Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 237 - 6. desember 2007 Skúlin er betri enn kan Hóast Vestmanna skúli stóð seg hampiliga væl í PISA- undankanningini í fjør, halda næmingarnir í skúlanum ikki, at hann er so vánaligur sum úrslitið vísti. - Vit hava í øllum førum ein góðan skúla, eingin ivi um tað. Men hann kundi trongt til nógvar ábøtur, siga næmingar í 10. flokki í Vestmanna PISA-úrSlItIð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Týsdagin kom fyrsta veruliga úrslitið av PISA-kanningini. Eitt úrs- lit, sum ikki gevur før- oyingum nógv at fegnast um ella reypa av. Fakligu úrslitini fyri før- oyska skúlan er framvegis eitt vónbrót, tí í fleiri læru- greinum liggja vit rættiliga nær botnmarkinum. Hesi somu skelkandi boðini fekst longu ein hóm- ing av, tá úrslitið av undan- kanningini varð kunngjørt fyri júst einum ári síðani: Kanningin vísti, at føroysku skúlarnir fingu ringan karakter. Ein av skúlunum, sum lá í ovara enda var Vestmanna skúli. Meðan Kommunu- skúlin í Havn fekk 423 og flest stig, var skúlin í Vestmanna á einum fjórða plássi við 415 stigum, sam- an við skúlunum á Toftum og á Argjum. - Tað er forbi'i strævið, at ein altíð skal hoyra um, hvussu illa tað stendur til og hvussu vánaligur skúlin er. - Vit hava í hvussu so er ein góðan skúla og eisini góðar lærarar. Eg haldi, at vit læra nógv, sigur ein næmingur í 10. flokki. Fyrrapartin í gjár vitjaði Sosialurin í Vestmanna og hitti næmingarnar í 10. flokki. Tveir teirra vóru eisini at hoyra beinleiðis í tíðindasendingini á Rás 2 í middegi í gjár. Bara negativt tos Teir 25 næmingarnir í 10. flokki hava hoyrt alt hetta tosið, sum hesa vikuna er kyknað uppaftur um úrslitið av PISA-kanningini. - Vit hava hoyrt og lisið um, at skúlin er dumpaður, at hann er sibbi og at tann føroyski skúlin einki nyttar. - Alt hevur verið sera negativt, men lítið hevur verið at hoyrt til tað positiva, siga næmingarnir, sum eru 10. floks næmingarnir í Vestmanna halda, at tey hava í øllum førum ein góðan skúla Mynd: Jens Kristian Vang Vestmanna skúli fekk eitt hampiliga gott úrslit í seinastu PISA-kanningini. Næmingarnir harmast tó um, at so stórur dentur verður lagdur á tað negativa, at ein nærum gloymir alt tað positiva Mynd: Jens Kristian Vang ” Alt hevur verið sera negativt, men lítið hevur verið at hoyrt til tað positiva. Vit hava í øllum førum ein góðan skúla (Næmingar í 10. flokki í Vestmanna skúla) Filmur skal selja Grønland Ein filmur um eina skíðkapping skal nú fáa útlendsk ferða- fólk at koma til Grønlands at ferðast. Filmurin "Our Arctic Challenge" er um eina skíðkapping, sum er á Ammassalik- oynni í Eysturgrønlandi, og filmurin vakti ans, tá hann bleiv frumsýndur í Keypmannahavn fyri stuttum. Millum áskoðar- arnar vóru sendiharrar úr fleiri ES-londum, og teir vístu filminum stóran áhuga, sigur ferðavinnustjórin í Ammas- salik, Anders Stenbakken, við KNR. Skulu sløkkja bilmotorin Grønlendski landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Arkalo Abelsen, umhugsar nú at orða eitt lógaruppskot, sum skal áleggja bilførarum at sløkkja motorin, tá teir fara úr bilinum. Landsstýrismaðurin sigur við grønlendska útvarpið, at alt ov nógv fólk í Grønlandi hava tann óvana at lata bilin standa í tómgongd, meðan tey fara inn á posthúsið ella okkurt annað ørindi. Tað gagnar ikki umhvørvinum og má tí steðgast, sigur hann.