hósdagur 6. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 237 - 6. desember 2007
ningin vísir
úr Vestmanna og granna
bygdini Kvívík. Teir eru í
øllum førum glaðir fyri
skúlan.
Treyðugt so eru mong
viðurskifti á skúlanum, sum
teir kundu ynskt sær øðr
vísi. Men hetta tykist ikki
taka hugin hjá teimum at
ganga í skúla, hvørki hetta
seinasta árið í fólkaskúlanum
ella í framtíðini.
Fleiri av næmingunum
ætla sær undir víðari lesnað
eftir summarfrítíðina kom
andi ár onkur fer til
Havnar at ganga í skúla, ein
fer til New Zealand, ein til
USA og fleiri fara sum
vituligt er á Fiskivinnu
skúlan í Vestmanna!
Betri tilfar til
undirvísingina
Hesir 25 næmingarnir hava
nú gingið í skúla í skjótt 10
ár. Og tey kunnu nú gera
sínar egnu metingar um,
hvussu føroyski skúlin er
fyri og hvussu støðið er í
teirra egna skúla.
Tey duga eisini væl at
peika á fleiri viðurskifti,
sum kundu bøtt munandi
um frálæruna í skúlanum
og hækka støðið á undir
vísingini. Her eru nøkur
dømi:
Neyðugt er við nýggjum
og
tíðarhóskandi
tilfari,
ístaðin fyri tær gomlu og
donsku skúlabøkurnar.
Tað er lítið hugaligt at
hava undirvísing í t.d.
lívfrøði í 10. flokki, tá tað
hvørki finst nakað undir
vísingartilfar á føroyskum
ella donskum í lærugreinini.
Lærugreinarnar alisfrøði og
evnafrøði eru heldur ikki
ov væl fyri við tilfari.
Lærararnir
mugu
fáa
betri útbúgving og betri
møguleikar
fyri
eftirút
búgving. Gott er við vikar
um, men ein útlærdur lærari
er betri.
●Umstøðurnar á skúlanum
kundu eisini verið betri.
Stovan til lívfrøði er ikki
serliga væl útgjørd við
amboðum til undirvísingina,
og vegna roynd hjá 9. flokki
var øll undirvísingin í 10.
flokki henda dagin flutt inn
í hesa stovuna.
Tann stóri spurningurin
er eisini, hvørji fakorð vit
skulu læra. Í evnafrøði
høvdu vit eina danska bók í
8. flokki, men tá vit fóru í
9. flokk fingu vit eina
føroyska bók.
Tá er ikki altíð so lætt at
vita, hvat hetta ymiska
eitur. Man verður púra for
virraður,
sigur
ein
av
dreingjunum í flokkinum.
Stuðul úr heiminum
Umstøðurnar
á
sjálvum
skúlanum og tilfarið til
undirvísingina er sjálvandi
ein týdningarmikil partur av
virkseminum í skúlanum.
Men fyri erligu næm
ingarnar í Vestmanna gera
eisini onnur viðurskifti seg
galdandi, um skúlin skal
menna seg uppaftur meiri í
framtíðini.
Tað er neyðugt at vit fáa
meiri undirvísing í ymiskum
lærugreinum, m.a. kunn
ingartøkni, sigur ein.
Ein annar heldur so
skilagóður fyri, at næming
arnir eisini mugu fáa stuðul
og hjálp úr teirra egnu
heimum, um tey skulu fáa
nakað burtur úr skúlatíðini.
Ja, og lærararnir sjálvir,
teir kundu gott verið eitt
sindur strangari viðhvørt!,
sigur ein næmingur.
Hini nikka samtykkjandi.
Hesir 25 næmingarnir í
10. flokki vóru ikki sjálvir
við í undankanningini,
men hava hoyrt frá vin
fólki um, hvussu kann
ingin gekk fyri seg og
hvat spurningarnir snúðu
seg um.
Har vóru rættiliga
nógvir sera løgnir spurn
ingar, sigur ein næmingur.
Ja, tað var okkurt um
pingvinir. Eg veit so ikki,
hvat tað hevur verið
okkum føroyingar at gera,
slær ein annar næmingur
fast.
Flestu teirra hava kort
ini hoyrt um tann eina
spurningin,
hann
um
vatnglasið
í
bilinum.
Spurningurin
ljóðaði
nøkurlunda soleiðis: Um
tú heldur einum glasi í
hondini í einum bili, og
hann brádliga bremsar,
hvønn veg fer so vatnið?
Eg hoyrdi frá onkrum,
at tey tóku slett ikki
spurningarnar so seriøst.
Tey fingu jú ikki nakran
karakter fyri uppgávuna
allíkavæl.
Og so spyrja tey um
pingvinir og eitt glas av
vatni í einum bili. So
stoynbýtt!, sigur ein gent
unum í flokkinum.
Eitt annað, sum gjørdi
sítt til, at føroyska úrslitið
kanska ikki gjørdist so
gott, var at spurningarnir
vóru fyri allan heimin og
síðani týddir til føroyskt.
Fleiri av vinfólkunum hjá
næmingunum skiltu rætt
og slætt ikki spurning
arnar.
Tað var umsett til so
grótføroyskt mál, at øll
ikki skiltu, hvat spurning
urin snúði seg um. Fleiri
svaraðu tí bara okkurt,
sigur ein annar.
Hava pingvinir nakað við
Føroyar at gera?
Hóast tey eru nøgd við skúlan, duga tey væl at síggja at skúlanum tørvar munandi ábøtur. T.d. er stovan í lívfrøði (hagani myndin
er tikin) ikki nóg væl útgjørd
Mynd: Jens Kristian Van
”
Tað er lítið hugaligt at hava undirvísing í
t.d. lívfrøði í 10. flokki, tá tað hvørki finst
nakað undirvísingartilfar á føroyskum
ella donskum í lærugreinini
”
So spyrja tey um
pingvinir og eitt
glas av vatni í
einum bili. So
stoynbýtt!
(Næmingur
í 10. flokki í
Vestmanna skúla)
Javnstøðufundur á Hafnia
Javnstøðunevndin og Demokratia skipa fyri almennum
fundi á Hotel Hafnia fríggjakvøldið 7. desember kl. 19.
Aslaug Gisladóttir, stjórnmálafrøðislesandi, greiðir frá
altjóða gransking um, hví so fáar kvinnur eru í politikki
kring heimin. Við støði í altjóða granskingini fer Aslaug at
hugleiða um føroysk viðurskifti, t.d. hví kvinnur ikki fáa so
nógvar atkvøður sum menn, og hvørjir mentanarligir og
átrúnaðarligir faktorar kunnu virka forðandi fyri kvinnur at
bjóða seg fram í politikki. Janet Johannesen greiðir frá
virkseminum og royndunum hjá Kveik.
Fiskimannafelagið raðfestir
eftirløn
Fiskimannafelagið raðfestir eftirlønina fremst av øllum í samráðingum sínum við
Reiðarafelagið. Sum er hava sjómenn lítla og onga eftirløn, men hetta hevur
Fiskimannafelagið sett sær fyri at broyta. Jan Højgaard, formaður í Fiskimanna
felagnum, leggur dent á, at neyðugt er at fáa eftirlønarviðurskiftini upp á pláss, so
sjómenn ikki vera við skerdan lut, tá ið teir gerast pensjonistar. Í eini Gallup
kanning, sum manningarfeløgini gjørdu í vár, løgdu limirnir dent á, at tey vilja
hava eftirlønarviðurskiftini upp á pláss, stendur +a Samráðingarnar við Reiðara
felagið halda fram hesa vikuna.