mikudagur 5. desember 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 236 - 5. desember 2007
tíðindi
Í morgin – 6. desemb
er – kann Finnland
hátíðarhalda 90
ára dagin, sum ein
sjálvstøðug tjóð
tjóðskaparsøga
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Søgufrøðingar vita ikki við
fullari vissu at siga hvat ár
Svenskarar løgdu Finnland
undir seg. Men í 1216 stað
festi Pávin í Róm rættin hjá
svenska konginum yvir tey
finsku økini. Vesturfinnland
bleiv kristnað um miðjan
ellintu øld, og tá svenski
kongurin hevði fingið rætt
in staðfestin frá Pávanum,
blivu hini finsku økini
kristnaði. Í 1323 komu teir
eystastu partarnir av Finn
landi – Karelen – undir stýr
ið hjá Novgorod. Ein partur
av eystaru økunum komu
undir ávirkan av Russlandi
og Byzan. Vestur og Suður
Finnland komu at hoyra til
tað vestaru mentanina, nevn
liga Svøríki.
Javnbjóðis partur
Finnland bleiv tá ein javn
bjóðis partur av svenska rík
inum. Tann skandinaviska
rættar og samfelagsskipan
in bleiv sett í verk, tá Finn
land var undir svenskum
ræði. Valdsmiðdepilin lá í
Turku, ella Åbo sum býurin
nevnist á svenskum. Her
bleiv ein sterk borg bygd,
og finska bispasæti kom eis
ini at verða í Turku. Í 1291
bleiv tann fyrst finsktføddi
biskupurin, Magnus 1. setur
í embætið. Tað var serliga
kirkjan, sum knýtti Finnland
til tað evropeisku mentan
ina. Í 1326 bleiv tað stað
fest, at Finnland hevði rætt
til at senda umboð til kongs
valið í Svøríki. Tá svenski
ríkisdagurin byrjaði at virka
í 15. øld, áttu finnar eisini
síni umboð í svenska ríkis
degnum. Í glæsiligasti tíðini
í svensku søguni, sum var
árini 16171721, átti Svø
ríki eisini tey baltisku lond
ini, sum vit í dag kenna,
sum Estland, Lettland og
Litava. Í hesum tíðarskeið
num blivu altsamt fleiri og
fleiri svenskir embætismenn
útnevndir í Finnlandi, og
svenska málið styrkti sína
um sína støðu í Finnlandi. Í
hesum tíðarskeiðnum bleiv
tann Lærdi Háskúlin í Turku
setur á stovn, men eisini har
domineraði tað svenska
málið.
Nógv kríggj
Finnland var rakt av nógv
um bardøgum hesa tíðina.
Glæsuliga tíðin hjá Svøríki,
sum stórveldi, endaði eftir
tað Stóra Norðurlendska
Kríggið, sum vardi frá
17001721. Finnland bleiv
hertikið av russum í 1714,
og aftaná friðin í Nystad, í
1721 fingu russar ein stóran
part av LandsynningsFinn
landi. Í einum nýggjum
kríggið ímóti Russlandi, í
174143 tapti tann svenski
finski herurin, og Russland
hertók aftur landið. Tá fødd
ist tankin um at gera Finn
land
leyst
av
Svøríki.
Svenska stjórnin bygdi tó
stór verndarvirki eftir krígg
ið, m.a. tað tiltiknu Svea
borg. Ein stóru partur av
herflotanum
fekk
eisini
heimstað í Finnlandi. Svø
ríki og Russland kríggjaðust
aftur í 178890. Tá vóru tað
nakrir av teimum finsku
yvirmonnunum, sum stovn
aðu eina loysingarrørslu.
Men hendan rørslan vann
ikki frama í fólkinum.
Undir russar
Í 1808 lupu russar aftur á
Finnland. Finski herurin
bleiv bardur niður, og land
ið bleiv aftur hertikið. Hesu
ferð slapp Svøríki ikki við
at lata ein part av Finnlandi,
men teir máttu lata alt Finn
land frá sær, og til Alexander
1., keisara av Russlandi.
