Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 viðmerkingar Nr. 212 - 1. november 2007 Viðmerkingar til kjak- sendingina hjá Grækarisi Magnussen 3.12.07, og í heila tikið til umrøðuna um evnið í miðlunum Kann trivnaður keypast ella er trivnaður til sølu?. Hetta kann verða spurn­ ingurin aftaná á kjaksend­ ingina í sjónvarpinum mánakvøldi. Nei, eg haldi ikki at trivn­ aður kann keypast. Sjálv­ sagt kunnu felags tiltøk betra um tað sociala ‘lands­ lagið’, tá ið trivnaðurin er á arbeiðsplássinum framm­ anundan. Men trivnaður verður bara skaptur av menniskjunum, og útfrá tí sum býr í menniskjanum. Kenslur, virðing, eyð­ mjúkheit, eldhugi, innliv­ ingarevni, hjálpsemi v.m. Tað eru tílík viðurskifti, sum gera eina fyritøku til eina góða fyritøku. Søgan hjá fyritøkuni, nútíð og framtíðarmyndir, eru úrslit av hugburði, kenslum, meiningum og niðurstøðum. Tað vísir seg, tíverri, ofta freistandi hjá fyritøkum at gjalda seg til trivna. Jóla­ borðhald, jólagávur, útferð­ ir, hugnakvøld v.m., eru alt góð tiltøk, sum bara mugu síggjast sum ískoytissømd­ ir hjá starvsfólkunum fyri góð avrik. Stjórar og millumleiðarar eru helst høvuðsleikarar, tá ið talan er um trivnað á arbeiðsplássum, og tað verður í teirra anda, fyritøkan verður rikin. Ábyrgd fyri heildini ella ‘helhedssyn’, er ein avger­ andi faktorur og kann flyta okkum burtur frá valds­ misnýtslu og snævur­ skygni, til tað man kann kalla ábyrgdarfulla starvs­ fólkaleiðslu. Tað krevur autentisk menniskju, tað krevur menniskju við stór­ um persónligum integriteti, tað krevur menniskju, sum vita, hvørjum ‘tey standa fyri’, og sum hava góðar relatiónir til onnur menn­ iskju; tað krevur menn­ iskju, sum kunnu útføra ‘resonanta’ leiðslu, t.v.s. skapa undirtøku í starvs­ fólkunum, og samstundis liva seg inn í, lurta og hava ábyrgd fyri tí einstaka starvsfólkinum og fyri heildini, sum tey eru ein partur av. Hetta er fundamentið fyri trivnaði! Við vón um at starvsfólk við hesum førleikum, í størri mun, hava hesi leið­ ara­ og ábyrgdarstørv. Eg fari at nýta hetta høv­ ið til eisini at heita á Kring­ varp Føroya og fjølmiðla­ fólk yvirhøvur, um at menna seg og tilogna sær meira vitan innan økið – ‘starvsfólkaleiðsla’. Tað hevði givið einari tílíkari sjónvarpsending eina aðra og hægri dimen­ sión, sum vit faktisk mang­ la í tí føroyska kjakinum. Tíverri vísir kjakið,ella kunningin um leiðslu­ fyribrigdi og starvsfólka­ røkt, seg at vera á einum ‘yvirfladiskum’ støði, og tá er tað verri enn eingin umrøða, haldi eg. Starvs­ fólkarøkt er ikki ‘massa­ kommunikatón ella at peppa starvsfólkabólkar upp í einum framdyrkaðum rúsi’ – nei, starvsfólkarøkt er at taka hond um tað einstaka menniskja, við tí fyri eyga, at menna við­ komandi eftir evnum og ynskjum. Starvsfólkarøkt er, at leiðarin sær viljan, eldhug­ an, evnini og ymiskleikan í starvsfólkabólkinum sum størstu leiðaravbjóðing, og sum varandi vegur fra m til góð úrslit. Við vón um framburð! Starvsfólkatrivnaður Bergun Kass - opið bræv til Heðin Zachariassen, landsstýrismann Góði Heðin Zachariassen, Tað kennist óveruligt at eygleiða støðugu fløkjuna í útlendingamálum, sum