mikudagur 5. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 5. desember 2007
15
- opin fyrispurningur til
landsstýrimannin í
kommunumálum
Laksáfoss hevur mist
tamarhaldið á landsbúskap
inum, um hann nakrantíð
hevur havt tað, og er farin
undir at selja bílig atgongu
merki til eina politiska
framtíð ístaðin. Harvið ger
hann bara tað sama sum so
mangir aðrir samgongu
menn í hesum døgum, nú
uppskot í fleiri hundrað
millióna klassanum floyma
inn á tingborð, sum ongin
dekningur er fyri, hvørki
nú ella í komandi val
skeiði. Tey, sum verða vald
á ting 19. januar, hava
longu mist dispositións
rættin yvir fíggjar og
búskaparpolitikkinum, um
hesin gallskapurin ikki
verður steðgaður alt fyri
eitt. Løgmaður roynir tó í
besta Mugabe stíli at herja
á demokratisku skottini,
fyri at útvega sær meira tíð
í samfelagsligu destruk
tiónsætlan síni. Ímeðan er
evsta mark farið fyri
spurningum á tingi hjá
okkum deyðiligu
tingmonnum.
Landsins búskapur er so
nógv annað enn fíggjar
lógir Løgtingsins. Komm
unurnar eru ein stórur
partur, og sambært lógini
um kommunustýri, § 53,
stk. 2, skulu kommunurnar
lata landsstýrismanninum í
innlendismálum samtykta
fíggjarætlan áðrenn 3 –
tríggir gerandisdagar eru
farnir eftir 1. desember á
hvørjum ári, fyri at lands
stýrismaðurin kann røkja
sínar eftirlitsskyldur við
fíggjarligu viðurskiftunum
hjá kommununum.
Harvið skuldi Heðin
Zachariassen, sum nú
varðar av kommunumálum
í heimastýrisstjórn Føroya,
havt fíggjarætlanir,
løguætlanir og yvirlit yvir
ognir og skuld í hendi, og
vænti eg tí, at hann svarar
hesum spurningum alment,
táið ongin røkkur honum
longur í parlamentarisku
skipanini við viðkomandi
og avgerandi spurningum:
Hvussu stórar eru saml
aðu inntøkurnar hjá komm
ununum samsvarandi
fíggjarætlanunum fyri árið
2008?
Hvussu stórar eru saml
aðu útreiðslurnar hjá
kommununum samsvar
andi fíggjarætlanunum fyri
árið 2008?
Hvussu stórar eru saml
aðu íløguætlaninar hjá øll
um kommununum sam
svarandi fíggjarætlanunum
fyri árið 2008?
Hvussu stórur var saml
aði íløguvøksturin í krón
um og prosentum, sam
svarandi fíggjarætlanunum
hjá føroysku kommunun
um, frá 20042005, frá
20052006, frá 20062007
og frá 20072008?
Hvussu nógv er samlaða
nettoskuldin hjá føroyskum
kommunum broytt frá 1.
januar 2004 – 31.
desember 2007 ?
Flestu, ella allar, komm
unur hava latið sínar
fíggjar og løguætlanir til
Innlendismálaráðið longu
1. desember, so lagað
manni skuldi tað verið, at
greitt fólkið frá hesum. Tað
mest áhugaverda við svari
num verður sjálvandi, um
kommunubúskapurin virk
ar stabiliserandi ella
destabiliserandi fyri heildar
búskapin, nú samgongan
fullkomuliga hevur slept
teymunum á landsins
finansum. Fyri at nevna
dømir um hetta seinasta
uppáhaldið, so fara einans
fýra einstakar verkætlanir,
flogvøllurin, Sandoyar
tunnilin, tunlarnir Norð um
Fjall og Studentaskúlin í
Hoydølum (sum Jokarin
hjá Javnaðinum legði fram
í gjárkvøldið, í einum
merkiligum herðindi av
opportunistiskum
kvababbilsi, hóast hann
atkvøddi ímóti at kalla
sama uppskoti frá Tjóð
veldinum hin 4. november
2005, einasta uppskotið,
sum er lagt fram á ting um
bygging av Studentaskúla í
Tórshavn hesi 4 árini,
ímeðan Javnaðarflokkurin
hevur havt eitt standandi
veto óvikandi inni í sam
gonguni, ímóti hesi ætlan,
sum nú bráðliga gjørdist so
áhugaverd fyri onkran
teirra, bert tríggjar dagar
fyri, at val átti at verið
útskrivað) at tátta í eina
hálva millard um ári í kom
andi valskeiði. Hetta er
umleið tvífalt tað, sum
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur sagt
seg sinnaðan at brúka, ja,
sum hann staðiliga hevur
sagt var ráðiligt at brúka, í
ovurhitaða búskapinum.
