Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 5. desember 2007 27 tíðindi Finnland er óivað millum tey lond, sum hevur havt størst framburð síðstu árini tjóðskaparsøga Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Veturin er langur í Finn­ landi, og hevur tað gjøgnum tíðinnar verið torført hjá finnum at útvega sær eitt livibreyð. Strongu náttúru­ viðurskiftini, ein stórur tørvur á orkukeldum, stóru frástøðurnar, og tunna íbúgvaratalið í mun til støddina av landinum, hava gjørt liviumstøðurnar torførar hjá finnum. Nógv tann størsta inntøkukeldan hevur gjøgnum søguna verið skógarbrúki. Her fáa finnar til vega skipstimbur, og aðrar sagverksvørur. Í dag er Finnland eitt av heimsins førandi londum, tá tað kemur til at flyta út pappír og kartong. Skógarídnaðurin er í dag umleið ein triðingur av útflutningi Finnlands. Metalídnaður og samskifti Metalídnaðurin eigur 40% av finska útflutninginum. Finnland er heimskent fyri framleiðsluna av ísbrótar­ um, tangaskipum, og stutt­ leikaskipum í fremsta marg­ lætis­flokkinum. Seinnu árini er metalídnaðurin bliv­ in meiri fjølbroyttur. Kenda fyritøkan Kone er tiltikin fyri sínar elevatorar, og aðr­ ar hydrauliskar framleiðsl­ ur. Tað er tó innan samskiftis­ tøknina, at Finnland hevur sligið sítt navn fast í heims­ samfelagnum síðstu árini. Og sigur tú: Finnland, so mást tú eisini siga: Nokia. Í árinum 2000 seldi Nokia – haldið tykkum føst – 128 miljónir telefonir! Haraftrat er fyritøkan millum heim­ sins fremstu tá tað kemur til telesamskiftis­netverk og fjølmiðla­terminalar. Fram­ leiðslurnar hjá Nokia verða seldar í næstan øllum heim­ sins londum. Væl útbúnir Útbúgvingarstøðið í Finn­ landi er óvanliga høgt. 13% av fólkinum hevur prógv frá lærdum háskúla, ella aðra høga útbúgving. Rættu­ liga stórur partur av fólki­ num hevur eisini eina miðal­ høga útbúgving. Skúlin verður raðfestur høgt í Finn­ landi. Tað vísti úrslitið av PISA­kanningini eisini, har Finnland gjørdist nr. 1. Tað eru gott og væl eingir analfa­ betar í Finnlandi. Fólka­ skúlin verður nevndir Grundskúlin. Tey fyrstu 6 árini leggja grundina við grundfakunum at lesa, skriva, rokna. Men longu tíðliga læra næmingarnir enskt. Sjeynda, áttanda og níggjunda árið eru tann sonevndi Yvirbygningurin. Her velja fleiri finskir næm­ ingar eitt fremmandamál aftrat, serliga eru tað týskt og franskt, sum eru væl umtókt. Útbúgvingarstøðini aftaná Grundskúlan nevnast Miðalhøgar Útbúgvingar. Her er talan um tveir val­ møguleikar: Studentaskúlar og Vinnuskúlar. Runt Finn­ land eru tað fleiri skúlar, sum fyrireika næmingarnar til tað altjóða studentaprógv­ ið, IB. 60% av studentunum, sum verða klaktir, eru kvinn­ ur. Finnland 90 ár: Frá skógarbrúki til Nokia K.J. Ståhlberg 1919-1925 L. Kr. Relander 1925-1931 P.E. Svinhufvud 1931-1937 Kyösti Kallio 1937-1940 Risto Ryti 1940-1944 C.G.E. Mannerheim 1944-1946 J.K. Paasikivi 1946-1956 Urho Kekkonen 1956-1982 Mauno Koivisto 1982-1994 Martti Ahtisaari 1994-2000 Tarja Halonen 2000- Forsetar í Finnlandi Øki: 338.145 ferkilometrar Íbúgvaratal: 5,2 miljónir Statsformur: Lýðveldi Almenn mál: Finskt og svenskt Átrúnaður: Protestantar og ortodoksir Høvuðstaður: Helsinki Størsta vatnið: Stóra Saimaa, 4.400 ferkilometrar Størsta áin: Kemi-áin, 552 km Kendar fyritøkur: Nokia, Fazer, Fiskars, Kone og Wärtsilä Finnland Skógarbrúk hevur í stóran mun verið grundarlagið undir finska búskapinum, sum tó hevur ment seg nógv seinnu árini Ein av uppfinningunum, sum stórur partur av heiminum man takka finnlendingum fyri, eru ísbrótararnir Fyrsti kvinnuligi forsetin í Finnlandi, Tarja Halonen, heilsar her upp á Paavo Lipponen, fyrrverandi forsætisráðharra Sendingin »Finnland í 90 ár« verður á Rás 2 hósmorgunin