mikudagur 5. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
2. partur
Lívið hjá hermonnum
í Havn
Í fyrsta partinum av hesi greina
røð er Harry komin til Havnar.
Vit fara fyrst at taka ein stubba
burtur úr frásøgn hjá Sofus Poul
sen, sum búði í Havn ein part av
krígnum, um lívið hjá hermonn
unum í Havn. Hann greiðir frá:
“Í Havn bygdu bretsku hermenn
inir barakkir alla møguliga staðni.
Yvir av hjá Bil Óla var ein "fish
and chips" handil. Hvønn dag
komu hermenn marsjerandi
við sekkjapípum á odda oman
á Vaglið, og tá vórðu vaktirnar
skiftar út. Hermenninir høvdu vakt
ymsa staðni í býnum. Eg plagdi
at forarga soldátarnar, sum eg
kendi, og spurdi teir, hvat slag av
vápnum teir høvdu, sum gingu
aftastir. Har gingu hermenn við
sleggju í staðin fyri við riflu og við
ketildrakt undir arminum. Hetta
var revsingin fyri at hava gjørt
okkurt ella at hava skikka sær
illa á onkran hátt. Sleggjurnar
skuldu so nýtast til at banka
blikkdósir saman. Dósamatur var
jú ein stórur partur av matinum
hjá hermonnunum. Hesir máttu
so banka dósirnar saman, so
tær tóku minni pláss, tá dósirnar
vórðu sendar aftur til Onglands
til endurnýtslu. Tað var onkuntíð,
teir klandraðust eitt sindur. Eg
minnist serliga ein hermann, sum
onkuntíð plagdi at fáa ov nógv
upp í høvdið, og sum tá hevði hug
at gerast eitt sindur harðligur. Eg
minnist, at hann var tikin einar
tvær ferðir av hernaðarpolitinum.
Tá visti eg ikki, at hesin maðurin
var úr Aberdeen.
Tá ið eg kom niður til Aberdeen
at búgva, síggi eg, at hann starv
ast á fiskamarknaðinum sum
landingarmaður. Eg spurdi hann,
um hann ikki var í Havn undir
krígnum. Hann gjørdist eitt sindur
lotur, men eg sigi við hann, at eg
minnist til hansara, og at hann
plagdi at boksast eitt sindur.”
Hanna kemur inn í
myndina
Nú koma vit til tann partin av hesi
frágreiðing, har Jóhanna Apol
kemur inn í myndina hjá Harry.
Hon er dóttir Sonnu og Louis
Apol. Tað er greitt frá hennara
ætt í teirri røð, sum vit høvdu við
Jakku á Sundi seinasta summar.
Hanna og Jakku eru nevniliga
systkinabørn.
Her skal minst møguligt takast
upp aftur. Tó er tað ein áhugaverd
ur partur av hesi søgu, hvussu
Apol navnið kemur til Føroyar.
Umleið 191819 kemur eitt
hollendskt skip við eini salt
last á redina í Havn. Nakrir
av manningini fara við einum
báti í land. Ein av teimum var
stýrimaðurin Louis Apol. Men
tá ið teir ætlaðu sær at rógva
umborð aftur, brast hann á við
landsynningi, og tað var ómøgu
ligt at rógva umborð. Hvat var
so at gera, uttan at søkja sær
lívd, har hon fanst? Louis dugdi
eitt sindur av donskum og kundi
spyrja seg fyri. Hann varð vístur
inni á Reinerts Kafé (har sum
Frelsunarherurin er nú), sum Jens
og Gustav Reinert stóðu fyri. Her
hitti Louis Sannu, sum var systir
teir báðar og var dóttir Andreas
Reinert í Norðradali. Louis fór
avstað aftur í fyrsta umfari, og
hann lovar at koma aftur. Tí trúi
Sanna nú ikki rættiliga! Men
ein dag kemur Louis aftur, og
tey giftast. Tey fluttu fyrst til
Hollands, har sonurin Eiko var
føddur. Men Sanna treivst ikki í
slættlendinum í Hollandi, og tey
fluttu aftur til Føroyar. Fyrst vóru
tey búsitandi í Havn. Síðan flyta
tey Norðradals.
Tey fluttu so til Skopunar,
haðani mamma Sannu var ættað
og eisini búði tá. Í 1937 flyta tey
aftur til Havnar.
Louis var ein fjølbroyttur maður.
Hann var við at stovna Keypssam
tøkuna, og hann var eisini virkin
javnaðarmaður. Fyrstu árini sigldi
hann sum kapteinur úti í heimi,
men hevði eisini virksemi av
Føroyska gentan kemur
inn í myndina
Søgan hjá Harry:
Í fyrsta partinum av
hesi røð varð greitt
frá søguni hjá her
manninum Harry Wil
son. Fyrst undir kríg
num var hann har,
tað rættiliga stóð á í
Europa. Men so kom
hann til Føroyar,
sum var eitt paradís í
mun til restina av
Europa. Kríggið end
ar. Harry er komin til
Havnar og hevur fing
ið eygað á Honnu, og
so fær hann kjansin..
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hermenn klárir at fara í kirkju ein sunnumorgin
Hermenn marsjera í Havn