hósdagur 6. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 6. desember 2007
7
tíðindi
Umstríddar
bøkur
Filmurin Gylta Kumpass
in byggir á skaldsøguna
Norðlýsi, ið er fyrsti part
ur í virðislønta tríverki
num Myrkursins Frum
evni. Tað er Philip Pul
man, sum hevur skrivað
bøkurnar.
Bókarøðin hevur verið
umstrídd í millum annað
Onglandi og USA, tí
kristnir felagsskapir hava
lagt Pullman undir at
hava eina beinleiðis anti
kristna dagskrá við bóku
num, og í einari samrøðu
við Washington Post í
2001 er Pulman endur
givin fyri at siga:
– Eg royni at máa
grundarlagið
undan
kristnu trúnnu.
Í somu samrøðu sigur
Pullmann, at um hansara
skaldskapur
verður
umstríddur, so kann tað
hava størri sølu við sær.
Men eg royni ikki bara
at fornerma fólk. Eg
haldi, at bøkurnar inni
halda nøkur virði, sum
eru týdningarmikil fyri
meg, sigur Pullmann í
samrøðuni við Wash
ington Post.
Pullman á
føroyskum
Bókarøðin
His
Dark
Materials hjá Philip Pul
man hevur fingið heitið
Myrkursins Frumevni á
føroyskum,
og
allar
tríggjar bøkurnar í røðini
eru týddar til føroyskt og
givnar út av Bókadeild
Føroya Lærarafelags.
Bøkurnar eita Norð
lýsi, Tann Tvíeggjaði
Knívurin og Ravkikarin,
og bøkurnar komu út í
2004 og 2005.
Tað er Hjalmar P. Peter
sen, sum hevur týtt bøk
urnar til føroyskt.
dir at heilavaska børn
koma í biografarnar beint
undan jólum, sigur hon.
Foreldur mugu
vísa ábyrgd
Iben Tranholm heldur, at
foreldur eiga at vísa ábyrgd
mótvegis sínum børnum, tá
ið tað kemur til filmar og
undirhald.
Foreldur lata ofta børn
ini ráða sær sjálvum, og
børnini sleppa at síggja teir
filmar og spæla tey teldu
spøl, sum tey hava hug til,
men tað ber ikki til. Foreldur
mugu vísa ábyrgd mótvegis
børnunum, sigur hon.
– Vit tosa nógv um øko
logiskan
mat
og
reint
umhvørvi, men tá ið tað
kemur til sálina hjá børnu
num, so letur alt seg gera.
Tá verður sagt, at tað er
bara undirhald ella eitt
spæl, men hesir antikristnu
filmar og spøl eru við til at
mynda persónligheitina hjá
børnunum.
– Tað er einki filtur nakra
staðni, og tí hava tær myrku
kreftirnar frítt spæl við okk
ara børnum og ungu, heldur
Iben Tranholm.
Hvørji ráð gevur tú for
eldrunum viðvíkjandi film
inum Gylta Kumpassin?
Eg ætli mær ikki at lata
míni børn síggja filmin, og
eg vil mæla foreldrum frá
at lata børnini síggja filmin
einsamøll. Antin mugu for
eldrini nokta børnunum at
hyggja eftir filminum ella
mugu tey verða við og tosa
við børnini eftir filmin.
Gylta Kumpassin er ein
filmur við eini missión at
undirgrava
kristindómin,
og tað verður gjørt við flott
um undirhaldi, sum børnini
og tey ungu ikki klára at
standa ímóti.
Børnini duga at
standa ímóti
Birgir Kruse, sum ummælir
filmar fyri Kringvarpið og
hevur granskað í talgildum
samskifti hjá børnum, sær
onga orsøk til at stúra fyri,
at børn fáa skaða av at
hyggja eftir filmum og
spæla telduspøl, ið seta
nýggj mørk og í mangar
mátar spæla við tilveruligar
spurningar.
– Men sjálvandi skulu for
eldur vísa ábyrgd. Men tað
gera tey ikki við at seta for
boð. Bókadeildin hjá Lær
arafelagnum hevur longu
sett hesa søgu í umfar, og
nú er fyrsti filmurin at
síggja í Havnar Bio. Tað er
fínt, tí so kunnu vit við egn
um optikki fylgja við, sigur
hann.
