Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 236 - 5. desember 2007 Fyrsta konsertin í samband við fløguútgávuna hjá Lylla Eliasen og Niels Midjord úr Fuglafirði verður í Miðlahúsinum í kvøld kl. 19. tónleikur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Saman við Niels Midjord og Lylla Eliasen fer Rói Eliasen – sonur Lylla – at leika á klaverið í Miðlahúsi­ num. Konsertin verður bygd soleiðis upp, at talan verður um bæði frambornan sang, og felagssang. Niels og Lylli fara fyrst at syngja 2­3 sangir hjá Taube, sum Niels hevur føroyskað. Eftir hetta verður boðið til tveir felagssangir. Eitt sanghefti við føroyskum Evert Taube týðingum er prentað, og verður sungið úr hesum sangheftinum. Í sanghefti­ num eru eisini sangirnir, sum Herman Jacobsen gjørdi kendar á plátuni, sum hann gav út saman við Ad Libitum. M.a. “Gentan í Peru”, “Kyndaravalsurin”, “Karl á Bakka” og aðrir Taube­klassikarar. Andreas Andreassen í Vestmanna hevur eisini týtt tveir av Taube­sangunum! Síðani verða aftur nakrir fram­ bornir sangir, og so verður aftur boðið til felagssang úr Taube­sangheftinum. Niels og Lylli ynska, at konsertin eisini skal verða ein inter­ aktiv uppliving. Atgongu­ merkið til hesa sera forkunn­ ugu konsertina kosta 50 kr. Upptikin í gomlum húsum! Sangirnir hjá Evert Taube, sum livdi árini 1890­1976, eru frá tíðarskeiðnum 1922­ 1950. Evert Taube vaks upp á oynni Vinga, sum liggur tætt við Göteborg. Niels hevur gingið á Norður­ lendsku Vísulinjuni á Kung­ älv, og er tað tí ikki so løgið, at hann hevur fingið stóran tokka til yrkingarnar hjá Evert Taube. Men so gamlir, sum tekstirnir hjá Evert Taubeeru, so eru teir kortini ikki eldri enn upptøkuhølini, sum Niels og Lylli hava nýtt til at taka fløguna upp við. Teir 14 sangirnir á fløguni, har Niels og Lylli tulka Taube á føroyskum, eru tiknir upp í einum hús­ um, sum hava sína heilt ser­ liga søgu. Fyrndarhúsini, sum standa millum Fugla­ fjarðar Kirkju og Fuglafjarð­ ar Bókasavn eru nevnliga flutt fýra(!) ferðir. Húsini stóðu fyrst í Lamba, blivu tikin niður, og blivu so reist upp aftur við Garð í Fugla­ firði. Blivu aftur tikin niður, og reist upp aftur á Høvda. Seinni blivu húsini aftur flutt, fyrst út á Kambsdal, har tey blivu sett í stand. Síðani blivu tey flutt til stað­ ið har, sum tey standa nú. Nú standa tey á grundøki­ num hjá einari abbadóttir hjá einum manni, sum vaks upp í teimum somu húsi­ num, tá tey stóðu á Høvda! “Tann óviðgjørdi viðurin gevur eitt so framúrskarandi, nátúrligt ljóð!” sigur Niels við Sosialin. Fólk, sum koma til Taube­konsertina fáa sjálvsagt høvið at ogna sær eitt eintak av hesari forkunnugu fløguni, sum er tikin upp í teimum forkunn­ ugu, gomlu húsunum. Ori­ ginalitetur og genialitetur fylgjast hond í hond! Gamli viðurin í Miðlahúsinum fer eisini at bera Niels, Lylla og Róa í kvøld. Niels Midjord og vinir hansara hava sera forkunnuga konsert í Miðlahúsinum, har Evert Taube er á skránni Evert Taube konsert í Miðlahúsinum í kvøld Hoyvíksvegur 63 · tlf. 31 36 66 · ivan@ivan.fo – vitja niðan og fá eitt prát og ein royndartúr Prísirnir eru bert galdandi, um eingin bilur er í býti Ford Focus 1.6 stc. Ghia Árg: 2003 Km: 111.000 Prísur fyrr:..............150.000 Prísur NÚ:..............135.000 Citroen Berlingo 1.8i Multi Árg: 2001 Km: 96.000 Prísur fyrr:................90.000 Prísur NÚ:................65.000 Citroen Xsara 1.6i Week Árg: 2003 Km: 51.000 Prísur fyrr:..............120.000 Prísur NÚ:................90.000 Elegance útgávan. Diesel Citroen Xsara 2.0 HDi Week Árg: 2001 Km: 122.000 Prísur fyrr:..............105.000 Prísur NÚ:................70.000 Kia Carnival 2.9TD Árg: 2000 Km: 105.000 Prísur fyrr:..............120.000 Prísur NÚ:................69.000 Bilurin hevur 7 setur BMW 316i Árg: 1999 Km: 85.000 Prísur fyrr:..............159.000 Prísur NÚ:..............120.000 Bilurin hevur 1.8 ccm motor Stórt úrval av góðum, brúktum bilum Citroen Berlingo 1.6i Multi Árg: 2002 Km: 55.000 Prísur fyrr:..............105.000 Prísur NÚ:................75.000 Eyka dekk fylgja við Peugeot 206 1.6 Árg: 2004 Km: 70.000 Prísur fyrr:..............120.000 Prísur NÚ:................95.000 Eyka dekk fylgja við Mitsubishi Pajero Sport Árg: 2005 Km: 22.000 Prísur fyrr:..............280.000 Prísur NÚ:..............260.000 2.5 TD motor. 1 ára garanti eftir. Sportfelgur, skermhækkarar Audi A6 2.4 aut. Árg: 2004 Km: 60.000 Prísur fyrr:..............380.000 Prísur NÚ:..............260.000 Bilurin hevur automatisk gear og leðurkabinu Toyota Avensis 1.8 Sol Árg: 2005 Km: 36.000 Prísur fyrr:..............210.000 Prísur NÚ:..............190.000 Verður seldur fyri kunda Mazda Premacy 1.8 Árg: 2001 Km: 63.000 Prísur fyrr:................90.000 Prísur NÚ:................80.000 Citroen C5 2.0 Prestige Árg: 2002 Km: 62.000 Prísur fyrr:..............138.000 Prísur NÚ:..............125.000 Mercedes C180 Komp. Árg: 2006 Km: 18.000 Prísur fyrr:..............395.000 Prísur NÚ:..............365.000 Bilurin hevur automatisk gear. Verður seldur fyri kunda www.ivan.fo Mynd vantar Citroen Xantia 1.8 Week Árg: 1999 Km: 170.000 Prísur fyrr:................45.000 Prísur NÚ:................28.000 Mynd vantar Citroen Berlingo 1.6i Árg: 2002 Km: 96.000 Prísur fyrr:................90.000 Prísur NÚ:................65.000 Bilurin hevur bakkisensor Mynd vantar