mikudagur 5. desember 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 • 05. desember 2007
MIÐvIkaN
33
Jú, teir vóru føroyingar. Um eg
kundi hitta ein skipara. Jú, sigur
ein teirra: “Eg eri skipari.” So
sigi eg okkara ørindi. Eg skuldi
upp til gentuna, og vit skuldu
trúlovast. Hin skuldi so heim
til sína føroysku konu. Skiparin
svarar aftur, at tað er eingin
møguleiki fyri tí: “Tit eru farnir
við okkara bestu gentum, so
vit fara ikki at hjálpa tykkum at
fara eftir teimum!” Tá tyktist
einum av hinum synd í okkum,
og hann bønaði skiparan um
at lova okkum við kortini. Men
hetta var sjálvsagt bert skemt.
Skiparin var Esmar Fuglø, sum
tá førdi Leiv Øssurson, sum var
ein trolari á Tvøroyri. Hann var
mammubeiggi Jákup Reinert á
Sundi. Onkur segði, at vit máttu
fara at práta við Olgeirsson,
sum var íslendskur konsul, og
sum var umboðsmaður fyri
skipið í Grimsby. “Nei,” segði
Esmar, “hetta er í lagi. Hetta
mugu vit gera fyri okkara
millumtjóða samskifti”. Vit
løgdu at í Aberdeen og koma so
til Suðuroyar, har skipið hoyrdi
heima. Jóhanna var og tók ímóti
mær. Vit rindaðu 4 pund fyri
ferðina.
Esmar leigaði ein bát til Havnar,
har hann búði, og við tí bátinum
fór eisini hin bretin. Hann kundi
á tann hátt náa rutubátin til
Kvívíkar, so hann kundi sleppa
heim til konuna. Annars mátti
hann bíða í fleiri dagar. Hann kom
eisini heim í øllum góðum eftir at
hava verið burtur í 5-6 mánaðir.
Vit bæði fóru norður við Smirli.
Vit gistu hjá vinum í Suðuroy og
fóru til Havnar dagin eftir.
Endiliga trúlovað
Tað fyrsta, sum sum var at gera,
tá ið vit komu heim, var ein trú-
loving. Her var tað so heppið, at
pápi Jóhonnu var sera vinarliga
sinnaður mótvegis bretum. Hann
sigldi saman við bretum, og tá ið
hann búði í Hollandi vóru eisini
nógvir bretar, sum búðu á leiðini,
har tey búðu. Teir vóru undir 1.
heimsbardaga rýmdir úr Týsklandi
til tað uttanveltaða Holland, og
teir høvdu búsett seg har.
So eg spurdi pápan, um eg
kundi fáa loyvi at trúlovast við
dótrini. Tað var so gamaní. Tað
kvøldið vit gjørdust trúlovað fóru
vit at vitja Giggu hjá Karl í Kaffi-
vogninum. Hetta var um somu
tíð, sum tað var fólkaatkvøða um
loysing í Føroyum 14. september
1946, og nógv stríð stóðst av
úrslitinum.
Bretland skuldi
roynast fyrst
Hesa tíðina var tað sera trupult
at búgva í England. Har var trot á
mati og øðrum neyðsynjarvørum.
Landið var ikki enn komið fyri
seg aftaná bardagan. Tí var ein
sera hørð skamtan. Tað var eisini
trupult hjá útlendingum at sleppa
inn í Bretland, uttan so, at teir
vóru giftir við bretum.
Pápi Jóhonnu helt tó, at hon
skuldi í hvussu er fara at vitja
í Bretlandi, áðrenn endaliga
avgerðin varð tikin um at flyta
hagar, so hon kundi síggja,
hvussu hon fór at trívast. Hetta
segði hann av royndum, sum
áður er greitt frá. Hann flutti við
Sannu til Hollands, tá ið tey vóru
gift. Men Sanna treivst als ikki.
Tað var stórur munur á lands-
lagnum og hon skilti heldur ikki
málið. Afturat hesum var maðurin
til sjós í mánaðir í senn, so endin
gjørdist, at tey fluttu heima aftur.
Tað sama skuldi helst ikki henda
Honnu.
Tá ið tað var so trupult at
koma beinleiðis úr Føroyum til
Bretlands, avráddu vit at fara
um Noreg. Har komu vit fyrst at
búgva eina tíð hjá Nordinu, sum
var mostir Jóhonnu.
Eg var nakrar vikur. Jóhanna
var har í einar seks mánaðir.
Tá fór hon aftur til Føroya, tí at
mamma hennara doyði í apríl
1947.
Johanna kom tískil til Aberdeen
í august sama ár. Aberdeen var
og er jú eisini ein framúr býur.
