Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 236 - 5. desember 2007 Stutt Sagt Lupu á tangaskip Síðani Umaru Yar'Adua tók við sum forseti í Nigeria fyri einum hálvum ári síðani, eru sjórænara­ álopini á fremmand skip fækkað munandi, men í gjár søktu sjórænarar at einum tangaskipi hjá amerikanska oljufelag­ num ExxonMobil í Bonny­ósanum har suðuri í Nigeria. Sambært mynd­ ugleikunum vóru sjóræn­ ararnir átta í tali, og teir komu til skipið í einum skjóttgangandi báti. Tað er ikki heilt greitt, hvat so hendi, men tangaskipið er í hvussu er komið í havn, skrivar AP. Stjórnin hjá Umaru Yar'Adua, forseta, roynir at fáa vápnahvíld við allar sjórænarabólk­ arnar, so skipaferðslan kann fáa frið. Funnu barn í ruskposa Tveir menn, sum savna burturkast í jordanska høvuðsstaðnum Amman, fingu ein hvøkk fyrra­ morgunin, tá teir funnu eitt pinkubarn í einum ruskposa. Menninir savn­ aðu rusk undir einari brúgv í Amman, tá teir brádliga hoyrdu barnagrát. Tá teir fóru at vita, hvat tað var, funnu teir ein nýføddan drong í einum ruskposa undir brúnni. Myndugleik­ arnir í Amman siga, at drongurin var nakin og kaldur, tí tað var kalt í veðrinum. Drongurin var blánaður um kroppin og græt, sigur Omar Abbadi, sum er talsmaður hjá myndugleikunum í jor­ danska høvuðsstaðnum. Kann stilla upp Nú er líkt til, at tann konservativi Lee Myung­ bak verður valdur til for­ seta í Suðurkorea á val­ inum um fjúrtan dagar. Fyri nøkrum døgum síð­ ani bleiv hann lagdur undir svik í sambandi við brot á lógina um handil við partabrøvum, men í gjár varð skuldsetingin slept, tí ákæruvaldið sigur seg ikki hava nakað prógv í málinum. Í veljarakann­ ingunum hevur Lee Myung­bak ligið um 40 prosent av atkvøðunum og langt framman fyri hini valevnini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Mín niðurstøða er, at eg havi ikki virðing fyri floksleiðsluni, og so havi eg einki í at velja (Pia Christmas-Møller) útlond Minst 10 fólk hava latið lív í vetrarveðri í USA og Kanada Veturin hevur av álvara gjørt um seg í pørtum av Norðuramerika teir seinastu dagarnar. Bæði har vesturi og har eysturi er nógvur kavi komin niður, og har­ afturat hevur vindurin verið nógvur. Har eysturi í Kanada lá flogferðslan still í gjár, og nógvastaðni var eingin skúlagongd, tí tað skúla­ bussarnir sluppu ikki vegin fram. Í Nýfunnalandi og Labrador fór streymurin nógvastaðni. Myndugleikarnir siga, at illveðrið hevur kravt minst tíggju mannalív í Kanada og USA. Í amerikanska stat­ inum Oregon var ódnar­ veður fyrradagin, og skrið­ ulop oyðiløgdu fleiri vegir og elveitingina. Í Kanada er nógvur kavi komin niður. Hendan myndin er úr miðbýnum í Montreal Mynd: Reuters Stórkavi í USA og Kanada Pia Christmas- Møller hevur tikið seg úr konservativa tingbólkinum, men sigur, at hon styðjar framvegis stjórnina ­ Hetta er ein trupul avgerð, men tá ein aftan á drúgva umhugsan er komin til ta niðurstøðu, at ein hevur ikki ta neyðugu virðingina fyri floksins leiðslu longur, so havi eg ikki annað í at velja enn at taka meg burtur úr tingbólkinum. Tað segði Pia Christmas­ Møller í morgun, eftir at hon hevði kunnað Bendt Bendtsen, floksformann og formannin í tingbólkinum, Helge Adam Møller, um avgerð sína. Hon vissaði teir samstundis um, at hon framvegis styðjar ta borg­ arligu stjórnina, so í fyrsta umfari ávirkar ikki tað parlamentariska grundar­ lagið hjá stjórnini, at annar stjórnarflokkurin missir ein tinglim. Spurd, hvat fekk hana at taka eina so stóra avgerð, svaraði tann roynda fólka­ tingskvinnan, at tað er ein long frágreiðing aftan fyri avgerðina, og at hon legði ikki í at fara í smálutir. Hon viðgekk kortini, at tað vóru nakrar viðmerkingar til nakrar greinar, sum hon hevði skrivað í Politiken í heyst, sum fingu bikarið at flóta yvir. Í greinunum nevndi hon møguleikan fyri at lata danir fáa eina fólkaatkvøðu um tann nýggja ES­sáttmálan. Tað fall ikki í góða jørð hjá hennara egnu floksleiðslu, sum eisini kom við nøkrum hvassorðaðum viðmerking­ um í Jyllands­Postinum. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn vísa sam­ stundis á, at Pia Christmas­ Møller var sera vónbrotin, tá hon herfyri misti starvið sum framsøgufólk hjá konservativa flokkinum, og hjá henni var tað eisini eitt stórt vónbrot, at hon ikki bleiv ráðharri aftan á valið í 2001 og heldur ikki eftir valið í 2005. Christmas-Møller floksleys Pia Christmas- Møller hevur sitið í Fólkatinginum síðani í 1987, og eitt skifti í 1998 og 1999 var hon formaður í Konservativa Fólkaflokkinum. Hon hevur verið framsøgufólk hjá flokkinum í fíggjarmálum, almannamálum og arbeiðsmarknaðarmálum