er skapt av vantandi politisk­ ari kós og avgerðum. Tí verður hervið, sum fráboð­ að í tinginum undir einum munnligum fyrispurningi, sent tær eitt uppskot til ítøkiliga loysn á útlendinga­ málum. Samráðingarnar lidnar í 2003 Sum tú veitst, vóru samráð­ ingarnar millum danskar myndugleikar og landsstýr­ ið um at taka útlendinga­ mál undir føroyskt ræði lidnar í desember 2003, og ein drúgv lýsing og frá­ greiðing skrivað. Men eftir løgtingsvalið í januar 2004, var ikki semja í landsstýris­ samgonguni um at fremja málið. Í 2006 legði Tjóðveldið so løgtingslóg fyri tingið um at taka lóggávuna og umsitingina undir føroyskt ræði og ábyrgd. Hetta upp­ skot varð bygt á drúgva álitið um málið – og út­ reiðslurnar vórðu (høgt) mettar til uml. 5 mió. kr. um árið. Undir viðgerðini á tingi kom fram, at í minsta lagi ¾ av øllum tinginum tekur undir við hesi loysn, men at ein minniluti í samgong­ uni blokerar málið. Og málið varð felt. Hetta kann ikki halda fram, nú samfelagsligu av­ leiðingarnar eru so sjón­ skar av vantandi avgerð­ unum. Og tær neyðloysnir, ið nú verða royndar ístaðin, eru eftir mínum tykki als ikki væl umhugsaðar og kunnu gera tað ógjørligt at rætta mistøk og taka ábyrgdina sjálv í Føroyum. Ætlanirnar nú taka drúgva tíð og loysa onki mál Tann umtalaða “lógin”, sum landsstýrið hevur ar­ beitt við, og sum nú verður tosað um sum eina loysn, er ein donsk fólkatingslóg, sum leggur allar avgerðir, alla málsviðgerð og alt eftirlit til danska Útlend­ ingastýrið. Hon setur ES­ reglur í verk fyri Føroyar, uttan at vit fáa somu sømdir mótvegis ES. Og hon ger stóran mun á fólki, umframt at hon onga trygd gevur fyri hvørki arbeiðs­ marknaði ella rættartrygd hjá umsøkjarum. Hon loysir í sjálvum sær ongar trupulleikar og fer at taka fleiri mánaðir at frem­ ja. Løgtingið kann við henni bert samtykkja eina áheitan á danskar myndug­ leikar um at broyta teirra lóggávu fyri Føroyar. Og verður hon síðani samtykt á Fólkatingi og framd, hava vit onga ábyrgd og onki ræði á, hvør kemur inn og fer út úr landinum. Við at taka egna ábyrgd av øllum málinum kunnu vit nógv skjótari og trygg­ ari fremja tær broytingar og betringar í bæði máls­ viðgerð, rættartrygd og eftirliti, sum allir partar eftirlýsa. Tað er bæði skjótari, rættartryggari og greiðari, at taka málið á føroyskar hendur beinanvegin og so at gera nakrar neyðugar tillagingar í lóggávuni. Hesar tillagingar fara samtundis at krevja ein veruligan samansjóðingar­ politikk av okkum. Verandi lógarreglur ikki trupulleikin Trupulleikin viðvíkjandi arbeiðsmegini er ikki júst lógarreglurnar, men umsitingin, málsgongdin og vantanti ábyrgdin. Kravið í núverandi lóg fyri at fáa arbeiðs­ og uppihaldsloyvi er, at tú skalt hava: váttan frá arbeiðsgevara, um at tú hevur arbeiði (og arbeiðsgevarin stendur til ábyrgd fyri at tú uppfyllur krøv, hevur sáttmála eftir galdandi reglum, rindar skatt o.s.fr.), váttan um, at tú hevur bústað, váttan fyri, at tú kanst forsyrgja tær sjálvum/ sjálvari, váttan fyri, at tú ikki hevur nakra sak í brotsmálum, og tað skal staðfestast, at tørvur er á arbeiðsmegi í teirri vinnugrein, ið