Finnarnir samlaðust til ein
Landdag (eitt ting) í Porvoo,
í 1809. Her svóru teir russ
iska keisaranum eið. Aftur
fyri lovaði keisarin at virða
evangelisktluthersku
trúnna hjá finnum, grundlóg
ina og teirra rættindi. Nú
bleiv Finnland eitt russiskt
stórfúrstadømi.
Keisarin
hevði ein generalguvernør,
sum umboðaði hann í Finn
landi. Tann ovasti umsiting
arstovnurin var Senatið,
hvør limir vóru finnar. Tó
skuldu allar tær týdningar
mestu avgerðirnar góðkenn
ast av russiska keisaranum.
Russiski keisarin byrjaði at
byggja vegir og siglurennir
í Finnlandi, og flutti høv
uðsstaðarumsitingina
úr
Turku, og til Helsinki.
Tjóðskaparlig veking
Tjóðskaparliga
samvitið
hjá finnum styrknaði í 19.
øld. Tjóðarkvæðið Kalevala,
og tjóðskaparligu yrkingar
nar hjá J.L. Runeberg blivu
stórliga fagnaðar kring alt
Finnland. Stóri statsmaðurin
J.V. Snellman stríddist eis
ini fyri, at finskt og svenskt
blivu javnstillaði, sum al
mennu
mál
Finnlands.
Finskir lærustovnar vóru
settir á stovn í seinna helm
ingi av 19. øld. Tjóðskapar
liga rørslan førdi til polit
iskar flokkar, sum bæði
tóku støðu í tí svenska máli
num, og í tí finska málinum.
Men eitt beiskt málstríð tók
seg upp millum fólk, ið
hoyrdu til hesar báðar mál
bólkarnar. Tey finskttalandi
vóru omaná tá øldin var
liðin. Eisini sæð í ljósinum
av, at bara 1 út av 7 finnum
hevði svenskt, sum móðir
mál. Tá Alexander 3. ráddi
fyri borgum, árini 1881
1894 byrjaðu russar at máa
burtur av rættindunum, og
serstøðuni hjá Finnlandi.
Tá Nikolaj 2. kom til valdið
í 1894, valdi hann í 1899 at
avmarka valdið hjá finska
landdegnum í ein ovurstóran
mun. Ein hálv miljón finnar
undirritaðu eitt mótmæli til
russiska
keisaran,
men
einki hjálpti. Kend fólk frá
evropeiska mentanarheim
inum mótmæltu eisini, men
tað hjálpti heldur ikki. Men
russiska kúganin sameindi
báðar málbólkarnir í Finn
landi, sum nú høvdu ein
felags fígginda.
Ríkisdag í 1906
Russland tapti kríggið ímóti
Japan í 1905, og aðalverkfall
bleiv í Russlandi, sum
breiddi seg til Finnlands.
Hendan støðan noyddi russ
iska keisaran at gera libe
raliseringar. Og Finnland
fekk nakrar í evropeiskum
høpi – stórar parlamentar
iskar reformar. Hetta var í
1906. Finnland fekk ein
Ríkisdag við einum kamari,
og finsku kvinnurnar fingu
sum tær fyrstu í Evropa
valrætt! Men Nikolaj 2. og
russar byrjaðu aftur at kúga
finska fólkið í 1908. Men
eftir februarkollveltingina
í Russlandi í 1917, fekk
Finnland síni rættindi aftur.
Aftaná oktoberkollvelting
ina sama árið, boðaði finska
senatið undir leiðslu av P.E.
Svinhufvud frá, at Finnland
nú var eitt sjálvstøðugt
land. Hetta var 6. desember
í 1917. Sovjetsamveldið
viðurkendi Finnland tann 4.
januar í 1918. Finnland tók
sína støðu millum heimsins
tjóðir.
Finnar vóru undir svenskum
og russiskum stýri í sjey øldir
Finnland hevur í fleiri umførum verið undir russiskum valdi. Og ikki fyrr enn í 1906 gjørdist landið aftur ein egin tjóð