hósdagur 6. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 237 - 6. desember 2007
Páll einsamallur á Sandoynni
Sandoyar Tjóðveldisfelag hevði 2. og 3. uppstillingarfund til løgtingsvalið
í Virkinum á Sandi í gjárkvøldið. Nógv fólk vóru møtt at umrøða nýggju
avbjóðingina til uppstilling, nú Føroyar verða eitt valdømi á komandi
løgtingsvali. Lívligt kjak var, og fundurin gjørdi av at stilla eitt valevni upp
fyri Sandoyar Tjóðveldisfelag. Kapping varð um uppstillingina, men
fundurin gjørdi av at stilla upp løgtingsmannin í oynni, Páll á Reynatúgvu.
Sostatt verður hann einasta valevni hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag á
listanum hjá Tjóðveldi til komandi løgtingsval.
Eingin fundur enn
Danska-grønlendska sjálvsstýrisnevndin fer ikki at halda
fund aftur fyrr enn seinast í januar ella kanska ikki fyrr
enn fyrst í februar. Tað bleiv avgjørt á fundi millum teir
báðar tingformenninar, Jonathan Motzfeldt og Thor
Pedersen, í Keypmannahavn týsdagin. Teir báðir eru
ávikavist formaður og næstformaður í
sjálvsstýrisnevndini. Enn er ikki avgjørt, hvør skal
umboða Fólkatingið í nevndini, tí einstakir limir eru ikki
í tinginum longur.
So bersøgin er
formaðurin í Sam
bandsflokkinum, Kaj
Leo Johannesen, nú
samgongulimir hvør
í sínum lag leggja
uppskot í hundrað
milliónaflokkinum
fram av sínum
eintingum
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kaj Leo Johannesen lovaði
ilt av sær á tingsins røðara-
palli í gjár. Hann segði bart
út, at hildu samgongulimir
seg ikki til fíggjarlógarsemj-
una, sum gjørd varð í farnu
viku, so var eingin sam-
gonga meir.
Formaður Sambandsfloks-
ins sigur, at tað á ongan hátt
kann góðtakast, allir liggja í
sjálvdrátti minni enn viku
eftir, at semja varð gjørd
um, at soleiðis skuldi ikki
farast fram.
- Nú kemur ávísur javnað-
armaður við einum uppskoti
til ein skúla til 180 milliónir
av sínum eintingum. Og tað
er serstakliga ósmæðið, tí
tað er júst Javnaðarflokkurin,
sum alla tíðina hevur forðað
fyri nettup skúlamálinum.
Bæði
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin hava alla
tíðina verið fyri hesum mál-
inum, men Javnaðarflokkur-
in blokeraði. Um hesin javn-
aðarmaðurin meinar nakað
við nýggja skúla, kundi
hann bara havt tikið undir
við okkum, tá málið var
frammi, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Formaður Sambandsfloks-
ins skýrir tað fyri óseriøsitet,
sum er galdandi fyri alt ting-
ið, og tað er henda óseriøsit-
et, hann vil hava at halda
uppat.
- Óskilið, sum vit síggja
nú, er fremsta orsøkin til, at
landið fór á heysin fyrst í
90-árunum.
Síðani
vit
gjørdu fíggjarlógarsemjuna
hava vit fingið tvey uppskot
sum einsamøll kosta upp
móti hálvari milliard. Og
tað er greitt, at sum ábyrgd-
arhavari av búskapi landsins
kann
Sambandsflokkurin
ikki standa modell til slíkt,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Krevur fund
Kaj Leo Johannesen er so
fortørnaður inn á tað, sum
hann metir sum fíggjarligt
ábyrgdarloysi, at hann er til
reiðar at slíta samgonguna,
taka samgongulimir ikki
annað skinn um bak.
