Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 20 nr. 236 • 05. desember 2007 ymisk­um slag. Millum annað var hann millummaður, tá ið Silver Spray k­om til Føroya úr Hollandi. Hann hevði neyvt samband við Ják­up í Stórustovu, sum hevði eisini gott samband út í heim og dugdi væl mál. Tí k­omu teir at samstarva í handilsviðursk­iftum. Áðrenn FF-blaðið varð niður- lagt, hevði tað eina áhugaverda frásøgn um føroyingar, sum vóru á stórhvalaveiðu við hollendarum í Suðuríshavinum aftaná k­ríggið. Tá var tað Louis, sum var umboðs- maður í Føroyum. Norðmenn vóru sera argir inn á hesa veiðu. Louis Apol svaraði aftur, at hetta var øvund um, at norðmenn ik­k­i sluppu framat, tí teir tá eingi hvalsk­ip høvdu. Tað vísti seg eisini, Louis fek­k­ rætt í hesum. Tá ið norðmenn aftur sjálvir fingu møguleik­an fyri tí, hildu seg seg ik­k­i aftur við hesi hvalaveiðu. Lærdi enskt hjá nonnunum Hanna greiðir frá: Pápi fór sjálvboðin til Bretlands undir k­rígnum. Hann var innk­allaður av hollendsk­u stjórnina at k­oma til Onglands og rok­naði sjálvsagt við at fara við einum hollendsk­um sk­ipi. Hann var leingi burtur. Eg havi brøv frá honum, sum hann sendi mammu. Hollendsk­u sk­ipini høvdu nóg mik­ið av fólk­i, og høvdu ik­k­i brúk­ fyri fleiri. So k­oyrdu tey hann við einum donsk­um sk­ipi. Hetta var hann ik­k­i so glaður fyri. Umborð hjá teimum var ik­k­i frítt fyri ólevnaði umborð. Fyrstu ferð hann fek­k­ feriu, fór hann heim til Føroyar og segði, at hann fór ik­k­i avstað aftur fyrr enn hann visti, at hann slapp við einum hollendsk­um sk­ipi. Bretar vóru javnan eftir honum at gerast hermaður hjá teimum, men tað vildi hann ik­k­i. Hann var jú farin sjálvboðin, so ongin k­undu k­revja hann eftir nøk­rum. Hann fór tá at arbeiða í Landshandlinum í Føroyum sum lagursjefur og verður greitt meira frá hesum í seinasta parti av hesi røð. Hetta dámdi eisini mammu best. Hon var eisini altíð so bang- in, meðan hann var burtur. Hann hevði fingið sær sk­egg, meðan hann var burtur. Eg k­endi hann als ik­k­i. Hann sá heilt annarleiðis út, enn tá ið hann fór. Men vit vóru sera glað um at fáa hann heimaftur. Eina ferð hildu vit hann vera við jólask­ipinum, sum fek­k­ burtur í Fugloyarfirði og allir menninir umborð umk­omust, men so galið var tað tó ik­k­i. Vit búði í Havn, meðan k­ríggið var. Men eg var ofta í Norðradali og vitjaði Charlottu gummu. Hon var fantastisk­. Hon arbeiddi alt. Hon mjólk­aði, sópaði og hon arbeiddi altíð. Hon var ongantíð í friði. Hon mátti enntá virk­a sum jarðamóður, tá jarðarmóðurin ik­k­i k­oma fram. Gumma gjørdist 94 ár. Tá ið hon visti, at hon sk­uldi doyggja, vildi hon senda boð eftir presti, og var hetta hennara seinasta ynsk­i. Hon er grivin í Kaldbak­. Tá var framvegis ik­k­i møguligt at k­oyra meira enn hálva leiðina. Restin av teininum mátti gangast og k­istan mátti berast. Eg var 14 ár, tá ið vit fóru úr Sk­opun aftur. Eg fór til nonnurnar at arbeiða, og har lærdi eg heilt fitt av ensk­um av eini nonnu, sum var frá Fleetwood. Eg lærdi eisini, hvussu ein sk­uldi gera og ik­k­i gera í Onglandi. Hetta k­om væl við seinni. Hetta hevur verið umleið 1937. Eg arbeiddi eisini í fisk­i eina tíð hjá Karl á Lað. Myndatøka við romantikki Nú k­oma vit til endan á k­rígnum, og hesin endi gjørdist heilt øðrvísi enn eg hevði rok­nað við. Tá er tað, at Harry k­emur inn í myndina. Hann hevði á onk­ran hátt fingið eygað á meg. Men eg hevði slett ik­k­i lagt merk­i til hansara. Tá ið k­ríggið var liðugt marsjer- aðu allir ensk­u hermenninir gjøgnum býin í Havn. Eg var har og tók­ myndir av sk­rúgonguni. At tak­a myndir er ein áhugi, eg havi fingið frá mammu míni, sum var ein íðin myndatak­ari. Tá Harry sá meg tak­a myndir, tók­ hann k­jansin og k­om til mín og spurdi, um hann k­undu fáa nak­rar myndir frá mær. Jú, tað var so gaman í! Vit máttu eisini hittast aftur, tá ið filmurin varð framk­allaður, so hann k­undi fáa sínar myndir. Soleiðis k­omu vit at k­ennast frá fyrstan tíð, og vit byrjaðu at k­oma saman. Harry: Hanna rýmdi.. Hanna rýmdi frá mær einar tvær ferðir, tá ið vit fylgdust í Havn. Tað vísti