mikudagur 5. desember 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 5. desember 2007
39
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Umboð fyri FSF fara
fyrrapartin leygar
dagin saman við
umboðum fyri hini
londini í europeiska
HM undankapping
arbólki 7 at tingast
um skránna
Fótbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin fara trý umboð
fyri FSF av landinum. Tey
fara til Wien, har tað
leygardagin fer at verða
tingast um, hvussu skráin í
HM undankappingini, ið
verður á skránni tvey tey
næstu árini, skal síggja út.
Ísak Mikladal, aðalskriv
ari, fer til Wien saman við
Jógvani
Martin
Olsen,
landsliðsvenjara, og Magn
usi á Stongum, formanni í
landsliðsnevndini.
FSF umboðini hava síni
ynski við til Wien:
Vit vilja fegnir hava, at
Føroyar kunnu spæla fleiri
heimadystir í juni og august,
og at vit harvið sleppa
undan at spæla fleiri heima
dystir tíðliga á vári og seint
á heysti, tá ið umstøðurnar
at spæla fótbólt ikki eru
góðar í Føroyum. FIFA
hevur ásett dystardagarnar,
sum verða frá á heysti í
2008 og fram til á heysti í
2009. Fleiri av tjóðunum
luttaka í EM endaspælinum,
sum verður í juni, og hesar
tjóðirnar fara neyvan at
vilja spæla heimadystir á
hásumri.
Ber tað so til at fáa
heimadystir longu á hásum
ri komandi ár?
Vit vóna, at tað fer at
bera til at fáa Serbia og
Litava henda vegin kanska
longu í juni. Hesar báðar
tjóðirnar eru á sama báti
sum vit skilt á tann hátt, at
tær ikki fara at taka lut í
EM endaspælinum í summ
ar, vísir Ísak Mikladal á.
Besta viðførið, sum teir
tríggir, sum fara at umboða
FSF í Wien fyrrapartin leyg
ardagin, kunnu hava við
sær til hús aftur verður altso
heimadystir í juni, august
og tíðliga í september og
útidystir í oktober og nov
ember og á vári.
Um tað ikki eydnast
fundarluttakarunum í Wien
leygardagin at semjast um
skránna, so verður tað upp
til FIFA í lutakasti at gera
av, hvussu skráin skal síggja
út.
Vit heilsaðu upp á
umboð fyri hini londini í
okkara bólki, tá ið vit sunnu
dagin vóru í Suðurafrika í
sambandi við lutakastið. Tá
var breið semja um, at tað
skal eydnast okkum at tinga
okkum fram til skránna
longu leygardagin. Roynd
irnar vísa, at tað plagar at
bera til. Talan er um ting
ingar, og í tingingum ert tú
noyddur at geva fyri at fáa,
sigur Ísak Mikladal, aðal
skrivari í Fótbóltssambandi
Føroya.
Í europeiska undankapp
ingarbólki 7 eru Frakland,
Rumenia, Serbia, Litava,
Eysturríki og Føroyar.
Pál í
top-10
Pál Joensen, sum um
vikuskiftið svam seg til
trý NMgull, telist nú
millum 10 teir bestu
juniorarnar í Europa á
trimum
teinum.
Á
seinast dagførda lista
num
er
Pál
enntá
nummar tvey í Europa
á 1.500 metra teininum.
Bert
ein
russiskur
svimjari hevur svomið
teinin skjótari enn Pál,
tá talan er um europiskar
juniorar. Og eisini er
Pál í top 10 á 400 og
800 metra frísvimjing.
Og so skal leggjast
afturat, at úrslitini í júst
lidnu
NMkappingini
ikki eru tald við á
listanum. Í hesi kapping
svam Pál seg annars til
trý gullmerki.
Rós til
Jákup
Í jólamánaðinum hevur
danska bold.dk hvønn
dag eina lýsing av ein
um útlendskum spæl
ara, sum hevur gjørt
um seg í donsku sup
erliguni. Í dag er tað
Jákup Mikkelsen, sum
verður umrøddur, og
talan er um vøkur orð.
Ikki minst frá fyrr
verandi Steven Lüstu:
Han havde en enestå
ende teknik af en mål
mand at være. Jeg har
aldrig oplevet noget
lignende. Det var sjovt
at spille sammen med
ham, for du kunne
lægge den tilbage til
ham på de mærkeligste
måder
og
alligevel
kunne han få den pillet
ned. Han er en af de
bedste målmænd, jeg
har
spillet
sammen
med, det er helt sikkert.
Jeg tror han kunne have
drevet det vidt, men jeg
tror desværre, at han
havde det der meget
ydmyge færøske temp
erament imod sig. Han
havde alle kvaliteterne.
Han var god i feltet og
lynhurtig på stregen, og
så havde han den der
fabelagtige
teknik,
sigur
Steven
Lüstu,
sum eisini hevur spælt
saman við málverjum
sum Peter Schmeichel
og Thomas Sørensen.
Ynskja sær tveir
heimadystir í juni
Saman við Jógvani Martin Olsen og Magnus á Stongum fer Ísak Mikladal um vikuskifti til Sveis at samraðast um, hvussu spælast skal í komandi HM-undankapping