mikudagur 5. desember 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
tíðindi
Nr. 236 - 5. desember 2007
Men talan verður
ikki um eina barr.
Tvørturímóti er
øll verkætlanin
grundað á eina fyrsta
floks matstovu,
har klassi skal viga
upp móti vantandi
romantiskum
umhvørvi, sigur
Havgrímur Johanne
sen, eigari
skeinking
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú er Perlan farin í søguna
– fyri í minsta lagi aðru
ferð. Men úr »øskuni« hev
ur reist seg ein nýggj mat
stova, ið skal tekkjast fyrst
og fremst barnafamiljum,
men annars øllum, sum
leggja dent á fyrsta floks
mat og lágan prís, fram um
dýrt keypta atmosferu.
SMS ynskti at skapa
eina betri matstovu enn Perl
an var, og tí heittu teir á okk
um, sum framman undan
hava fastfood matstovurnar
Burger King og Sunset,
umframt
kaffistovuna
Baresso. Nú var tað eingin
avbjóðing at gera eina betri
matstovu enn Perlan var,
spurningurin var meiri hvat
konsept vit valdu, sigur
Havgrímur Johannesen.
Tá nú hann framman und
an hevði matstovur, sum
eru liður í sonevndum mat
ketum, mundu tað vera
mong sum væntaðu, at ein
matstova í sama flokki fór
at loysa Perluna av, eitt nú
Jensen’s Bøfhus. Men Hav
grímur vildi royna nakað
annað.
Eg vildi gera eina fyrsta
floks matstovu við fyrsta
floks rættum, men sam
stundis fyri ein prís, sum
øll kunnu rinda. Eisini vildi
eg, at matarskráin skuldi
fylgja árstíðini, og tað ber
ikki til tá talan er um mat
ketur,
sigur
Havgrímur
Johannesen.
Talan skal í allar mátar
verða um fyrsta floks mat.
Tríggir hotellkokkar eru
settir í starv, og rávøran er
fyrsta floks.
Vit nýta bara tað besta
av tí besta, tá tað kemur til
rávørurnar. Zew Zealandskt
oksakjøt fram um bíligara
brasilianska kjøtið, til døm
is. Og alt, sum vit yvirhøvir
kunnu gera sjálvir, verður
heimagjørt, sigur Havgrím
ur Johannesen.
Skeinkiloyvi
Tað er eingin loyna, at eitt
nú SMS til fánýtis áður hev
ur søkt um skeinkiloyvi.
Men eftir at festivalar og
onnur tiltøk hava fingið
loyvi at skeinkja, var ikki
longur
nøkur
haldgóð
grund at nokta SMS hetta
loyvi.
Men Havgrímur Johanne
sen leggur dent á, at tala av
gjørt ikki er um nakra barr.
Tá vit fara at bjóða
»bestu búffar í býnum«
fram, vildi tað verið stór
synd, um ikki bar til at
drekka eitt glas av víni aft
urvið. Og at tað er hetta, vit
hava lagt dent á, vísir, at vit
bert hava søkt um hálvt
skeinkiloyvi, tað vil siga til
øl og vín, men ikki teir
sterkaru løgirnar, sigur Hav
grímur Johannesen.
Hetta passar eisini betur
inn í umhvørvið í SMS.
Vit vita jú, at tað vitja
nógvar
barnafamiljur
í
SMS, og tí er tað eitt full
komið høvi hjá foreldrunum
at fáa sær ein góðan búff á
Williams, meðan børnini
hugna sær við einum burg
ara inni á Burger King og
hyggja eftir einum góðum
filmi,
sigur
Havgrímur
Johannesen.
Og júst »óromantiska«
umhvørvi hevur ført til, at
ógvuliga nógv er gjørt burt
ur úr, at kundarnir skulu
kenna seg væl. Bæði borð,
stólar og lampur eru snið
gevaramøblar.
Alt hetta, ikki minst sam
an við navninum Williams,
sum sipar til okkara kenda
rithøvund og málara Willi
am Heinesen, skal geva mat
stovuni ein mentanarligan
dám, sum boðar frá, at her
kemur mann ikki inn at
tylla øl í seg, men fyri at fáa
eina kulinariska uppliving.
Og hóast tað ikki verður
byrjað at skeinkja á Willi
ams fyrr enn í næstu viku,
hevur matstovan longu ver
ið sera væl vitjað, síðani
hon læt upp síðsta hósdag.
Matstovan
letur
upp
klokkan níggju á morgni,
men byrjar ikki at skeinkja
fyrr enn klokkan ellivu.
Annars er opið frá níggju á
morgni til átta á kvøldi
hvønn dag uttan sunnudag,
tá latið verður upp klokkan
tvey.