- Eg havi kravt ein fund
við formenninar í hinum
báðum samgonguflokkun-
um, og har ætli eg mær at
krevja, at teir halda seg til
ta semju, sum varð gjørd í
síðstu viku. Og kann eg
ikki fáa lyfti um tað, fari eg
at mæla løgmanni til at
skriva út nýval, tí er eingin
fíggjarlógarsemja, er heldur
eingin samgonga, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Hann vil sum so ikki
peika á nakran ávísan sam-
gongulim, men tað er einki
at ivast í, at hann fyrst og
fremst hugsar um Anfinn
Kallsberg, sum hevur lagt
uppskot fram um tunnil
Norð um Fjall, og John
Johannesen, sum hevur lagt
uppskot fram um nýggjan
studentaskúla.
Løgmaður er sum kunn-
ugt uttanlands í løtuni, men
skuldi koma til landið eftir
evstamark blaðsins, og Kaj
Leo Johannesen sigur, at
hann fer at krevja fundin so
skjótt løgmaður er komin
til landið, og áðrenn, at
triðja viðgerð av uppskotin-
um um at stytta tíðina frá tí
valið er útskrivað til valið
verður hildið, kemur fyri.
- Fáast flokkarnir ikki at
halda seg til semjuna, gevur
tað onga meining at halda
fram í samstarvinum. Tá
verður bara talan um at slíta
hvønn annan upp seinastu
vikurnar, og tað er óheppið,
tí vit hava havt eitt sera gott
samstarv í samgonguni alla
tíðina,
sigur
Kaj
Leo
Johannesen.
Men hann var avgjørdur,
tá vit tosaðu við hann fyrra-
partin, og tí er ikki púra
vist, at nøkur samgonga
framvegis er til, tá dagurin í
dag fer at aftna.
Haldið semjuna ella slíti eg
Kaj Leo Johannesen setur samgonguni knívin á barkan: Haldið fíggjarlógarsemjuna ella slíti eg
samgonguna
Tað sigur Høgni Hoy
dal sum annars vísir
á, at tað júst eru danir,
ið hava drigið Føroyar
inn í hetta málið
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólkatingslimurin fyri Tjóð-
veldi, Høgni Hoydal, vil
ikki hava sitandi á sær, at
hann blandar seg inn í donsk
innanríkismál soleiðis, sum
Jørgen Niclasen, formaður
Fólkafloksins, annars førdi
fram í blaðnum í gjár.
Tjóðveldi hevur alla tíð-
ina gjørt greitt, at vit sjálv-
andi gera okkara støðu
greiða og taka virknan lut í
teimum málum, har Dan-
mark tekur avgerðír fyri
føroyingar. Og tað er júst
støðan í hesum máli, sigur
Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tað er
Danmark, ið hevur drigið
Føroyar og føroyingar inn í
Irak-kríggið - hóast Løg-
tingið mótmælti.
Tað vísir bert enn eina-
ferð, at okkara núverandi
støða hevur einki við fólka-
ræði at gera, sigur Høgni
Hoydal
Fólkatingslimur Tjóðveld-
is vísir eisini á, at hann á
ongan hátt hevur sitið kúrr-
ur, tá málið hevur verið fyri
á Christiansborg.
Eg havi bæði tíðliga og
seint mótmælt hesi avgerð
á Fólkatingi og havi fyrr
tikið lut í uppskotum, sum
skulu greina hesa vanlukku-
ligu avgerð. Og tað geri eg
sjálvandi eisini hesaferð,
sigur Høgni Hoydal.
Hann undrast annars á,
hvat ein kanning av grundar-
lagnum og avgerðunum um
Irak-kríggið, sum Føroyar
beint ímóti fólkaræðisligum
mannagongdum, er partur
av, skal gera av skaða ella
hvat tað hevur við danskan
innanríkispolitikk at gera.
Tað heldur hann er nakað,
Jørgin Niclassen má greiða
frá.
Eg haldi tað er lítið sømi-
ligt, at formaður Fólkfloks-
ins leggur eftir Tjóðveldin-
um við skeivum upplýsing-
um og gongur beint ímóti
eini løgtingssamtykt, sum er
fráboðað donsku stjórnini,
sigur Høgni Hoydal, fólka-
tingslimur hjá Tjóðveldi.
Irak-kríggið ikki danskt innaríkismál
Høgni Hoydal metir als ikki,
at hann blandar seg í danskan
innanríkispolitikk, so sum
Jørgen Niclasen ákærir hann
fyri