Og tá er ongin onnur íløga
íroknað, tíanheldur røkt og
viðlíkahald av landsins
undirstøðukapitali.
Samstundis, sum vit
gleða okkum til svarini frá
Heðini, so mega vit vóna,
at forløgini skipa tað so
leiðis, at laðað verður upp í
dyrnar hjá hesi samgong
uni, ongantíð ov sjótt,
skulu vit ikki enda í eini
nýggjari og oyðandi
kreppu. Tað kann ikki vera
rætt, at eitt framkomið
samfelag verður stjórnað
av kreppum heldur enn av
skilagóðum politiskum
mekanismum.
Hvussu er stjølurin á kommunukassanum Heðin?
Tórbjørn
jacobsen
Eg kom í skúla. Tað var
dagurin tá PISAkanningin
skuldi verða. Lærarin for
taldi okkum, at kl. níggju
skuldu vit inn í høllina, til
royndina, ið vardi fýra
tímar.
Vit vistu ikki, hvat henda
royndin gekk út uppá. Lær
arin fortaldi, at royndin var
fyri at vísa, hvussu væl vit
dugdu, í mun til hini lond
ini í heiminum. Helst fyri
at stilla nervarnar hjá næm
ingunum segði hann, at
hendan royndin kom ongan
tíð at síggjast aftur, at tað
var púra anonymt. Vit
fingu lítið og einki at vita
um sjálvar uppgávurnar.
Klokkan bleiv so níggju,
og vit fóru inn í høllina til
royndina. Vit fingu handað
nøkur hefti, og fingu at
vita, at vit fingu ásetta tíð
til hvørt hefti. Eygleiðar
arnir løgdu aftur dent á,
eins og lærarin, at tað var
ein anonym, og tað bleiv
skilt sum at tað ikki var ein
týdningarmikil roynd. Tá
eygleiðararnir søgdu frá,
kundu vit byrja.
Spurningarnir vóru fjøl
broyttir, og nógvir eisini
rættuliga løgnir. Nógvir av
teimum vóru multiple
choice spurningar, og í
summum skuldi eg skriva,
um eg var: Sera samdur,
samdur, miðal, ikki samd
ur ella sera ósamdur.
Summir vóru heilt løgnir:
Útfrá einum miðallangum
tekstpetti, skuldi ein finna
svar uppá spurningar sum:
Hvussu nógv hassj skal til
fyri at drepa ein eiturkopp?
Tá eg endiliga bleiv lið
ugur, sá eg, at onnur eisini
vóru givin at gera uppgáv
urnar. Summi, tí at tey
eisini vóru liðug, men sjón
in var dominerað av teim
um, sum vóru givin, tí tey
ikki tímdu at svara øllum
teimum óviðkomandi
spurningunum. Eg, og øll
hini, sum vóru liðug,
skuldu so bíða, til vit
kundu byrja uppá næsta
hefti. Sama mynstrið endur
tók seg, inntil klokkan
bleiv trettan, og royndin
var liðug. Eg fór tá heim
við tí kenslu, at hatta
mundi ikki hava verið so
týdningarmikið.
Nú skjótt 2 ár seinni, veit
eg at hendan royndin kom
at hava nógv meira at siga,
enn eg helt tá.
Tað var óheppið, at úrs
litini av undankappingini
ikki vórðu almannakunn
gjørd, áðrenn vit fóru upp
til roynd. Tá hevði eg iva
leyst ikki verið farin avstað
frá royndini við somu
kensluni.
Ivaleyst er, at næmingar
nir høvdu klárað seg betri,
um tað var meira upplýst
um hesar spurningarnar.
Spurningar um hassj og
eiturkoppar kunnu virka
býttligir, um hann ikki veit,
at svarið stendur í teksti
num við spurningin. Og av
tí, at næmingurin ikki veit
betur, velur hann at leypa
teir spurningarnar um.
Nógvir av spurningunum
vóru multiplechoice
spurningar, og hetta er ikki
nakað, sum eg hevði nógv
ar royndir við. Í okkara
skúla gjørdu vit meira av
øðrum uppgávum, og
gjørdu mestsum einki við
multiplechoice spurningar.
Hesar, og eisini teir um
hvussu einigur ein er, vóru
ikki spurningar, ið eg, og
onnur við mær, var vanur
at svara, og av tí sama
hevur hetta verið ein vansi
fyri meg í hesi royndini.
Eg las í eini grein í
Dimmu áðrenn úrslitini
vóru kunngjørd, at nakrir
granskarar høvdu sagt, at
PISA ikki var eftirfarandi,
av tí at hon legði seg ov
nógv eftir enskari mentan.