Tríggir sáttmálar verða til ein
Í gjár, tann 4. desember, gjørdi Fíggjarmálaráðið sáttmála við tey fýra
feløgini Arkitektafelag Føroya, Føroya Byggifrøðingafelag, Magistarafelag
Føroya og Føroya Verkfrøðingafelag. Talan er um eitt 5 ára skeið. Teir tríggir
verandi sáttmálarnir eru framlongdir fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í 2005
til 1. oktober í 2007. Síðan er ætlanin at tey fýra feløgini hava bara ein
sáttmála, og at eitt felag, sum helst kemur at eita Akademikarafelag Føroya,
skal hava samráðingarrættin. Semja er um sáttmálan, eftir eru bara formlig
viðurskifti. Tann nýggi sáttmálin er avtalaður fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober
í ár til tann 1. oktober í 2010. Karmurin um sáttmálarnar er sum í hinum
almennu sáttmálunum, 0,9% fyrsta árið, 1,7% annað árið, og síðan 3% um
árið í trý ár.
Deiggj gongur aftur á Tvøroyri
Manningin í Deiggj leitar aftur til røturnar og spælir í heimstaðnum leygakvøldið
Nógv jólaborðhald eru um vikuskiftið og tí hevur Tvøroyrar Klubbi fingið Deiggj
at spæla leygarkvøldið. Deiggj er gamal bólkur, sum byrjaði á Tvøroyri fyri eini
25 – 30 árum síðani. Manningin er í dag bland av upprunamanning og øðrum, sum
tó hava verið við rúma tíð og meginparturin av manningini býr nú í Havn.
Bólkurin gav plátu út fyrst í áttatiárunum og hevur eisini verið at hoyrt á útgávum
síðani. Deiggj spælir blandaðan tónleik, men fjalir ikki, at teir í bólkinum eittnú
dáma væl Gasolin og góðan rocktónleik annars, og teir spældu eisini undir hjá
John Lawton úr Uriah Heep á Jóansøkufestivalinum fyrr í ár. Deiggj spældu síðsta
vikuskiftið í Havnar Klubba og var hetta væleydnað vikuskiftið við nógvum
áhoyrarum, frættist frá Deiggj.
SMS fingið skeinkiloyvi
Tað er Havgrímur Johannesen, sum stendur aftan fyri nýggju matstovuna, Williams, í SMS
Mynd: Álvur Haraldsen
Eins og í SMS hevur
matstovan á Flogvølli
num í Vágum fingið
skeinkiloyvi. Hetta
merkir, at longu nú í
desember fer at bera
til at keypa øl og vín á
flogvøllinum
skeinking
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyri viku síðani fingu eigar
arnir av 62º Norður, sum
eigur kaffi og matstovuna í
Floghavnini í Vágum, at
vita, at skeinkiloyvið, ið
teir søktu loyvisnevndina
um, verður játtað.
Talan er um tað minna
loyvir, sum merkir, at tað
ikki verður loyvi at skeinkja
løgir sterkari enn heitvín, ið
liggur á leið 22 prosent.
Altso verður bert talan um
øl og vín og ikki brennivín.
Vit síggja hetta sum
eina heilt natúrliga menn
ing, at vit nú fáa loyvi til at
skeinkja eitt glas av víni
ella ein øl saman við mati
num. Hetta ger man í øllum
floghavnum, so sjálvandi
eiga vit at kunna gera hetta
eisini, sigur Kent Christen
sen.
Hann vísir á, at krøvini
um at innskriva seg til flúgv
ing tíðliga, eru skerpaði, og
hetta merkir, at ferðafólk
koma at uppihalda seg
longri á flogvøllinum. Har
afturat er júst á flogvøllinum
í Vágum vandi fyri at koma
at bíða leingi at sleppa
avstað, orsakað av mjørka
og veðrinum annars.
Spurdur um hetta merkir,
at matstovan fer at halda
longri opið, sigur stjórin í
62º Norður, at tað væntar
hann.
Hetta fer at geva okkum
møguleikar fyri at økja
umsetningin, og tí kann tað
fara at loysa seg at víðka
upplatingartíðirnar,
sigur
Kent Christensen.
Longu nú sæst ein broyt
ing í útboðnum á matstov
uni, tí í síðstu viku opnaði
ein morgunbuffét framman
fyri matstovuni.
Øl og vín á Flogvøllinum
Innanfyri eina til tvær vikur, ella í seinasta lagi beint undan
jólum, verður møguleiki at keypa øl og vín á matstovuni á
flogvøllinum í Vágum
Savnsmynd