Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 236 - 5. desember 2007 “Gløgt er gestsins eyga” verður mangan sagt. Eg rokni ikki við, at gesturin sær meira enn vit sjálvi síggja, men vit hava lyndi til at lurta, tá ið onnur og ikki vit sjálvi siga sannleikan. Í hesum føri PISA – henda møguliga óvið­ komandi OECD­kanningin, sum nú á øðrum sinni sigur okkum frá, at tað stendur ikki nóg væl til í fólka­ skúlanum. Eg hugsi ikki, at tað var neyðugt við einari ella fleiri PISA kanningum fyri at staðfesta tað. Tað hava lærarar og onnur við skili fyri fólkaskúlanum sagt í áravís, men eingin hevur lurtað. Tvørturímóti hevur man brikslað læra­ rum, at teir eru nøkur knarr, og at teir mugu taka í egna barm. At eingin nú longur ivast, er gott, og tí hevur PISA tænt einum góðum endamáli. Men tað skal ein heilt annar politikkur til, skulu vit venda gongdini. Lærara­ stættin má aftur til “æru og verdigheit”. Fakið skal virðast sum eitt tað týdning­ armesta starvið í samfelag­ num yvirhøvur. Tað má ikki henda eina ferð aftur­ at, at vit bert samtykkja fleiri tímar í teimum fakum, har ringast stend­ ur til, og at lærararnir og skúlarnir so bara mugu finna út av tí. Lærarastættin hevur brúk fyri útbúgving og eftirútbúgving í stóran stíl. Ikki bert sum eitt tilboð, men sum eitt før­ leikagevandi krav. Lærar­ ar og skúlar, hava eins og næmingar brúk fyri am­ boðum og arbeiðsumstøð­ um og fyri tíð til at loysa tær alsamt størri uppgávur­ nar, sum verða álagdar skúlanum. Og vit hava ikki stundir til at bíða, til ein rúgva av nýggjum skúlum eru bygdir. Tí mugu vit byrja við tí tilfeinginum, sum eftir stuttari tíð kann útinna tey stórstu avrikini ­ nevniliga lærarunum. Tað tekur ikki langa tíð at skipa fyri eftir­ útbúgvingum, at skipa fyri, at undirvísingartil­ farið er dagført og í lagi, at syrgja fyri, at telduskip­ anir eru í ordan, og ikki minst at tryggja lærarum nóg góða tíð til at loysa uppgávurnar. Tað kunnu vit avgreiða her og nú – og tað hevur nógv hægri prioritet enn fysiska um­ hvørvið – hóast tað sjálv­ sagt eisini skal vera í lagi. Vit hoyrdu í gjár í Degi og Viku eitt innslag um, hvussu umráðandi tað er fyri úrslitið hjá einari fyri­ tøku, at tað verður førdur ein vikin starvsfólkapoli­ tikkur. At starvsfólkini kenna seg vird, og at tað verða gjørdar íløgur í starvsfólkið. Hví skuldi fólkaskúlin verið eitt undantak. Lærarin er svarið – ikki spurningurin Útvarp Føroya bar hin 30. november 2007 tey huga­ ligu tíðindi, at Samtak (Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmanna­ felag og Føroya Fiski­ mannafelag), Føroya Arbeiðsgevarafelag og “Ráðið fyri brekað” í felag ætla at virka fyri einum rúmligum arb­ eiðsmarknaði – einum arbeiðsmarknaði, ið eisini gevur rúmd fyri heilsuliga skerdum. Boðað varð somuleiðis frá, at arbeitt varð fram ímóti at avtaka 120­daga sjúkra­uppsagn­ arregluna í starvsmanna­ lógini, soleiðis at starvs­ fólk, ið gerast heilsuliga skerd, í staðin fyri upp­ søgn fáa møguleika at halda áfram at arbeiða við serliga tillagaðum arbeiðsuppgávum. Hetta er sera hugalig og positiv fráboðan, ið vónandi fer at hava við sær, at vit fáa eina betri integratión av heilsuliga skerdum á før­ oyska arbeiðsmarknaðinum. Verður rúmligi arbeiðs­ marknaðurin ein sjálv­ sagdur og nátúrligur partur av føroyskum arbeiðs­ marknaðar­ og starvsfólka­ politikki, verða positivar ringræsur skaptar. Tey heilsuliga skerdu, ið fara at fáa møguleika at arbeiða, nýtast tá ikki at kenna seg marginaliserað og sett til viks – men hinvegin kenna seg sum nátúrligan part av arbeiðsmarknaðinum og harvið eisini av samfelag­ num. Og samfelagið fer at fáa gagn av arbeiðsførleik­ um og arbeiðsavrikum