mikudagur 5. desember 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 5. desember 2007
29
Starvslýsing – tíðindafólk
Eitt hús – tríggir miðlar
Eitt blað hvønn dag, leypandi
dagføringar av størsta tíðinda
portali í landinum og útvarp.Til
alsamt vaksandi framleiðsluna hjá
Miðlahúsinum í Vágsbotni søkja
vit nú eftir tíðindafólki.
Uppgávan hjá tær verður í fyrsta
lagi at virka sum leiðari á web
økinum, har vit í løtuni røkja
portal.fo, sportal.fo og planet.fo
umframt netúgávuna av
Sosialinum. At skriva tíðindi til
blað og net er partur av hesum
arbeiði. Hartil verður tú partur av
toyminum, ið skal samskipa
tíðindaflutningin hjá teimum
trimum miðlapallunum, sum vit í
løtuni fevna um.
Rætti umsøkjarin hevur góð evni
at skriva og sum samskipari.
Útbúgving og royndir innan
blaðmannaøkið eru avgjørdir
fyrimunir, men verða tó ikki sett
sum treyt. Og vit rokna við, at tú
kanst byrja í starvinum í seinasta
lagi tann 1. februar í 2008.
Áhugaðir umsøkjarar skulu innan
20. desember senda umsókn til:
Sosialurin
Att: Jan Müller
Postsmoga 76
FO-110 Tórshavn
Áhugað kunnu sjálvandi eisini
frætta meira um starvið við at
seta seg í samband við Jan
Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á tlf
341800 ella á telduposti jan@
sosialurin.fo
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðinda
flutning á netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 35 fólk í samtakinum.
TunnilsRadio
leygardagin 8. desember
Nú tunlarnir hava ókeypis opið leygardagin fer Rás2 at hava samrøður við fólk úr Vágum, Klaksvík, Tórshavn og í Runavík.
Kunngerðir og lýsingar til Rás2, skulu verða okkum hendi í góðari tíð.
Tórsgøta 1
FO-100 Tórshavn
tel 35 99 99
ras2@ras2.fo
Birgir..............28 44 44
Mirjam .........34 18 50
Serligt tunnilsilboð:
Til lýsingar, sum verða lisnar
leygardagin, hava vit serligt tilboð.
lýsingar
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring
Lesið
-so eru tit við!