Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 236 - 5. desember 2007 Nú tað tykist at gerast greitt fyri alt fleiri fólkum, at málið um uppsøgdu skipararnar á Smyrli ikki snúði seg um, at undirrit­ aði legði seg út í setanina av nýggjum skiparum, men einans vildi tryggja rættar­ trygdina hjá uppsøgdu skiparunum, hevur fram­ haldandi drápsroyndin á mítt politiska lív fingið annað innihald. M.a. Sosialurin og Oyggjatíðindi eru nú farin undir at viðgera spurningin um staðsetingina av umsit­ ingini hjá Strandfaraskip landsins (SSL) á Tvøroyri, og hvørji motiv liggja aftanfyri ta avgerðina. Tí skal her verða greitt frá tí málinum. Gongdin í málinum Tá eg í februar 2007 kunn­ aði landsstýrið um avgerð­ ina at flyta umsitingina hjá SSL til Suðuroynna, var staðsetingin eisini umrødd. Í frágreiðingini frá lands­ stýrisfundinum stendur: "Avtalað var, at lands­ stýrismaðurin beinanvegin skuldi kunna um, at stovn­ urin flytir til Tvøroyri. Hetta fyri at sleppa undan kjakinum um, hvar í Suður­ oynni stovnurin skal vera". Í fyrireikingunum av flytingini helt eg fast við tiknu avgerð og gjørda av­ talu, nevniliga, at umsit­ ingini skuldi flyta til Tvør­ oyri. Tey, sum duga føroy­ ska landalæru og kenna til bygdirnar kring Trongis­ vágsfjørð vita, hvar Tvøroyri er. Orsøkin til at SSL var flutt til oynna var, at Suður­ oynni tørvar styrk við al­ mennum arbeiðsplássum, sum eg meti, eiga at verða býtt meira javnt kring landið. Orsøkinar til at valið fall á miðbýin á Tvøroyri vóru fleiri. Nakrar av teimum týdningarmiklastu vóru, at hølini, sum stovnurin skuldi húsast í, vóru egnaði og klár pr. 1. januar 2008, soleiðis at verandi og nýggj starvsfólk kundu leggja sín gerandisdag til rættis eftir tí. Harumframt metti eg tað vera skilagott, um umsiting­ in fall náttúrliga inn í býar­ myndina, og við sínum virk­ semi var við til at skapa trivnað og gagn fyri økið. Um farið skuldi verið undir at byggja nýggjan bygning á Krambatanga, við øllum tí sum tað inniber av fyrireiking og loyvum, so hevði tað verið rættiliga ótrygt í mun til tíðarætlan­ ina. Pakkhúsið hjá Farma­ leiðum á Krambatanga er eitt gott dømi um tað. Harumframt er Kramba­ tangi ikki á Tvøroyri, men eitt rímiliga friðaligt stað millum gamla kirkjugarðin og Rúsuna, hinumegin fjørðin. Ein skrivstovu­ bygningur á hesum stað hevði als ikki stuðlað undir býarmyndina og trivnaðin í miðbýnum á Tvøroyri. Tryggasta loysnin var tí at fara inn í ein verandi bygning, sum kundi inn­ rættast til endamálið. Fleiri bjóðaðu seg fram til at hýsa SSL. Hetta vóru allir persónar, sum eg kenni meira ella minni væl, og sum hvør í sínum lagi hava verið við til at mynda tann framburð, sum hevur verið á Tvøroyri og í Suðuroynni seinastu árini. Út frá teimum givnu umstøðunum, sum greitt er frá omanfyri, var mett um støðuna og fall valið á "Smiðjuna". Landsverk, sum er ráð­ gevi hjá landinum, tá leigu­ mál skulu gerast, metti, eftir at hava kannað bygn­ ingin, at "Smiðjan" var væl egnað til endamálið og góð­ tók Landsverk eftirfylgjandi leigusáttmálan, sum varð gjørdur um "Smiðjuna". Eg meti, at hetta var eitt gott val og tað er eisini mín kensla, at suðuroyingar sum heild halda tað sama og frøðast yvir at virksemi aftur verður í húsinum. "Smiðjan", sum nú verð­ ur innrættað í samstarvi við SSL, er eitt væl egnað og søguliga ríkt hús, sum liggur staðsett í øki saman við m.a. Toll­ og Skatt, Almannastovuni, Post­ verkinum, Føroya Banka og Eik. Stásiligi bygningurin, ið hevði sæð sínar bestu dagar, er nú aftur vorðin eitt prýði fyri býin. Løgmaður inn í málið Eitt, sum ongantíð hevur verið frammi í málinum um innivist til SSL til Suð­ uroy er, at málið frá byrjan av hevði so stóran politisk­ an áhuga, at