Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 5. desember 2007 37 bilar Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Subaru Justy og Opel Antara. Annar ein minibilur og hin ein 4x4 SUV Bilar Minibilurin Subaru Justy hevur ikki áður verið partur av Subaru skránni her um okkara leiðir. Men nú er hes­ in nýggi Subaru Justy kom­ in á føroyska marknaðin. Hesin verður drivin av for­ hjólunum og hevur ein umhvørvisvinarligan 1.0 litra bensinmotor við 69 hk. Justy er ein lítil og praktiskur bilur sum annars er væl útgjørdur við t.d. air­ condition og el­síðurútum og nógvum innbygdu trygd­ arskipanum. Í mun til stødd­ ina ein sera rúmligur bilur, sum er 3.61 m langur, 1.67 m breiður og 1.55 m høgur. Aksilfrástøðan er 2.43 m. Subaru Justy kann síggj­ ast og roynast hjá Berg Motors. Prísirnir byrja við 160.000 krónur. Opel Antara Seinni bilurin varð ein Opel Antara, ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle). Tal­ an er um ein arbeiðsligan bil við liðiligari og praktisk­ ari innrætting. Opel Antara fæst við bæði bensin­ og dieselmotorum: Bensinmotorarnir eru 2,4 (4 syl) við 140 hk og 3,2 V6 við 227 hk. Dieselmotor­ arnir eru tveir 2,0 CDTi við ávikavist 127 og 150 hk. Allar útgávurnar eru 4x4. Bilurin, sum varð royndar­ koyrdur, var ein Antara Cosmo 2,0 CDTI automatic við t.d. leðursetrum, xenon lyktum og klimaanleggi. 2,0 dieselmotorurin við 150 hk og snúningsmomenti upp á 320 Nm passar væl til bilin, soleiðis at hann er kvikur, orkar væl og hevur yvirskot av kraft. Bíligasti Opel Antara (2,4i Elegance) kostar kr. 339.000. Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostaði við allari útgerðini kr. 450.000. Opel Antara kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummæl­ arar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðn­ um, Sofus Hansen, bil­ byggjari, og Magnus Gunn­ arsson frá Sosialinum. mg Subaru Justy og Opel Antara Seinasta mikudag 28. nov­ ember varð ein Mercedes­ Benz E200 royndarkoyrdur í Kringvarpinum. Talan var um ein bil við 2,5 litra V6 motori og 204 hk. Tann bilurin kostaði kr. 665.000. Mercedes­Benz E kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoy­ víksvegin. Prísirnir byrja við umleið kr. 585.000. Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum ummældi bilin. Mercedes-Benz E200 Í døgunum 26. og 27. nov­ ember royndarkoyrdu vit ein heilt nýggjan Mazda6 við fronsku Miðjarðar­ havsstrondina millum býir­ nar Nice, Cannes og Saint Tropez. Ferðafrásøgn og test av bilinum kemur í januar. Mazda6 í januar Mercedes-Benz E200 við 2,5 litra V6 motori og 204 hk Minibilurin Subaru Justy er væl útgjørdur, praktiskur og umhvørvisvinarligur við 1.0 bensinmotori við 69 hk Opel Antara Cosmo 2,0 CDTI automatic við t.d. leðursetrum, xenon lyktum og klimaanleggi