mikudagur 5. desember 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 5. desember 2007
41
Starv sum tingskrivari/
skrivstovufólk í Løgtinginum
Eitt starv sum tingskrivari/skrivstovufólk í Løgtingi
num er leyst at søkja, til setan pr. 1. februar 2007.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
At røkja starvið sum tingskrivari, annað vanligt skriv
stovuarbeiðið og ávísar serligar uppgávur.
Tingskrivarastarvið verður dagliga røkt av trimum
tingskrivarum, við einum fjórða tingskrivara sum av
loysara. Høvuðsábyrgdin av tingskrivarauppgávunum
er býtt millum 1. og 2. tingskrivaran, men við tíðini og
neyðugu royndunum skal høvuðsábyrgdin fyri ávísum
uppgávum eisini leggjast á triðja tingskrivaran.
Tingskrivarastarvið fevnir í høvuðsheitinum um at
manna skrivarapallin í tingsalinum og diskin í komu
høllini, at skriva gerðabók og skrá fyri tingfundir og
annars at tryggja, at allar telduskipanir í tinginum
virka sum tær skulu, og at neyðugu skrásetingarnar
verða gjørdar.
Av vanligum skrivstovuuppgávum skal tann, sum
settur verður, hava ábyrgdina av, telefonavgreiðslu,
móttøku, posti, nevndarinnkallingum og nevndar
skjølum, ferðum, umframt annað vanligt skrivstovu
arbeiði.
Harumframt skal viðkomandi virka sum avloysari í
sambandi við ávísar uppgávur. Neyðugt er tó, at allar
skrivstovuuppgávur so vítt gjørligt kunnu røkjast av
øllum, tá ið á stendur. Eisini kunnu broytingar í
starvinum koma fyri.
Av serligum uppgávum, hava vitjanir í tinginum
stóran týdning. Hendan uppgávan verður eisini røkt
av øðrum starvsfólki. Uppgávan fevnir um at taka
ímóti fólki, ið biðja um at sleppa at síggja og fáa
frágreiðing um tingið og tingarbeiðið.
Løgtingið:
Upplýsing um Løgtingið og løgtingsarbeiðið er at
finna á heimasíðu okkara www.logting.fo.
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovu
útbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á
økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi
er kønur í føroyskum, hevur royndir at arbeiða við
teldu og hevur áhuga í politiskum arbeiði. Umsøkjarar,
sum hava kunnleika til onnur mál, serliga enskt, hava
fyrimun. Tað er eisini av týdningi, at tann, sum settur
verður, hevur lætt við at samskifta og er opin, m.a. í
sambandi við uppgávuna at taka sær av vitjanum.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjar
málráðið og Starvsmannafelagið.
Tað er ein treyt, at tann, ið settur verður, kann átaka
sær at arbeiða út á kvøldið, tá tingfundir eru, og tá tað
annars er neyðugt.
Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum skulu vera Løgtinginum, Tinghúsvegur 1
3, Boks 208, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 17.
desember 2007, kl. 16.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Kristinu Samuelsen, starvsfólkaleiðara, á tel. 36 39
13 ella kristinas@logting.fo.
Løgtingið
lýsingar