sjálvt løgmað­ ur kendi seg noyddan at fara inn í málið. Umvegis teldupost, sum løgfrøðiligi ráðgevin hjá løgmanni sendi til SSL og Landsverk, fyri at biðja um innlit í málið, var eg kunn­ aður um, at løgmaður var farin undir eftirkanningar­ arbeiði sambært § 33, stk. 3 í Stýrisskipanarlógini. Sjálvur fekk ongantíð at vita beinleiðis frá løg­ manni, at eftirkanningar­ arbeiðið var sett í verk. Seinni fekk eg umvegis løgmansstjóran og aðal­ stjóran í Innlendismála­ ráðnum, epost við eini áheitan frá løgmanni, um ikki at undirskriva sáttmála um leigumálið fyrrenn vit høvdu umrøtt málið. Undir eftirfylgjandi sam­ røðu millum meg og løg­ mann, greiddi eg løgmanni frá gongdini í málinum og hví júst "Smiðjan" var vald til at hýsa SSL. Eg hoyrdi ongantíð aftur frá løgmanni og veit eg tí ikki, hvat kanningar­ arbeiðið hjá løgfrøðiliga ráðgevanum og løgmanni endaði við. Sjálvur metti eg tað vera uppíblanding frá løgmanni í málsøkið hjá øðrum landsstýrismanni. Tað kann hugsast, at flytingin av SSL til Suður­ oyar, er veruliga orsøkin til, at løgmaður lá mær eftir politiska lívinum. Tað er kanska ikki so torført at skilja Í áravís hava suðuroyingar valt Jóannes Eidesgaard á ting, og givið honum allar møguleikar at virka fyri oynni. Enn hava suðuroy­ ingar fingið lítla løn fyri hetta trúfesti. Við at seta meg í starvið sum landsstýrismaður í Innlendismálum vísti Fólkaflokkurin, at tað finnast umboð, sum tora og vilja virka fyri ítøkilig­ um tiltøkum, sum muna í suðri og hjá útjaðaranum sum heild. Tískil man tað órógva løgmann, at suðuroyingar nú hava fingið eyguni upp fyri, at tað als ikki eru politikkarar norðanfjørðs, ið forða at Suðuroyggin verður ment, men at tað í nógv størri mun er ein spurningur um, at suður­ oyingar higartil hava valt skeiv umboð. Skrivstovan hjá SSL á Tvøroyri Jacob Vestergaard ….segði meirilutin – tey vistu ikki betur. Nei, jørðin er rund, sigur meirilutin nú. Hvat er hetta fyri nakað, eru vit menniskju nakrir óálítandi vingliskøltar? Ella vita vit bara betur? Meirilutin ræður. Tað er ein partur av okkara fólkaræði og tað eiga vit at virða. Við tí fylgir ábyrgd. Tí er týdningarmikið at eisini meirilutin setur seg væl inn í øll mál og ikki letur eygu og oyru aftur fyri øllum góðum ráðum og tilmælum við tí einastu grundgeving, at tey fylgja meirlutanum – einum meiriluta, sum ikki er til longur. Jørðin er ikki fløt – jørðin er rund. Ein meiriluti í Leirvíkar Bygdarráð mælti løgting­ inum til at gera ein veg gjøgnum bygdina, eftir at samgongan hevði skúgvað eina áheitan frá einum samdum bygdarráð til viks um at gera tunnil. Avgerðin hjá meirilutanum í bygdar­ ráðnum um veg niðri í bygdini var treytað av, at nógvar tillagingar vóru gjørdar í ætlanini – m.a. íbinding sunnan fyri bygdina. Men eisini hendan áheitan var skúgvað til viks av myndugleikunum. Leirvíkar Bygdarráð hevur alla tíðina arbeitt fyri at fáa málið um vega­ føringinia avgreitt og hevur hesi árini víst á fleiri møguleikar at loysa málið. At politikarar nú venda tí til, at bygdar­ ráðið er vinglut og ikki veit, hvat tað meinar, er at avskepla veruleikan. Heldur eru uppskotini prógv um okkara vilja til at fáa ein loysn á málinum. Men higartil hava vit rent høvdið í móti múrinum og málið er framvegis óloyst. Hvat var so til ráða at taka? Leirvíkar kommuna bað tí um hjálp frá ráðgevarum innan býarskipan og ferðslu­ trygd, sum gjørdu eitt uppskot um at leggja vegin oman fyri bygdina – uppi á Brekkum. Hendan loysnin hevur ongantíð verið viðgjørd áður, og einki veruligt tilfar hevur verið av hesi loysn fyrr enn nú. Samstundis hevur kommunan tryggjað sær, at Landsverk góðtekur uppskotið. Vegurin uppi á Brekkum liggur oman fyri byggilendið í bygdini og