Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 236 - 5. desember 2007 ] Ronaldinho fyri 145 mió kr. Ronaldinho, sum enn spælir í Barcelon, stendur ovast á ynskislistan­ um hjá fleiri europiskum stórfeløgum. Og tó at tey í Barcelona helst ikki vilja selja, so gera nýggju transfer­reglurnar, at spælarin í summar kann skifta felag fyri á leið 145 mió kr. Og tað er ein upp­ hædd, sum nógv eru til reiðar at rinda. Í løtuni sigst Chelsea vera mest sannlíka boðið upp á ein komandi arbeiðsgevara hjá bóltsnill­ inginum, men hetta verður tó avvíst av umboðsmanni hansara. – Ronaldinho vil fegin halda fram í Spania, men metir Barcelona, at tey kunnu vera hann fyriuttan, kann talan sjálvandi vera um aðra støðu, sigur Roberto de Asis við Gazetto dello Sport. Romario var dopaður 41 ára gamli Romario, sum á síni yrkisleið hevur skotið fleiri enn 1.000 mál, varð herfyri testaður positivur eftir ein dyst fyri felag sítt, Vasco da Gama. Sjálvur hevur Romario viðgingið, at ólóglig evni vóru í royndini, men hann sigur seg kortini vera ósekan í hesum. – Tað einasta, sum eg havi tikið, er eitt evni, sum skuldi forða fyri hármissi. Møguleiki er fyri, at Romario verður leikbannaður í seks mánaðir, men sjálvur vónar hann tó, at talan bert verður um bót. Í gjárkvøldið varð bólkur D í Champions League avgreiddur, hetta tí at Milan skal leika í kapping fyri HM fyri lið í næstu viku. Milan tóku móti skotska Celtic og Filippo Inzaghi var eirindaleysur FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Filippo „Pippo“ Inzaghi, (føddur 9. August í 1973, í Piacenza) er ein spælari, ið hevur vunnið HM, og sum í løtuni spælur í italska Serie A felagnum AC Milan og fyri Italia. Hann var deildur methald­ ari, saman við Gerd Müller, fyri mest mál skoraði í offi­ ciellum Europeiskum fót­ bóltskappingum við 62 mál­ um, men í gjárkvøldið skoraði hann aftur og er nú einsamallur við metinum. Milan vann dystin, men Celtic kom hóast alt víðari úr bólkaspælinum, hetta orsakað av at Shakhtar tapti sín dyst móti Benfica. Hvør er Inzaghi „Pippo“ byrjaði at spæla fyri barndómsfelagið Piac­ enza Calcio, tá hann var tannáringur í 1991, men har fekk hann bert tvær ferðir kjans á vøllinum, áðrenn hann varð læntur út til Seriu C1 liðið, U.C. Albinoleffe, har hann imponeraði við at skora heili 13 mál í 21 dystum. Í 1993, flutti Inz­ aghi til Seriu B liðið, Hellas Verona og skoraði 13 mál í 36 dystum. Tá hann so kom aftur til Piacenza, skoraði hann 15 ferðir í 37 dystum og vísti øllum, at hetta var ein spennandi ungur leikari. Fyrsti Seriu A dystur Inzaghi fekk sín fyrsta dyst í Serie A, tá hann flutti til Parma F.C. í 1995, men tá skoraði hann bert tvær ferðir í 15 dystum. Hann flutti til Atalanta B.C. árið eftir, har hann endaði sum Capocann­ oniere (blaðm. toppskjútti í Seriu A) við 24 málum. Men skjótt var hann ávegis vekk, enn eina ferð til hansara sjeynda felag innan sjey kappingarár, hesaferð til Juventus F.C. Hann, Ales­ sandro Del Piero og Zinedine Zidane, vóru í essinum í fýra ár, tá teir veruliga fingu spælið at koma í hægri hæddir. Hetta var samstundis longsta tíðin hjá Inzaghi í einum felagi. Juventus vann Scudetto (italska blaðm. meistaraheitið) í kappingar­ árinum 1997­98, men taptu but 1­0 í Champions League finaluni móti Real Madrid. Á bonkin Hóast heili 57 mál í 120 dystum fyri Bianconeri, mátti Inzaghi taka til takkar við einum plássi á bonkin­ um, tá felagið keypti David Trézéguet, og hann flutti so til A.C. Milan undan kapp­ ingarárinum 2001­02, men har meiddi hann sær knæðið og misti helvtina av kapp­ ingarárinum. Tá hann kom fyri seg aftur, megnaði hann saman við Andriy Shev­ chenko, at skapa eitt vanda­ mikið álop, og skjótt hevði hann eina rúgvu av sigrum og heiðuri at vísa á fyri Rossoneri. Millum sigrarnar var Champions League finalan 2002­ 03 – har Milan vann móti hansara fyrrverandi liði, Juventus við brotsparks­ kapping – saman við Coppa Italia í 2003 og Scudetto í 2003­ 04 Inzaghi tóktist endaliga at vera sloppin av við aftur­ vendandi knæskaðarnar hjá sær, ið høvdu forðað honum so nógv ígjøgnum tvey ár, samstundis sum hann end­ urfann máltevið, tá hann skoraði 12 mál í 22 dystum í Seriu A í kappingarárinum 2005­06, umframt at hann eisini skoraði fýra mál í fimm dystum í Champions League, hetta sama ár. 23. mai 2007, í Champi­ ons League finaluni, skoraði Inzaghi bæði málini hjá Milan í teirra 2­1 sigri móti Liverpool F.C. ið var ein end­ urtøka av finaluni í 2005. ­ Tað hevur verið ein dreymur hjá mær, síðan eg var heilt lítil, at skora tvey mál í einari finalu, og tey sum eg skoraði í gjárkvøldið vóru tey bæði týdningar­ mestu í mínum lívi. Tað var ein ógloymandi dystur, og tað er nakað, ið eg aldri fari at gloyma, og tvey mál í final­ uni, tosa sína greiðu søk, segði Filippo Inzaghi eftir dystin í summar. Met í europiskum kappingum Inzaghi varð fyrsti spælarin, ið skoraði tvey Champions League hat tricks (bæði við Juventus) tá hann skoraði eina treble í teirra bólkadysti móti Hamburger SV, dystur­ in endaði 4­4; hansara fyrsta var í 4­1 sigrinum móti Dynamo Kiev í 1997­ 98 kvartfinaluni. Hann er í løtuni mest skorandi italski leikarin í søguni hjá europe­ iskum kappingum. Hann skoraði sítt 62. Europeiska mál, og 33. saml­ aða fyri Milan, í 3­0 sigr­ inum móti Shakhtar Donetsk í CL bólkaspælinum í ár. Hetta bragd fekk hann ájavnt Bayern München legenduna Gerd Müller, á all­time sko­ ringslistanum í europeiskum kappingum. “Super Pippo” setti met Sagt um Inzaghi Hansara stuðlar hava effektivt givið honum navnið Superpippo or Superpippo Inzagol í hansara bestu árum. Superpippo er italska heitið á einum Disney figuri. Navnframi Johann Cruyff hevur sagt um Inzaghi: ­ Í veruleikanum dugur hann ikki at spæla fótbólt, men hann hevur nøkur merkilig evnir, altíð at vera á røttum stað. Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson segði einaferð Pippo Inzaghi er føddur í eini Off­side støðu. Filippo Inzaghi hevur í fleiri ár verið mettur sum ein tann vandamesti áleyparin í europiskum fótbólti. Og við málinum móti Celtic staðfesti hann støðu sína í so máta Mynd: Polfoto/AP