hjá heilsuliga skerdum. Umframt heilsuliga skerd eigur ein rúmligur føroyskur arbeiðsmarkn­ aður eisini at fevna um eldri borgarar. Fólk, ið eru farin um 70 ára aldur eiga at fáa møguleika at arbeiða so longi orka og hugur er til tess – ikki bert á privata arbeiðsmarknaðinum, men eisini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í Føroyum er brúk fyri øllum arbeiðsførum hond­ um. Eisini av hesi orsøk hevði komið væl við, um partarnir, ið vara av van­ liga og harvið eisini av rúmliga arbeiðsmarkn­ aðinum: arbeiðsgsgevara­ feløg, arbeiðstakarafeløg, fakfeløg, arbeiðsmarkn­ aðardeildin á Almanna­ stovuni í felag tilevna fyriskipanir og ætlanir fyri økið, soleiðis at vit skjótast til ber fáa ein vælvirkandi rúmligan arbeiðsmarknað í Føroyum ­ hetta til gagns fyri heilsuliga skerd og fyri samfelagið alt. Rúmligur arbeiðsmarknaður IngrId S. HenrIkSen Men tað hendi i teimum døgum, at tað komu boð fra løgtingsins formanni, at alt landi skuldi skrivast i mantal. Hetta mantalið var, meðan flogvallar­ fepurin herjaði um alt landi. Hvørt mansbarn vildi hava ein flogvøll, hvør i ættarbygd sina. Nærum allir íbugvar landsins gjørdust serkønir i flogvallarmálum, alt hvat i viðvíkir longd av flogbreyt, innflugvings­ vinklum ­ og hædd v.m. Kosta hvat í kosta vil ­ ein flogvøll í hvørjari syslu ­ tað var minsta mark. Um sama mundi, hevði løgtingsins formaður tikið valdið i øllum landinum, tá ið hann, saman við øðrum samsintum livi­ breyðspolitikarum, hevði gjørt alt landi til eitt valdømi. Hetta kvetti gjørdi enda á 150­ára frælsisstríði hjá íbugv­ unum. Í1850­unum bleiv einahandilin avtikin, og úthandlar fóru at stinga seg upp úti um landi, har­ við fór so smátt at grógva um gangandi fót, og Før­ oyar tókust at mennast sum land og tjoð. Hetta er nu alt søga. Fyrr stevndu føroyingar til tings um firðir og sund. Í tíðini framyvir, koma allir tinglimir at búgva so tætt uppá tingstaðin, at teir kunnu spáka til tings. Tað mann verða longst sum best, tí sum ein politikari tók til, býr tú í høvðusstað­ num, ja, so er tú lands­ politikari, men býr tú uttan­ fyri Suðurstreym, ja so er tú komunalpolikari­ og bygdafrel. Komandi ár verður tralahald aftur loyvt i Føroyum.Tann einasta treyt ið fylgir við er, at hesaferð er ikki loyvt at veiða teir í Afrika, men helst i Eystureuropa, tí har eru teir biligast. Tingformaðurin hevur enn ein stórsigur til góðar, tí í næstu tingsetu fær hann fulveldiskreftirnar at ganga við til eina fólkaatkvøðu um loysing fra Danmark. Henda atkvøða verður eitt rungandi nei til loysing, harvið verður alt fulveldis­ stíð – tos ­ og tankar, skot­ ið l j ó s á r út í framtíð­ ina. Tá kann formaðurin av sonnum siga: Hvør er staturin? Staturin? Tað eri eg!! Ein onnur umfarsot herjar eisini landi, og tað er hagtalsfepurin. Nu kann einki fáast av skaftið uttan ørgrynnur av hagtølum. Vanlig sunn fornuft er yt. Uttan hagtøl steðgar alt virksemi i samfelagnum. Apropos hagtøl, so vísa hesi, at færri og færri hendur eru tøkar i fiski­ vinnuni – bæði á sjógvi landi, men hagtølini bera eisini boð um, at fiskur­ og fiskaúrdrattir eru útvið 100 % av tí samlaða útflutnings­ virðinum.Tí má spurning­ urin verða, hvar er útflutningstølini fra øðrum vørðubólkum? Vinnulivi­ og politikarar hava í áravís meyla um aðrar vinnubolk­ ur, so sum tøkni ­ og vitan v.m, hvar eru hagtølini – og útflutningsvirði av øllum hesum?? Landsbankastjórin segði fyri stuttum, at skipini skulu leggjast, og manning­ arnar í land at arbeiða. Hvussu samsvarar hetta við ein burðardyggan búskap? Annars er ógvuliga tungt at fáa eyga á eina yvirskip­ aða kós viðvikj. útbúgving. Sum nú er, verður mest lagdur dentur á, at fólk fær