– Men eg eri ikki samdur
við Iben Tranholm, tá hon
sigur at børn einki filtur
hava. Tvørturímóti meti eg,
at børn hava so góð filtur
og eru so fjølmiðlavand, og
tað á fleiri pallum í senn, at
hvørki skúli ella foreldur
skilja tey og enn minni
brýggja seg um at lofta og
viðgera henda førleika.
– Millum annað av hesari
orsøk er so illa statt við les
ingini í skúlunum. Vit møta
ikki børnunum, har tey eru,
og serliga á hesum øki ør
kymlar tað meg, at vit ikki
so mikið sum gera eina
roynd, almenna ella privata,
at skilja børnini og teirra
fascinatión av spennandi
søgum í biografum og á
teldu, sigur Birgir Kruse.
Brúka filmarnar
Britt Istoft, sum er religións
søgufrøðingur við Syddansk
Universitet, er ikki ovfarin
av pástandunum um filmin
Gylta Kumpassin og aðrar
filmar.
– Her verður spælt upp á
somu streingir, sum tá ið
fólk brendu Harry Potter
bøkur, og Dan Brown (hann
skrivaði Da Vinci Code,
blaðm.) varð lagdur undir
hatur, sigur hon við Kriste
ligt Dagblad.
– Børnini fara at uppliva
Gylta Kumpassin sum eina
søgu um hetjur, men tað
eru nógvar tilvísingar í film
inum til Bíbliuna og skald
skap. Eg rokni ikki við, at
Gylta Kumpassin fer at
skapa nakað kjak millum
breiðu fjøldina av dønum,
heldur Britt Istoft.
Formaðurin fyri Evangel
isk Luthersk Netværk í Dan
mark heldur, at børn liva í
einum átrúnaðarligum tóm
rúmi, og tí kunnu tey verða
løtt at taka okkulta heimin
úr ævintýrfilmunum til sín.
– Men hinvegin er tað eis
ini gott, at filmar og annað
undirhald skapa kjak um
átrúnað. Tí skulu vit sum
kirkja ikki fara út við peiki
fingrum á lofti, men heldur
síggja møguleikan í at
brúka hesar filmar til nakað,
sigur Henrik Højlund, sum
er teologur og sóknarprestur,
við Kristeligt Dagblad.
- Gylta Kumpassin er ein stórsligin filmur,
sum hevur lætt spæl við at ávirka átrúnaðin
hjá børnunum. Børn klára als ikki at standa
ímóti slíkum filmi, sum førur tey aftur í reinan
heiðinskap, sigur kunningarleiðarin hjá katólsku
kirkjuni í Danmark. Føroyskur serfrøðingur
heldur, at børn hava góð filtur til at hyggja eftir
filmum og at spæla telduspøl
Lesiringur á Fuglafjarðar
bókasavni
Aftur í vetur fer Fuglafjarðar bókasavn í holt við at stovna ein
lesiring, har fólk hittast eina ferð um mánaðin at tosa um eina
bók. Síðani verður í felag tikin avgerð um hvør bók skal lesast til
næstu ferð. Ætlanin er at lesiringurin savnast fyrsta mikukvøld í
hvørjum mánaði. Lesiringurin savnast fyrstu ferð í vetur
mikukvøldið tann 9. januar 2008 kl. 20:00, har vit fara at tosa um
bókina “Færøblues – drengen med celleoen” eftir Lisbeth
Nebelong, ið var og vitjaði í Føroyum fyri stuttum.
Dómur til hítu-kartel
Brúkarar kring allan heim hava
eftir øllum at døma rindað á leið
10% ov nógv fyri hítir og aðrar
gummivørur í tíðarskeiðinum
1993 til 2002. Mikudagin feldi
ESráðið dóm yvir fleiri
chloroprenframleiðarar, tí hesir
høvdu framt kartelvirksemi,
sum hevði við sær alt ov høgar
brúkaraprísir. Bótin til
framleiðaranar var 1,8 mia kr.