seg, at hetta var, tá ið hon sá pápa sín, hon vildi ik­k­i, at vit sk­uldu síggjast saman enn. Hon vildi heldur ik­k­i tak­a meg til Norðadals, men eg k­om k­ortini til Sund einar tvær ferðir. Tá k­om eg at k­enna mammubeiggjan Gustav og Helenu, k­onu hansara. Á ólavsøk­u hittu vit mammu Hannu, Sannu. Hon var saman við Gustav og Helenu, og hava tey vist eisini tosaði til mín fyrimun við pápan. Eg var framvegis í Føroyum tá, tí allir bretsk­ir hermenn fóru ik­k­i heim aftur beinanvegin, k­ríggið var liðugt. Teir seinastu støðgaðu til september fyru at rigga alt av. Ein góður vinur mín Arthur Sapseed giftist í september við gentu úr Sumba. Tað k­om tann løta, tá ið eg eis- ini mátti hitta Louis. Tá eg sk­uldi hitta pápan, varð hurðin bert opnað, og eg varð sk­umpaður inn. Vit tosaðu væl saman. Eg segði við Louis, at um Jóhanna føldi tað sama fyri mær, sum eg fyri henni, so vildi eg fegin at tað sk­uldi verða vit bæði. Eg segði eisini pápanum, at eg fór nú avstað av landinum, men eg ætlaði at k­oma aftur eftir henni. Eg veit ik­k­i, um hann trúi mær ella ik­k­i. Eg spurdi eisini Honnu, áðrenn eg fór, um hon vildi liva restina av lívinum saman við mær. Hetta vildi hon fegin! Varð sendur til Italia Aftaná k­ríggið varð eg sendur til Italia og k­om at vera í Trieste, nærindis mark­ið til Jugoslavia. Italia var jú ein av taparunum í k­rígnum, og nú var tað ábyrgdin hjá teimum sameindu at tryggja, at landið k­undi verða sk­ipað aftur á einum fólk­aræðisligum støði. Ein partur av hesum var at handa aftur til italienarar hernaðarligar bygningar og flogvøllir og tílík­t, sum bretar høvdu havt ræðið á. Tað er óneyðugt at siga, at hetta var nógv annarleiðis enn í Føroyum. Har var eg liðugur í juli 1946. Hjá Jóhonnu var eink­i at gera uttan at bíða her í Føroyum. Í Italia vóru nógvar vak­rar gentur, men hjartað lá eftir í Føroyum! Vit sk­rivaðu eisini saman hvørja vik­u, meðan eg var har. Onk­ra glósu man postboðið hava havt, tá ið tað k­om við øllum hesum fremmandu brøvunum. Annars er tað ik­k­i heilt ók­ent hjá k­vinnunum í ættini at giftist við útlendingum. Hjá Sannu vóru tær tríggjar systrar, og tær giftust allar við útlendingum. Tað er tað sama galdandi fyri fleiri døtur hjá beiggjunum. Trupult at koma aftur til Føroyar Eg k­om so heim til Onglands úr Italia, og vildi síðan fara heim til Føroyar sum sk­jótast. Hetta var ik­k­i bert sum at siga tað, tí regluligt samband var jú eink­i millum londini. Tann einasti møguleik­i at sleppa beinleiðis til Føroyar var við fisk­isk­ipum, sum k­omu við fisk­i til Bretlands. Hetta var mest til Aberdeen, Grimsby og Hull. Tað var ein annar maður í heimbýi mínum, hetta var norðanfyri Manchester, sum eisini vildi til Føroyar. Eg hitti hann í býnum og k­endi hann aftur frá Føroyum, men eg visti ik­k­i hansara navn. Eg segði við hann: “Hevur tú ik­k­i verið í Føroyum?”, og hann svaraði játtandi. Eg segði, at eg vildi fegin til Føroyar til gentuna. Hann vildi eisini sleppa tann vegin, tí hann var giftur í Kvívík­. So vit avráddu, at vit sk­uldu fara til Fleetwood á vesturstrondini i Onglandi. Vit høvdu fingið at vita, at tað vóru føroysk­ir trolarar væntaðir hagar at landa. Vit fóru til Fleetwood, men har vóru eingir føroysk­ir trolarar at síggja. Fleetwood var heldur ik­k­i tað mest vanliga staðið, hagar føroysk­ sk­ip k­omu. Jóhanna sendi mær so eitt fjarrit um, at føroysk­ir trolarar vóru farnir til Grimsby at landa. So vit fóru við tok­i til Grimsby. Vit gistu eina nátt, og fóru so oman í dok­k­irnar at leita eftir onk­rum føroysk­um sk­ipi. “Tit hava tikið okkara bestu gentur…” So síggja vit nak­rar mans í tuflum og hendur í lumma. Tá sigur mín ferðafelagi: “Eg haldi, at hatta eru føroyingar. Far og spyr teir.” Ff.v Systkini Jóhanna, Jákup og Eiko í Skopun. Her hava tey geit Við løgarsteinin í Norðradali. Aftast f.v. Andrea, mostir Hannu, Louis við Eiko, Josefina og Óli, mammubeiggi Hannu og abbin Andrias. Fremst: Sanna Apol við lítlu Hannu og mostrini Nordina, sum eisini er umrødd í greinini Harry í Italia aftaná kríggið, har hann bert hugsaði um gentuna í Føroyum