hósdagur 6. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 237 - 6. desember 2007
Upptøkur
gjørdar
í Noregi
Gentan Lyra er høvuðsleikari í filminum, og hon fær eina
gylta kumpass við sær á ferðina norður til Arktis
Filmurin Gylta
Kumpassin, sum
verður frumsýndur
í Føroyum í morgin,
verður lagdur undir
at verða ein grov
manipulatión av
børnum og ungum.
- Hetta minnir
mest um heilavask,
og børnini verða
leidd aftur í reinan
heiðinskap, sigur
kunningarleiðarin
hjá katólsku kirkj-
uni í Danmark.
Føroyskur ser-
frøðingur í tal-
gildum samskifti
heldur, at børn
hava góð filtur
til at hyggja eftir
filmum og at spæla
telduspøl, sum
kunnu tykjast
ógvuslig
Filmur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað eru ikki smávegis ákær
ur, sum í hesum døgum
regna niður yvir stórfilmin
The Golden Compass, ið
verður frumsýndur kring
allan heimin í morgin. Teo
logar uttanlands hølva film
in av, tí hann skal verða
manipulerandi og hava til
endamáls
at
undirgrava
kristindómin við stórslig
num undirhaldi, sum børn
ini og tey ungu eru verjuleys
ímóti.
Ein av teimum, sum finn
ist harðliga at filminum, er
Iben Tranholm, teologur og
kunningarleiðari
hjá
katólsku kirkjuni í Dan
mark.
Gylta Kumpassin er ein
filmur í eini røð av filmum,
har kristindómurin stendur
fyri skotum, og vit hava
áður upplivað filmarnar um
Harry Potter og Da Vinci
Code. Gylta Kumpassin
verður
marknaðarførdur
sum spennandi og undir
haldandi filmur til børn og
ung, men endamálið er at
seta kristindómin í ringt
ljós, sigur hon við Sosialin.
Rithøvundin av Gyltu
Kumpassini, Philip Pull
man, hevur sjálvur sagt, at
bókin hevur til endamáls at
undirgrava kristindómin.
Grov manipulatión
Gylta Kumpassin verður
frumsýndur í Havnar Bio
fríggjakvøldið, og talan er
um eina heimspremieru.
Gylta Kumpassin ein stór
filmur úr Hollywood, sum
hevur kostað umleið eina
milliard krónur at framleiða.
Kendir sjónleikarar spæla
við í filminum, og roknað
verður við, at filmurin fer
at savna nógv fólk í bio
høllunum kring heimin und
an jólum.
– Filmurin er ein grov
manipulatión, og børn og
ung verða heilavaskað við
bæði ateismu og okkultismu.
Tey kristnu hava ofta verið
løgd undir at indoktrinera
skúlabørn, men tað er reinur
barnamatur aftur ímóti tí,
sum børn og ung verða
útsett fyri í hesum filminum
og í dagsins undirhaldi ann
ars, sigur Iben Tranholm.
– Gylta Kumpassin er ein
stórsligin filmur, sum hevur
lætt spæl við at ávirka átrún
aðin hjá børnunum. Børn
klára als ikki at standa ímóti
slíkum filmi, sum førur tey
aftur í reinan heiðinskap
við trøllum, heksum, illum
andum og einum generelt
myrkum boðskapi. Og tað
tykist, sum at filmarnir ofta
Filmur lagdur und
235 fiskar undir Føroyum
Á fyrsta sinni kemur út upprunaføroysk bók um allan tann fisk, ið er skrásettur at
liva undir Føroyum. Í hesum slóðbrótandi verki hevur Rógvi Mouritsen sum
fiskimaður og biologassistentur á Fiskirannsóknarstovuni savnað okkara vitan
um fiskasløg í føroyskum sjóøki. Tilsamans 235 fiskasløg eru skipað í hóp, ætt
og slekt í nýggju bókini Fiskar undir Føroyum, sum Føroya Skúlabókagrunnur og
Fiskirannsóknarstovan geva út. Útgevari er Føroya Skúlabókagrunnur, har Niels
Petersen hevur havt ritstjórnina um hendi. Fiskar undir Føroyum snýr seg um,
hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn,
og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í
bókini. Mynd er av hvørjum fiskaslag, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu
víða tey liva, um stødd, lit og dýpi og teirra týdning fyri fiskiskapin.
Íslendingar inn í Formel1
Íslendska íløgufelagið, Baugur, sum millum annað hevur keypt
Magasin du Nord, FL Group og Keops, hevur havt sínar
trupulleikar at stríðast við seinastu tíðina. Tað heldur tó ikki
leiðsluni frá at hugsa um nýggjar íløgur, og nú sigst Baugur
vera í holt við at keypa seg inn í Williams, ið er eitt av meira
siðvandu Formel 1 liðunum. Framman undan hesum eigur
Baugur leikufyritøkuna Hamleys, sum telist millum
sponsorarnar hjá Williams.
Gylta Kumpassin er ein
stórsligin ævintýrfilmur,
sum er bygdur á fyrstu
bókina í tríverkini hjá
Philip Pullman, Myrkur
sins Frumevni.
Í fyrsta filminum hitta
vit
forvitnu
gentuna
Lyra, sum býr á lærdum
háskúla í Oxford, har
rektarin og professorar
nir á skúlanum taka sær
av henni.
Pápabeiggi
hennara,
Lord Asriel, ger spenn
andi ferðir til Arktis, og
hann hevur eftir øllum at
døma funnið okkurt heilt
spennandi á einari ferð
hagar. Men tað er eisini
vandi á ferð, tí børn
hvørva úr Oxford, og tað
eru altíð børn hjá fátøk
um
foreldrum,
sum
verða tikin. Men hvør er
tað, sum tekur børnini,
og hevur tað nakað at
gera við ferðirnar hjá
pápabeiggjanum
til
Arktis.
Lyra heldur seg vita,
hvussu alt hongur saman,
og hon ger av at gera
eina ferð norður eftir,
men tað er ikki bara sum
at siga tað. Hon fer inn í
eina verð, sum fólk ikki
vanliga uppliva.
Filmurin er lutvíst tik
in upp í Noregi – í Berg
en og á Svalbard.
Tað er Chris Weitz,
sum hevur verið leik
stjóri, og hann hevur
havt nógvar kendar sjón
leikarar at spæla leiklut
irnar í filminum.
Millum høvuðsleikar
arnar í filminum eru
Nicole Kidman og Dan
iel Craig, sum er tann
nýggi James Bond. Gent
an Lyra verður spæld av
Dakota Blue Richards,
sum ongantíð áður hevur
spælt
í
biograffilmi.
Aðrir leikarar í filminum
eru Ian McKellan, Eva
Green, Sam Elliot, Krist
in Scott Thomas og
Kathy Bates.
Filmurin
er
slakar
tveir tímar til longdar og
verður
frumsýndur
í
Havnar
Bio
fríggja
kvøldið.