Tað var so heppið, at tað vóru
30 dagar av sólskini í Bretlandi
hesa tíðina, so hon helt seg vera
komnan í eitt paradís.
Vit komu til mín heimbý Bury
uttanfyri Manchester, og vit
ferðaðust runt har á leiðini. Vit
fóru eisini til Isle of Man, sum er
eitt væl umtókt ferðamannapláss
hjá bretum. Vit vitjaðu eisini nógv
fólk í Skotlandi.
Hanna: Skotland var
sum eitt himmiríki
Fyrst komu vit til Skotland, og
tað var sum eitt himmiríki. Alt
stóð sum í einum blóma. Tað var
í August 1947 vit komu. Tað var
ikki so vanligt við urtagørðum
tá. Vit gisti eina nátt í Aberdeen,
og tað var myrkt tá. Eg var púra
paff, tá eg vaknaði og sá allar
hesar blómurnar. Eg hevði arbeitt
í Noregi í seks mánaðar. Har var
kavi alla tíðina. So kemur mann
her og tað blómaði alla staðni.
Men so koma vit hagar, sum
Harry var ættaður frá. Tað var
langur vegur at fara, og vit komu
ikki fram fyrr enn seint um kvøld-
ið. Tá ið eg vaknaði har, var tað
nakað heilt annað. Tá vóru vit
umringað av verksmiðjum við rúk-
andi skorsteinum. Hetta virkaði
eitt sindur ógvusligt. Men so fóru
vit at ferðast aðra staðni, og tá
sóu vit mong vøkur støð.
Ikki minst var tað hugaligt úti
við strondina, har tað vóru so
nógv fólk. Vit sóu nógv av landi-
num, men vóru tó stutt í hvørjum
stað. Tað hevði kanska verið betri
at verið í færri støðum, og so
heldur longri í hvørjum stað.
Vit komu eisini til Blackpool.
Har var eitt so sera høgt torn. Eg
segði, at eg vildi sleppa upp har.
Systir Harry kom við mær. Har
var eitt frálíkt útsýni um allan
býin. Seinni fortaldi hon fyri mær,
hvussu bangin hon var. Men hon
var ikki sum eg von við hæddir.
Tey vóru øll sera blíð við meg og
gjørdu alt, tey kundu, fyri at eg
skuldi kenna meg væl.
Harry tók meg út til ættarfólkini
at presentera meg. Eg dugdi
enskt og skilti tað, tá ið tosað var
við meg. Men tað var verri, tá ið
tey tosaðu sínámillum. Tað kom
so at javna seg. Tað gekk bara
gott, og eg longdist ikki. Nógvar
gentur, sum fóru úr Føroyum,
longdust illa, og mamma var jú
sum sagt ein. Pápi longdist heldur
ikki heim til Hollands, eftir at
hann hevði búsett seg í Føroyum.
Vit fóru tá eisini nakrar dagar
út á Man, tað var deiligt. Tað
var so gott veður alla tíðina. Har
kundi eg eisini svimja á sjónum.
Eg plagdi eisini at svimja á
sjónum í Føroyum, men tað var
munur á, sum tað var kalt har.
Eg plagdi at svimja í Vágsbotni.
Í eini kapping fekk eg eina ferð
aðru premiu. Pápi plagdi eisini at
svimja har hvønn dag.
Sum fyrr nevnt var eg komin
hendan túrin fyri at síggja, um
eg mundi fara at trívast, og hetta
metti eg at vera í lagi.
Tikin við hollendska
markið
Eg fór eisini til Holland, har eg
ikki hevði verið fyrr. Harry hevði
tó verið har saman við skótum
sum drongur, og hann hevði tá
fingið vinir har. Eg fór at vitja
skyldfólk í Hollandi, og fór á ein
húsarhaldsskúla í Haag. Harry
sigur, at eg gjørdist ein góður
kokkur!
Pápi lærdi okkum eitt sindur av
hollendskum, men eg lærdi ikki
hollendsk til lítar, fyrr enn eg fór
hagar, áðrenn eg giftist.
Eg hevði fingið eitt hollendskt
pass, ti pápi skifti ongantíð
ríkisborgaraskap. Eg var ikki
von at ferðast. Tá ið vit koma
til passeftirlitið, skulu tey sum
eru hollendingar, fara í eina
røð og hini í eina aðra. Eg var
jú hollendskur borgari, so eg fór
Hanna og Harry sum ungt par
Ferðin heim til Føroyar úr Bretlandi var við Leivur Øssurson
Esmar Fuglø á brúnni á Leivur Øssurson. Esmar gav Harry ein hvøkk við at
nokta honum at sleppa við til Føroyar. Men hetta var bert skemt