er í samsvar við galdandi býarskipan kommununar frá 1988. Kostnaðurin fyri vegin uppi á Brekkum er mettur at verða tann sami, sum at gera vegin gjøgnum bygdina. Vegurin uppi á Brekkum verður lagdur uttan um bygdina og tunga ferðslan og bleyta ferðslan verða skildar sundur. Harafturat kunnu fólk ferðast yvir um vegin við m.a. undirføringum. Hetta er ein trygg loysn og í samsvar við nýggju ferðslutrygdarætlanina hjá landinum. Eg fari við hesum at heita inniliga á løgtings­ limir um at virða Leirvíkar Bygdarráð og fylgja áheitanini frá meirilutanum í bygdar­ ráðnum um at samtykkja at gera vegin uppi á Brekkum. Við tí vísa tit virðing fyri meirilutanum og fyri fólkaræðinum. Jørðin er fløt borgarstjóri Fríðgerð Heinesen Sum fyrrverandi borgarstjóri eigur Jan Christiansen at vita, at tað, sum verandi býráðs­ samgonga í Tórshavnar kommunu nú ger, er í ávísan mun slíkt, sum átti at verið gjørt, meðan Jan Christiansen og hansara fólk høvdu meiriluta í Tórshavnar kommunu. Í lesarabrævi í bløðunum mándagin boðar Jan Christiansen frá fíggjar­ ligari skriðu í Tórshavnar kommunu. Nei, tað verður einki fíggjarligt skriðulop í Tórshavnar kommunu. Skriður loypa, har lendið er bert og útpínt. Ikki har, sum dyrkað er. Verandi býráðsmeiriluti hevur dyrkað fíggarliga lendið í Tórshavnar komm­ unu so væl, at eingin orsøk er longur til at óttast avleið­ ingarnar frá rakárunum undir Jan Christiansen. Jan Christiansen roynir at geva fólki ta fatan, at verandi býráðsmeiriluti í Tórshavnar kommunu rekur ein óansvarligan fíggjarpolitikk. At prógva hetta ger hann eina roynd at seta upp, hvussu øgiliga nógv útreiðslurnar á kommunalu fíggjarætlanini eru øktar, síðan hansara samgonga legði frá sær. Tað er rætt, at útreiðslur­ nar eru øktar. Og grundin er, at verandi samgonga noyðist at taka upp eftir undanfarnu samgongu og gera ein stóran part av tí, ið ligið hevur á láni, tí Jan Christiansen heldur tað síggja betri út at hava ein roknskap við lágum útreiðslum á pappírinum, enn at hava eina vælvirk­ andi kommunu, har borg­ arin fær tær tænastur, hann hevur goldið fyri. Stórur partur av íløgu­ num á komandi fíggjar­ ætlan verða gjørdar í sam­ ferðsluna og ikki minst í skúlar. Ein annar stórur partur er viðlíkahald av bygningum. Við at lata vera við at halda kommunalar ognir viðlíka, ber til at spara pening á pappírinum eitt stutt tíðarskeið. Men úrslitið verður sjálvsagt, at tey, sum aftan á koma, noyðast at taka skrædlið og brúka lutfalsliga meira pening til viðlíkahald, fyri at ognirnar ikki skulu fara heilt fyri einki. Tað er júst tað, sum nú hendir. Nú noyðist Tórs­ havnar kommuna at brúka pening upp á slíkt, sum Jan Christiansen og hansara samgonga ikki tók hond um. Annað dømi eru stóru skúlabyggingarnar, sum Tórshavnar kommuna er noydd at gera. Vit hava ásannað, at eitt land, sum ikki hevur væl útbúgvið fólk, fylgir ikki við altjóða samfelagnum. Vit eru tí noydd at brúka nógvan pening upp á skúlabygging. Hevði Jan Christiansen havt so mikið av visiónum, at hann var farin undir hetta neyðuga arbeiði í síni tíð, var útreiðsluvøksturin á pappírinum ikki so ógvusligur. Eisini her eru stóru tølini ein ásannan av, at tað, sum Jan Christian­ sen hevur latið ligið á láni, hevur sitandi samgonga rygg til at fremja í verki. Men Jan Christiansen og øll onnur kunnu vera heilt trygg. Tí alt hetta, sum Tórshavnar kommuna nú ger, hevur kommunan ráð at gera. Og hóast barnafrá­ drátturin samstundis hækk­ ar, og ávís borgaragjøld lækka, hækkar skatta­ prosentið ikki. Tað sum borgarin fer at merkja er, at nú verða tey tiltrongdu arbeiðini gjørd og tænastur fyri allar borgarar hækka. Jan Christiansen sær trøll á ljósum degi borgarstjóri Heðin Mortensen viðmerkingar