mikudagur 5. desember 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
34
tann vegin. So vísi eg passið,
og passeftirlitsmaðurin sigur
okkurt á hollendskum. Eg svari
aftur, at eg dugi ikki hollendskt.
Um eg ikki var hollendsk? Jú,
men tað var nú ein longri søga.
Passeftirlitið helt, at tað mundi
okkurt løgið vera við hesum, so
hann bað meg koma við sær. Eg
var biðin um at koma við honum
inn í eitt rúm, so vit kundu fáa
greiðu á hesum. Síðan varð eg
biðin um at bíða, so skuldi hann
koma aftur. Hann kom so aftur
við einum øðrum manni. Teir so
at tráspyrja meg. Eg hevði nú
góða samvitsku, so eg var ikki
bangin. Tað, sum eg var bangin
fyri, var fastur mína, sum skuldi
koma at taka ímóti mær. Hon stóð
uttanfyri og bíðaði. Tá eg ikki
kom fram, mundi hon halda, at eg
ikki var við, og kundi fara avstað
aftur. Eg mátti so greiða frá allari
míni lívssøgu, sum teir skrivaðu
niður.
Tá slapp eg avstað, men eg
mátti eisini regluliga boðað frá,
hvar eg var stødd. Hetta var nokk
so skjótt eftir kríggið, so teir
máttu sjálvandi ansa væl eftir,
hvør ið kom inn í landið. Tað var tí
ikki løgið, um teir fingu illgruna til
ein persón við hollendskum passi,
sum ikki dugdi málið! Hetta kundi
jú verið ein týskur nasistur, sum
royndi at flýggja!
Tá ið eg fór avstað aftur var
eingin trupulleiki við málinum.
Giftust í Hollandi og
búsettust í Onglandi
Harry:
Eg fór seinni til Hollands aftaná
henni. Vit giftust á borgmeistara
skrivstovuni í Haag 24. marts
1948. Aftan á fóru vit til ensku
kirkjuna í býnum at fáa kirkjuligu
vígsluna. Síðan fóru vit at vitja
fólk, sum eg kendi í Hollandi.
Tá ið vit komi inn á gólvið hjá
onkrum og eg segði, at hetta var
kona mín, søgdu tey: Groningen!
Tey hildu, at hon hevði eitt eyð
kent Groningen andlit. Groningen
er tann landspartur í Hollandi,
haðani Hanna var ættað.
Hanna:
Tá vit komu heim úr Hollandi eftir
at vit vóru gift fingu vit skjótt
eini hús til leigu. Eg var so glað,
tá ið eg fekk mítt egna. Mær
dámdi einki, um onkur fanst at
onkrum. Hetta var bara eitt slott
fyri meg, og eg føldi meg sum ein
prinsessa at hava fingið eini slík
hús. Vit høvdu allar hentleikar.
Men fýrt var við koli. Húsini vóru
spildurnýggj.
Vit komu at kenna nógv fólk har
rundan um. Grannarnir vóru sera
fittir.
Harry: Fór at lesa til
arkitekt
Tá ið vit vóru gift fóru vit aftur
til Bretlands. Tá høvdu vit ikki
hús men búðu heima hjá mínum
foreldrum.
Tá fór eg aftur at lesa til arki
tekt. Eg byrjaði at lesa áðrenn
kríggið, men mátti so gevast, tá
ið eg fór í herin.
Av hesi orsøk fekk eg eisini
ein eyka almennan stuðul, tí mín
virkisleið jú varð avbrotin. Eg
las so trý ár afturat og gjørdist
liðugur sum arkitektur í 1950. Í
eini seks ár var eg býararkitekur
í Salford, sum liggur nærindis
Manchester.
Til Isle of Man
Tá ið eg gavst har, fór eg at ar
beiða fyri stjórnina á Isle of Man,
har búðu vit í fýra ár. Vit búðu
norðanfyri høvuðsstaðin Douglas,
har tað er ómetaliga vakurt.
Hanna kendi longu Isle of Man
frá tí, hon kom til Bretlands á
fyrsta sinni. Eg hevði eisini verið
har áðrenn kríggið, so eg kendi
væl plássið.
Ein sera góður vinur hjá Honnu
búði í Douglas. Hon var úr Skála
vík og æt Karolina Simonsen.
Hon giftist eftir kríggið við einum
sjómanni frá Man og búsettist
her. Hann var eitt sindur serligur.
Hann hevði siglt í Royal Navy, og
hann hevði siglt á Yangtse ánni í
Kina. Hann var kendur har, tí hann
hevði verið á eini veðurstøð.
Tey vóru har alla tíðina, vit vóru
á Isle of Man. Tá ið tey fluttu til
Manchester hittu vit tey har, og
vit sóðu fleiri av teirra børnum.
Karolina og maður hennara
doyðu fyri mongu árum síðani,
men vit hava framvegis samband
við øll børnini hjá teimum.
Eg hevði fegin viljað búð á
Man, men lønin var ikki góð. Tá
komu vit til Hull. Tá ið vit fóru av
Man í 1959 var fólkatalið 48.000.
Síðan er fólkatalið munandi
hækkað. Oyggin er gjørd til ein
fíggjardepil og lágskattaland,
sum hevur stuðlað væl upp
undir fólkavøksturin. Oyggin er
sjálvstøðug, men hevur tó uttan
ríkis og verjupolitikk saman við
UK. Fyri hesa felags umsiting
rindar Isle of Man sín part av
ómakinum.
Tað hevur annars verið eitt
søguligt samband millum Føroyar
og Man. Quilling, kendur frá
Quillinggarði í Havn, kom haðani.
Hetta er eitt eyðkent manskt
navn. Hann er annars eisini grivin
í gamla kirkjugarði í Havn.
Holland er slætt sum ein pannikøka. Tað var ikki so løgið um gentan úr
Norðradali ikki kundi trívast har
Komandi partur
Í komandi parti verður millum
annað greitt frá føroyingum,
Harry og Hanna hava hitt í
Bretlandi og um hvussu góð
umboð tey hava verið fyri
Føroyar.
Ættin hjá Honnu savnaðist í Føroyum í summar. Her eru tey avmyndað uttanfyri Sosialin
nr. 236 • 05. desember 2007