mikudagur 5. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 5. desember 2007
17
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Borghild Lindberg úr Havn, ættað av Tungu í
Haldarsvík, andaðist mánakvøldið á ellisheiminum
í Havn, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vestur
kirkjuni fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minn
ast Borghild kunnu lata Meinigheitshúsinum í
Havn eina peningagávu. Konta í EIK.
Andlát og jarðarferðir
Í allan desember mánað
hevur Edith Mørkøre lista
framsýning í Gallarí Jinx á
Áarvegnum í Havn.
Evnini, sum hon hevur
mála út frá, eru viðurskifti,
sum rørast í tí dagliga lívin
um, og tíðini vit liva í í
dag.
Fyri at nevna nøkur av
heitunum á málningunum
sum eru við á framsýningini,
so er tað heiti sum: Saman
hald, Umsorgan, Umsorgan
svíkur, Hugarensl, Ferðin,
Lívsløta o.s.fr. Hetta eru alt
evnir sum liggja tætt upp at
lívinum hjá øllum fólkum á
einum ella annan hátt.
Edith er fødd í Tórshavn í
1979, uppvaksin á Argjum
og er búsitandi í Hoyvík.
Hon hevur frá ungum árum
havt áhuga fyri at skapa,
tekna og mála, og hevur
hon støðugt ment seg. Hon
hevur gingið á Háskúla í
Rønde har hon hevði ser
grein í list. Edith málar á
atelierinum á Argjum.
Hon hevur verið við á
nógvum ymiskum framsýn
ingum kring landið. Hon
hevur millum annað sýnt
fram í Smiðjuni í Lítluvík,
Ribarhús, Lions Runavík,
Lions Tórshavn, Norðoyast
evnuframsýningini, Hafnia,
Kelduni, Gallarí Jinx, Snar
skivuni, Eik, á torginum í
SMS, Gallarí Oyggini og
Gamla handlinum í Heiðin
um.
Komandi ár fer Edith út
um landoddarnar við listini,
og í apríl skal hon hava eina
sjálvstøðuga framsýning í
Københavns Kulturcenter.
Í ár hevur Edith eisini
framleitt 16 ymisk kort.
Kortini eru av myndum av
figurum hon hevur tilevnað
úr saltdeiggji. Vit fara at
síggja meira til hetta í bløð
unum og í handlunum kring
landið komandi tíðina.
Edith Mørkøre, listakvinna:
Listaframsýning í Gallarí Jinx
Dagurin
6. desember. Nikolaus, deyður umleið ár 350. Hann
var biskupur í Myra, sum er í Lítlaasiu. Hann varð tikin
av døgum sum pínsluváttur, men við grøv hansara í
Myra hendu so mong undurverkini, at hann skjótt varð
roknaður sum halgimenni. Niklasar ella niklasmessa
hevur verið hildin í Føroyum. Og ein gomul føroysk
vísa er um Niklas, har niðurlagið er: Hjálpi mær Guð og
ríki harrin, Sankta Niklas
Tey gomlu skulu fara, tey ungu
kunnu fara. Hetta mugu vit ásanna,
nú vit skriva minningarorð um fyrr
verandi starvsfelaga okkara Berit, ið
andaðist bert 53 ára gomul.
Hóast vit vistu hvønn vegin tað
bar, koma deyðsboð altíð óvart á
okkum. Alt stegðar upp og vit hugsað
hví júst hon, í besta aldri.
Vit minnast við takksemi aftur á
tíðina, vit høvdu saman við Berit.
Røsk álítandi var hon í sínum arbeiði
og helt seg ikki aftur at geva eina
hjálpandi hond har ástóð. Lagið var
altíð gott. Mangan verður sagt, “tað
er ikki, sum tá Berit var her”, har
hon var, var lív í, og ikki smæddist
hon burtur, tá okkurt stuttligt var á
skránni. Hon var lítilátin, men var
ikki bangin fyri at siga sína
meining.
Hon var altíð klár, tá okkurt skuldi
fyriskipast, um tað var til jólafrokost
ella yvirnátting í Botni, hon var
altíð við. Hennara smittandi látur
var við til at gera løturnar hugnaligar
og minniligar.
Hóast tað er við sorgblídni vit
skriva hesar reglur, vita vit, at Berit
er komin til ein betri stað, har sorg
og pína ikki finst, og vit øll skulu
møtast har aftur ein dag.
Góða Marit, Poul, Ingi, Erling,
Johild og syskin v/fam. Mangan
verður sagt, at størri byrðar verða
ikki lagdar á herar okkara, enn vit
megnað at bera. Má Harrin geva
tykkum styrki og troyst at koma
víðari í hesi sváru tíð.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið
yvir minninum um Berit.
Starvsfólkið í køkinum og
portørarnir á Suðuroyar
sjúkrahúsi
Minningarorð um Berit Joensen