sær eina akademiska útbúgving, við tí sum fylgju, at tað oftast er ógjørligt at finna arbeiði i Føroyum. Eftir lokna útbugving, eru tað nógv við hægri utbugving, ið als ikki koma heim aftur, ti ikki er bruk fyri teimum her á landi. At fáa fólk at útbúgva seg til høvisvinnuna,verður litið einki gjørt við. Sum dømi kann vísast á, at Fiskivinnuskúlin í Vest­ manna hevur liva undir sera sparsomum korum ­ fyri ikki at gloyma Kokka­ skúlan í Klaksvík. Nu skal aftur ein granskingardepil kroystast niður í Havn. Hevði tað ikki verði betur at brukt millióninar til ein nútímans kokkaskúla, við fjølbroyttari útbúgving á ymiskum økjum­ og stigum. Eitt er vist, ein komanda frálandsvinna, kemur at tørva ein hóp av folki við hesum útbúgvingum. Vit hava einki skúlaskip. Vit høvdu ATLANTIC NAVIGATOR, har hópin av ungdomi fingu sína fyrstu livsroyndir. Sum kunnugt, so møttu hetta slóbrótandi risatiltak ikki politiskum vælvilja ­ so 100 tals fólk, serstakliga ung, vóru upsøgd. Fyrr var tað við virðing, at kalla seg fiskimann/ sjófólk, ­ nú er hetta vorði til eitt skensorð, vegna skattfradrattin. Ein politisk viðtøka, ið fiskimenn/ sjófólk als onga ávirkan hava havt á. Sum gongdin er á tí polit­ iska økjnum, í løtuni, so kemur mann í tankar um bokina KAMERAT NAPOLION hja Georg Orwell. Støðan i Føroyum í dag er ógvuliga lík seinna helmingi av hesi bók. Støðan kann eisini lýsast við orðunum, sum skaldi segði um Irland: Har fanst eingin fortíð­ og eingin framtíð, men bert nutiðin, sum endurtok seg, fer eftir fer. Eitt er vist, skulu tað liva føroyingar i Føroyum um nøkur ár, so er bert eitt at gera, og tað er, at loysa restina av Føroyum fra Suðurstreymi, og byggja eitt samfelaga kjølfest á tey naturligi virðini,og ikki sum har, eitt UTOPIA. Ein jólasøga Undir Vesturgrønlandi BogI gaard JoenSen Javnaðarflokkurin Helena dam á neyStaBø Val Sigldi inn ímóti Havnini næstseinasta mikukvøld 21.11. av Fugloyarbanka­ num, hvar eg royndi við snellu, fiskaríið hevði verið í lagi ­ útvarpið er frá við tíðindum, tað er tað sama at hoyra, stovnsleið­ arar og landsstýrismenn verða tráspurdir, um alt sum teir hava við at gera, nærgangandi og mangan ófantaligir spurningar, jú jú tíðindafólkini í útvarpið og sjónvarpið kunnu vissuliga síni ting. Tíðindini eru liðug, so koma koyrilík­ indini, tað er jú kavi og kalt, so tað er neyðugt, kom til at hugsa, at um nú ongi koyrilíkindi vóru at hoyra í ein dag ella kanska í eina viku, hvar bæði kavi og kalt er, ivaleyst høvdu okkara tíðindastovnar verið klárir, og drigið bæði stjórar og landsstýrismenn eftir hárinum og sett teimum spurningar. Men so kemur mín spurningur. Á veðurstøðini í Mykinesi sum sjómenn hava líka nógv brúk fyri at hoyra veðrið frá, sum heima­ fólkið hevur brúk fyri at hoyra koyrilíkindini, har hevur onki verið at hoyrt frá í fleiri mánaðir. Leiðir­ nar vestur úr Mykinesi, tá bæði vindur og náttar­ myrkur er, eru tað mest vandamikla sjóøki í Føroyum og er tað á hesum leiðum, at ein stórur partur av okkara sjófólki hevur sítt dagliga arbeiði, fólk sum eru við til at fáa arbeiði inn á tey ymisku flakavirkini runt um landið. Hvar eru nú okkara góðu tíðindafólk, sum duga at seta nærgangandi spurningar til teir ella tey, sum hava ábyrgd av hesum, nú er tøgn, ongir kritiskir spurningar, kanska er hetta bara okkara sjófólk tað geldur, og tað er uttan áhuga fyri ein tíðindamann, og til seinasta ­ hvat við aldumátingunum, tað eru 4 støðir og bert tvær hava verið at hoyra frá í fleiri mánaðir. Og tí er mín spurningur: Hví skal tað altíð vera tann skeiva vegin hjá okkara sjófólki. Hví skal tað altíð verða tann skeiva vegin hjá okkum sjófólki mortan JoHanneSen viðmerkingar