mikudagur 5. desember 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 236 - 5. desember 2007
Ummæli
Orð og myndir:
Dávur Winther
Leygardagin 1. desember var
kirkjan
fullsett
av
langtandi
áhoyrarum, bæði úr Norðoyggj
um,
Eysturoy
og
eisini
úr
Tórshavn, sum væntaðu sær
okkurt serstakt – Eina annarleiðis
konsert. Og tað fingu tey í ríkiligt
mát.
Konsertin var ein adventskon
sert, og hevur Karlakórið havt
slíkar síðani 1993. Sangskráin var
sera vakurt uppsett við góðum
lýsingum av hvørjum stykki, og
eisini vóru sangirnir við á prenti.
Tað var fløvandi, at tað er júst
sama skrá og hefti, sum verður
nýtt til konsertina fyrst í Klaksvík,
Tórshavn og síðani eisini í Hall
grímskirkjuni 15. og 16. desem
ber. Í hesum liggur fyri mær ein
heilsan landanna millum – ein
vøkur jólakvøða til og frá teimum
serstøku Christianskirkjuni, Vest
urkirkjuni og Hallgrímskirkjuni.
Varðar fyri hvør sín bý.
Tá ið eg var ungur, var Karlak
ór Reykjavíkar mítt tónleikaliga
Mekka í sanghøpi. Og tað er enn
meira torført at koma burtur frá
hesum aðalsetningi eftir konsert
ina leygardagin í Christianskirkj
uni.
Konsertin
nøktaði
alla
sangtráð.
Sameindi
ljómurin,
broytan í sangstyrki, klangspennið
frá teimum djúpu bassunum til
teir høgu eyðkendu klingandi
tenorarnar, sum bert finnast í
Íslandi Hetta saman við sangvali,
sum Ave Maria; Agnus Dei, Og
halga nátt, Føgur er foldin og
Takkarbæn – ja, tá er torført at
koma nærri himmiríki á jørð.
Tignarligi búnin og kropsburð
urin á teimum 76 monnunum,
saman við frálíka sanginum setti
alt í ein serliga hátíðarligan dám
– Ja, til eina heilaga stund.
Løtan í kirkjuni saman við
Karlakórinum var so hátíðarlig, at
eftir míni tykki kundi kórið staðið
einsamalt. Kanska kundi inn
gangsbøn, sangur, signing, kunn
gerðir og útgangsbøn steðgað til
eina aðra ferð. Prestur kundi
boðið vælkomin og takka fyri.
Kórsangurin var allur ein hámes
sa. So frálíkt og væl sungið, sum
er torført at gera eftir.
Ein so sæl løta, hvørs fynd og
tyngd í kórsangi og boðan er
torfør
at
koma
nærri
at
jólaboðskapinum.
Góða advent.
Karlakór Reykjavíkar
í Christianskirkjuni
Vælkendu kallarnir úr Reykjavík vór sum altíð sera góðir