mikudagur 5. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 5. desember 2007
23
tíðindi
og jólakonsert
ga skapandi hevur hon gjørt
vart við seg, m.a. tá hon
vann
singer-song-writer
kappingina, sum Hafnia
Lounge skipaði fyri í ... Frá
skeiðum uttanlands hevur
hon eisini vunnið sær leik-
listarligar fortreytir; men
fyrst og fremst hevur hon ta
persónsmensku
og
tann
humoristiska sans, ið ber
uppi í leikluti sum hesum.
Forkunnug og góð uppliv-
ing var tað at hoyra klassiska
guittarsolo við symfonisk-
um fylgispæli, tá tann
dugnaligi Alvi Joensen sam-
an við symfoniorkestrinum
spældi part úr “Fantasia”
eftir Joaquin Rodrigo.
Tá nú Berharður Wilkin-
son við sínari tónleikara-
manning orkestralt tók sam-
anum við tí sprækna “Pira-
tes of Carribean” eftir
Klaus Badelt kundu vit enn
einaferð frøast um okkara
frálíka symfoniorkestur í
hondunum á hesum úrmæl-
ingi. Men samtundis er at
harmast um, at hetta fremsta
liðið í okkara tónlistarheimi
ikki fær sømdir til eitt meira
virksemi. Seinasta nosið
var messan eftir Haydn í
september, og eftir tað mátti
symfoniska heystkonsertin
uppgevast av fíggjarligum
orsøkum. Professionel ork-
estur av slíkum slag uttan-
lands, eitt nú íslendska sym-
foniorkestrið, hava vanliga
ei-na framførslu um vikuna.
At okkara orkestur skuldi
kunnað trinið fram eina
ferð um mánaðin kann ikki
vera ov mikið at ynskja eft-
ir. Slíkt virksemi kostar mei-
ra, enn einans kann setast
av á fíggjarlóg landsins til
einstakt ljómlið; men Før-
oya Symfoniorkestur er alvi
musikkskúlans og eitt kær-
komið høvi til trivnað hjá
okkara
professionellu
musikklærarum. Tí kann
tann áheitan á okkara polit-
iska myndugleika ikki ov
mikið endurtakast um at
gera útinnandi virksemi til
part av starvsssetninginum
hjá teimum musikklærarum,
sum ynskja tað. At reglugerð
tá má setast upp í samstarvi
millum musikkskúlaleiðslu,
Musikklærarafelagið og eitt
nú Føroya Symfoniorkestur
er sjálvsagt.
Men inni í Runavík var
løtan ikki minst hugtakandi,
tá nú 200 børn úr Tórshavnar
Musikkskúla og úr Sankta
Frans, Leirvíkar, Glyvra og
Runavíkar
nissuklødd
komu sníkjandi í hálvmyrk-
rinum og upp á pall at fram-
føra 4 sangir saman við
symfoniorkestrinum. Væl
var fyrireikað, væl var skip-
að fyri, og fløvandi var tað
fyri foreldur og onnur áhoyr-
andi – teirra millum eitt
gamalt lærarahjarta –at upp-
liva henda stóra barnaskara
uttan himpr uttanat av full-
um huga syngja “Nú liggur
ein kavafonn tindi á” (vísu-
lag við teksti eftir Símun av
Skarði), “Um tú hittir jóla-
mannin” (lag: Ingi Isaksen,
tekstur: Steintór Rasmus-
sen), “Úti í tí myrku nátt”
(lag og tekstur: Pauli í
Sandagerði) og “Rottujól”
(lag: Pauli Hansen, tekstur:
Sverri Egholm). Fylgispælið
til tríggjar teir fyrstu gjørdi
Atli K. Petersen, og tað sein-
asta legði Pauli sjálvur til
rættis.
Eftir áhaldandi lógva-
brestir endaði hendan jóla-
fagnarløtan í Runavíkar
Íróttarhøll við jólaslagaran
um“Nissumamma og nissu-
pápi” (arr. Atli K. Petersen)
sum rungandi eykanumm-
ari.
Ein fullsett ítróttarhøll; ikki minst av barnafamiljum
Ein av sera dugnaligur, ungur, klassiskur gittarleikari, Alvi Joensen
Tey smærri børnini hugnaðu sær eisini
Bára Berghamar Danielsen við síni klokkukláru rødd