Skálavík LinJohn ChriStianSen Spennandi at fáa nýggjar pennavinir. Serliga tá hesir eru so óførir at skriva. Hesuferð havi eg verið serliga heppin, tí mín nýggi pennavinur, sum býr á flatlondum, hevur longu skrivað mær tvey brøv í bara tríggjar dagar. Hetta takka verið nýggju tøknini, har man ikki nýtist at sita og bíða í vikur, mánaðir ella kanska ár eftir posti sum í gomlum døgum, men kann senda brøv síni ígjøgnum teldu. Ikki bert hevur mín nýggi pennavinur úr Dan­ mark eftir øllum at døma góða tíð at skriva, hann er heldur ikki hvør sum helst. Tað vísir seg nevniliga, at hann einaferð hevur verið Føroya løgmaður. Eisini hevur hann verið bæði landsstýrismaður og løg­ tingsmaður. Bert knípur tað álvarsliga við minni­ num hjá hesum fyrrverandi stórpolitikara, tí framma­ laga í brævinum til mín her á síðuni skrivar hann: ”Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt upptak í 1989 og frameftir, men øll hendan gongdin hevur so nógv aspektir í sær, sum ikki hava við hetta orða­ skifti at gera, men sum í øðrum sambandi kundi verið sera áhugavert.” Hov, hov, mín góði penna­ vinur; upptak eftir hvørj­ um? Tær sjálvum? Eg eri tíverri noyddur at minna teg á, at tú fyrstu ferð varð valdur á ting longu í 1970. Við vanligari høvuðrokn­ ing merkir hetta, at tú í 1989 hevði sitið heili 19 ár á Løgtingi, harav stóran part av tíðini sum formað­ ur í flokki tínum, Fólka­ flokkinum. Ein flokkur, sum bæði áðrenn og aftaná var við í teimum flestu samgongunum og harvið hevði medábyrgd av tí høvuðleysa politikki, sum varð førdur frá miðskeiðis í sjeytiárinum til síðst í átta­ tiárunum, sum júst var títt tíðarskeið. Hesin politikkur var beinleiðis orsøkin til tað fallitbúgv, sum onnur máttu taka upp eftir tykk­ um í nítiárunum. Úrslitið kenna vit. Ein djúp sam­ felagskreppa, sum bar í sær, at hundraðtals familjur og túsundtals fólk máttu flyta frá húsi og heimi og leita sær til Danmarkar ella aðrastaðni at byrja eina nýggja tilveru. Tú ert eisini so fryntligur at upplýsa mær, at tú kem­ ur “við eini lýsing av hes­ um tíðarskeiði saman við øðrum politiskum upp­ livingum, eg havi havt. Men tær koma eina ferð seinri, helst um nakrar mánaðar, um annars lív og heilsa verður.” Ja, ja ... tað gleða vit okk­ um til, so sannleikin um politikkin hetta tíðarskeið­ ið einaferð med alla verður lýstur av eini uttanveltaðari keldu. Eg meini tað.... Eitt ger meg tó keddan. Tað er, at tú mín kæri pennavinur ákærir meg fyri vánaligan journalistikk, bara tí eg greiði lesarum mínum frá, at partamaður tín – frákoyrdi landsstýris­ maðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard – hevur kostað landskassanum útivið fimm mió. krónur fyri ivasama embætis­ førslu. At tú so roynir at koma við øllum møgulig­ um undanførslum og um­ beringum hansara vegna við at geva øðrum skuldina fyri mistøkini, ger ikki støðuna betri. Eisini bert tú rangan vitnisburð; nevniliga at “tað var sjálvt Løgtingið, sum legði seg út í málið, í fyrsta umfari gjøgnum landsstýrismálanevndina.” Og víðari skrivar tú: “Aftaná kunnu vit ásanna, at hann hevði staðið betur, um hann ikki fylgdi boð­ unum frá landsstýrismál­ nevndini, men hevði nokt­ að at strika fiskiloyvið, men so eisini við teim fylgjum, sum stóðust av at verða frákoyrdur sum landsstýrismaður av Løg­ tinginum. Men alt hetta er ikki við í tíni grein.” Hetta er beinleiðis ósatt, tí landsstýrismálanevndin gav ongantíð Jacobi Vester­ gaard boð um at taka fiski­ loyvið aftur. Niðurstøðan hjá nevndini var, at tað sum Fiskimálaráðið gjørdi, var ólógligt, men at nevnd­ in eisini samstundis segði í frágreiðingini, ið er dagfest 23. juni 2003: “Tað er hereftir upp til landsstýrismannin í fiski­ vinnumálum, løgmann ella Løgtingið at taka støðu til møguligar fyrisitingarligar, politiskar og rættarligar avleiðingar av frágreiðing og niðurstøðum landsstýris­ málanevndarinnar.” Við øðrum orðum var tað fult og heilt upp til Vestergaard sjálvan, hvat hann kundi gera og ikki. So mín góði pennavinur, eg má skuffa teg við at staðfesta, at tað ikki eri eg, men tú sum hevur gjørt eitt vánaligt “journalistiskt” arbeiði, tí pástandur tín er ikki í tráð við veruleikan. Um júst hetta kann eisini staðfestast, at Løgtingið ongantíð blandar seg av órøttum, tí landsstýrismenn eru útinnandi valdið, með­ an Løgtingið er lóggev­ andi, og tí ber til at kalla landsstýrismenn tænarar hjá tinginum. Teir umsita vegna tingið. At Løgtingið ongantíð blandar seg av órøttum í embætisførsluna hjá landsstýrismonnunum, er § 38 stk. 1 í stýrisskip­ anarlógini eitt dømi um. Hon ljóðar soleiðis: ”Løg­ tingið setur eina trýmanna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.” (landsstýrismálanevndin). Hetta merkir, at tað faktisk skylda hjá lands­ stýrismálanevndini at viðgera eitt slíkt mál, og hetta málið varð jú eisini kært til nevndina. Tað harmar meg eisini almikið, at tú framvegis leggur meg undir at hava rasistisk sjónarmið, bara tí eg loyvi mær at seta eitt roknistykki upp, hvat Sand­ oyartunnilin kostar, sam­ stundis sum láturliga lítlar játtanir upp á ávikavist 100.000 og 200.000 krónur til góðgerandi felagsskapir sum ÍSB og KRIS eru strikaðar ella ikki eru við á fíggjarlógaruppskotinum. Fyri tað fyrsta hevur hetta onki sum helst við rasismu at gera, og fyri tað næsta eru vit føroyingar ein og sama rasa, so heldur ikki her hevur tú lisið nóg væl uppá, mín góði pennavinur. Hinvegin frøir tað meg, tá tú í sambandi við Dag­ blaðið og Pinochet skrivar, at tú ongantíð hevur tikið undir við diktaturleiðslum. Bert spell, at tú í tíðini sum floksformaður ikki nýtti høvi at taka týðuliga frástøðu frá hesum, tá tað veruliga hevði gjørt mun. Aftursvar til aftursvar: Les betri uppá, Jógvan Sundstein redaktiónsleiðari Kári MiKKeLSen