mikudagur 5. desember 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 236 - 5. desember 2007
Jólakonsert við Alex Bærendsen
Tað verður nostalgi fyri allar pengarnar á árligu jólakonsertini fyri føroyingum í
Århus leygarkvøldið kl. 21. Tá fer føroyska sangstjørnan Alex Bærendsen at
syngja og spæla jólaløg í Áarstovu. Alex Bærendsen hevur ikki havt almenna
framførslu fyri føroyingum í hálvt annað ár. Alex Bærendsen við jólaløgum í
skjáttuni verður ikki minni forkunnugt, hetta hava føroyingar ikki hoyrt í mong
ár. Umframt Alex Bærendsen fer kórið í Århus at framføra nakrar jólasangir,
áðrenn Alex Bærendsen og klaverleikarin Axel Eysturstein trína á pallin.
Møguleiki verður eisini at hoyra aðrar klassikarar frá rúgvusmiklu goymsluni
hjá manninum við bergtakandi røddini.
Skandia eitur nú Eik
SkandiaBanken, sum Eik keypti fyrr í ár, hevur nú
eisini skift navn. Navnið Eik verður nú eisini nýtt um
bankan, sum við sínum 115.000 viðskiftafólkum er
størsti internetbankin í Danmark. - Vit rokna við, at
samlaðu tilboðini frá fyrrverandi SkandiaBanken og
Eik Bank Danmark gerast ein fyrimunur í kappingini
um kundarnar á danska marknaðinum, sigur Marner
Jacobsen, forstjóri í Eik Banka P/F og nevndar-
formaður í Eik Bank Danmark A/S.
Sambært keldum
hjá Sosialinum setti
djúpvatnstrolarin
Steintór í Hvalba
met í veiðivirði, veitt
av djúpvatnstrolara
í føroyskum sjógvi,
tá ið teir landaðu
og seldu veiðina
á Tvøroyri fyri
tilsamans 2,45
miljónir krónur
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta mikudagin landaði
djúpvatnstrolarin Steintór á
Tvøroyri. Hetta var ein
rættiligur roktúrur, og sølan
hjá skipinum setti met mill-
um djúpvatnstrolarar, sum
fiska í føroyskum sjógvi.
Veiðan hjá skipinum vá
240.000 pund, meginpart-
urin var toskur og konga-
fiskur, sum skipið hevði
fingið vesturi á Íslandsrygg-
inum og vestarliga í før-
oyskum sjógvi.
Tað vóru feløgini Delta
Seafood og TG Seafood,
sum keyptu veiðina fyri heil-
ar 2,45 miljónir krónur.
Keldur hjá Sosialinum
siga, at hetta soleiðis er
størsta søla hjá einum før-
oyskum djúpvatnstrolara eft-
ir roynd í føroyskum sjógvi.
Túrurin
hjá
Steintóri
vardi í eina viku, og skipari
hendan túrin var Jákup
Pauli Hammer.
Stórar ísfiskalastir
Nógvar ísfiskalastir hava
verið størri – og nógv størri
- enn lastin hjá Steintóri á
nevnda túri, serliga í tí tíð-
ini, tá ið skipini ikki høvdu
fiskin í lastini í kørum, men
í krubbum.
Í fyrr helvt av áttatiárunum
– 1983, 1984 og 1985 –
vórðu nógvar velduga stórar
lastir landaðar til føroysku
fiskavirkini.
Sosialurin hevur soleiðis
frætt um eina last hjá djúp-
vatnstrolaranum Rock Ama-
dour,
sum
vigaði
yvir
500.000 pund.
Húsvíkingurin,
Søren
Sørensen, sum tá var virkis-
leiðari á Bátafiski á Strond-
um, váttar, at Rock Ama-
dour við Jóhannusi Poulsen,
sála, sum skipari á nevnda
túri hevði meira enn 250
tons ella yvir 500.000 pund.
Hann heldur, at hetta var í
1984 ella 1985.
- Um sama mundið land-
aði Suðringur eina last á
Tvøroyri, sum var nøkur
kilo størri og sigst vera
størsta ísfiskalast, sum land-
að er í Føroyum av føroysk-
um skipi, sigur Søren Søren-
sen.
Mortan Johannesen, Mort-
an hjá Andriasi, var skipari á
Suðringi um hetta mundið.
Lágur fiskaprísur
– Upsin var ikki nógv
verdur miðskeiðis í áttati-
árunum, og tí kann tann
prísur, sum skipini fingu
fyri fiskin tá, ikki saman-
berast við fiskaprísirnar í
dag, sigur Søren Sørensen.
Hann vísir á, at slíkar last-
ir, har fiskurin varð ísaður í
krubbur – og ikki í kør ella
kassar – ikki vóru tað sama
til dygdar sum í dag.
– Kortini bar til at fáa
fiskin undan við hampilig-
um úrsliti, sigur fyrrverandi
virkisleiðarin.
Stórt veiðivirði og
stórar ísfiskalastir
Sambært keldum hjá Sosialinum hevur djúpvatnstrolarin Suðringur við Mortani Johannesen
sum skipara ført størstu ísfiskalastina til lands, sum nakrantíð er landað í Føroyum. Men Rock
Amadour liggur beint aftanfyri í nøgd
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Samskifti millum
læraran, skúlan,
næmingin og heimið
kemur sum frá líður
at verða eitt elektrón-
iskt samskifti, sigur
Dánjal Vang, lærari
og býráðslimur í
Fuglafirði
skúli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fuglafjarða býráð samtykti
á býráðsfundi í síðstu viku,
at allir lærarar við Fugla-
fjarðar skúla skulu fáa far-
teldu.
Men lærararnir fáa meira
enn farteldur í hesum um-
fari. Teir fáa eisini elektrón-
iskar talvur at brúka í frá-
læruni.
Í síðstu viku vóru lærarar-
nir í Fuglafjarðar skúla
soleiðis á skeiði í Klaksvík,
har teir vórðu kunnaðir
nærri um brúk av elektrón-
iskum talvum.
Býráðið vil stuðla
- Samskifti millum læraran,
skúlan, næmingin og heim-
ið kemur sum frá líður at
verða eitt elektróniskt sam-
skifti, sigur Dánjal Vang,
lærari og býráðslimur í
Fuglafirði.
Hann vísir á, at við hesum
í huga vil býráðið stuðla øll-
um pørtum í skúlaumhvørv-
inum og verða við at lyfta
teirra førleikar á hesum øki
upp á eitt hægri støði.
Býráðið hevur soleiðis
játtað pening bæði til keyp
av farteldum og elektrón-
iskum talvum.
Ein miljón til skúla
Á nevnda býráðsfundi í
Fuglafjarðar kommunu sam-
tykti býráðið eisini at játta
eina miljón krónur til pro-
jektering av nýggjum stov-
um/skúla.
- Ein av fyrstu døgunum
fara lærararnir og býráðs-
limirnir á fund at tosa um
ymisk skúlaviðurskifti í
kommununi, sigur Dánjal
Vang, býráðslimur í Fugla-
firði.
Lærararnir í Fuglafiði:
Fáa farteldur og elektróniskar talvur
- Býráðið vil við hesum stuðla øllum pørtum í skúlaumhvørvinum og verða við til at lyfta teirra
førleikar á hesum øki upp á eitt hægri støði, sigur Dánjal Vang, býráðslimur
Mynd: Vilmund Jacobsen