Tað, at eg ikki var vanur
við multiplechoice spurn
ingar vísir júst hetta væl.
Av tí, at tað ikki verður
lagdur dentur á júst hesi
øki í føroyska skúlanum,
kann ein so koma og siga
at okkara skúli er vána
ligari enn aðrastaðni?
Kann ein døma, um ein
operasangari er ein betri
sangari enn ein
rokksangari??
Vit síggja, at tá føroy
ingar fara uttanlands, klára
teir seg heilt væl. Minst
líka væl sum tey úr hinum
londunum.
Herfyri var ein kapping
fyri børn í skúlaaldri:
LEGOLeague. Har fóru
vinnararnir úr Føroyum til
Danmarkar at kappast móti
hinum Norðanlondunum.
Tey føroysku børnini vóru
um reppið at enda á fyrsta
plássi, sum hevði givið
teimum møguleikan at
farið til Tokyo til HM. Tey
endaðu tepurt á øðrum
plássi, við bert Norra
frammanfyri. Av øllum
Norðanlondum.
Hetta vísir tað, at um
børnini hava áhuga fyri
einumhvørjum og eru
motiverað, kunnu tey væl
klára seg heilt væl!
Júst hetta hevur helst
verið størsti trupulleikin
við føroyingum í PISA
kanningini. Næmingarnir
vistu ikki, hvat hendan
royndin hevði at týða, og tí
hava teir heldur ikki verið
motiveraðir. Tað, at tað
eisini varð lagdur dentur á,
at royndin var anonym,
hevur kanska virkað øvugt.
Ístaðin fyri at hjálpa næm
ingunum, hevur tað gjørt at
teir góðu næmingarnir ikki
hava tímað, tí at teir ikki
fáa viðurkenning fyri teirra
arbeiði, og at teir minni
góðu næmingarnir ikki
hava lagt nakað í at fingið
ring úrslit, tí at teir verða
ikki straffaðir fyri tað.
Ivaleyst er at føroyska
skúlaskipanin treingir til
nakrar broytingar, men tað
er als ikki so galið, sum
royndin vísir.
Eg ivist ikki eina løtu í,
at næstu ferð, tá vit eru
meira fyrireikað, verða
úrslitini nógv betri!
Var PISA eftirfarandi?
PISA-næmingur
30. mars 2006
Marnar
súnason
KrisTiansen
Góðu føroyingar, góðu
kvinnur og góðu menn.
Tað er við spenningi, at
eg havi tikið hesa avbjóð
ing at stilla upp til Løg
ingsval. Hetta geri eg
fyrst og fremst, tí at eg
eri áhuga í politikki, og tí
at eg ynski at hava ávirk
an á, hvussu framtíðar
Føroyar skulu síggja út.
Eg havi fleiri hjartamál,
og eitt teirra er, at fáa
fleiri kvinnur inn á ting.
Ikki bara tí, at eg haldi, at
vit skulu hava fleiri
kvinnur fyri kvinnuna
skyld, men tí, at eg eri
sannførd um, at vit fáa eitt
betri Føroyar, um vit hava
umboðan av bæði
kvinnum og monnum.
So er tað møguliga nøk
ur, ið spyrja: “Ja, men er
politikkur ikki bara fyri
menn?” Mítt svar er:
“Nei, politikkur er eisini
fyri kvinnur”. Kvinnurnar
leiklutur hevur stóran
týðning á øllum økjum í
samfelagnum, eisini í
politikki. Eg haldi, at tíðin
er langt síðani komin, til
at vit fáa eina størri breidd
og eina betri javnvág í
tingarbeiði. Og tað fáa vit
bert, um vit hava bæði
kvinnur og menn saman.
Higar til hava vit havt 12
ella 3 kvinnur á tingi av
32, og tað er virkuliga
synd, tí heildarsjónin
verður av tí sama alt ov
skerpa.
Skulu vit liva upp til
londini rundan um
okkum, eiga vit verðuliga
at taka okkum saman. Tað
eru nógvar kvinnur, ið
hava nógv at geva. Vit
hava staðfestingar uppá, at
kvinnur eru eins dugna
ligar og menn í útbúgving
ar, arbeiðs, og leiðslu
høpi, og tað eru vit eisnini
í tinghøpi.
Latum okkum hesu fer
virka fyri at fáa nóvg fleiri
kvinnur inn á ting, eisini
sjálvstýriskvinnur.
Broytið krossin. Set
hann við eina kvinnu.
Fleiri kvinnur á ting
Sjálvsstýrisflokkurin
KrisTina TofTegaard
Larsen
Val
viðmerkingar