tú søkir um arbeiði til. (Hesi krøv eru altso til tey, sum søkja arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í Føroyum – og skulu ikki blandast við krøv til flóttafólk, sum hava brúk fyri hjálp. Vit hava ikki havt flóttafólk í Føroyum og hesi viður­ skifti eru heilt annað mál, ið verður regulerað í altjóða sáttmálum). Fyri arbeiðs­ og uppi­ haldsloyvi verður loyvið givið fyri eitt ár í senn – og síðani kann søkjast um varðandi uppihaldsloyvi, tá 5 ár eru liðin. Hetta eru einføld og rímilga skilagóð krøv, sum væl ber til at fyrisita og umsita rættartrygt. Høvuðstrupulleikin er í málsgongd og ógreiðari ábyrgd Trupulleikin hevur ligið í eini frumskógarkendari fyrisiting, har danskir myndugleikar taka avgerð­ irnar eftir tilmælum úr landsstýrinum og gjøgnum samskifti við donsku løgregluna í Føroyum. Ongin tykist hava yvir­ skipaðu ábyrgdina og allir partar hava stórar trupull­ eikar av fløktu mannagongdini. Hetta hevur elvt til, at fólk hava bíðið í mánaðir og upp í ár eftir svari. Eisini hóast øll viðurskifti eru í lagi. Onkuntíð kann onkur smávegis upplýsing­ ur resta í ella detta niður­ ímillum og øll tykjast bíða eftir hvørjum øðrum. Tildømis skal eisini søkjast av nýggjum, um útlendingur skal skifta arbeiðsgevara. Enntá hava vit fleiri dømi um, at eitt virki hevur skift eigarar, og tá skal eisini søkjast og bíðast í fleiri mánaðir, meðan útlendingurin ikki sleppur at arbeiða, hóast tørvur er á tí. Ógreiða ábyrgdarbýtið og fløkta málsgongdin ger eisini, at ongin hevur ábyrgdina av at upplýsa og kunna útlendingar í Føroy­ um um teirra rættindi og skyldur. Kunnu loysa málið sjálv Við eini føroyskari um­ siting, sum arbeiðir skjótt og væl, ber til at loysa hendan trupulleikan. Máls­ gongdin verður stytt beinan­ vegin og til ber at hava skrá­ seting og eftirlit á einum stað, so vit støðugt hava dagførd yvirlit á støðuni. Við at hava ábyrgdina sjálvi, kunnu vit skipa kunning, upplýsing og tilboð til útlendingar, ið fáa arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í samstarvi við tær kommunur, har fólkini hava bústað og arbeiða ella lesa. Við at hava ábyrgdina og eftirlitið hjá føroyskum myndugleikum, fáa vit eis­ ini møguleikan at greiða tørvin á skúlatilboðum, dagsstovnum, mentanar­ og trivnaðartilboðum, ið útlendingar, sum eru í long­ ri tíðarskeið, hava tørv á. Lógarbroytingar, ið skulu fremjast Tørvur er sjálvsagt eisini á at gera nakrar neyðugar tillagingar í lógini beinan­ vegin og at seta okkum munandi dyggari krøv viðvíkjandi samansjóðing (integrasjón) hjá útlendsku arbeiðsmegini. Í stuttum er neyðugt í útlendingalógini at skilja ímillum tveir ymiskar bólkar av útlendingum, ið kunnu fáa uppihalds­ og arbeiðsloyvi í Føroyum: Útlendingar, ið koma til Føroya at loysa ávísar tíðaravmarkaðar arbeiðs­ uppgávur, og sum ikki í útgangsstøðinum ætla sær at seta búgv í Føroyum í longri tíðarskeið: Her kunnu vit víðka ta sonevndu “montør­regl­ una” í galdandi lóg og geva møguleika fyri arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í tildømis 1­6 mánaðar eftir stað­ festum og váttaðum tørvi. Vit hava fordømi við teirri skipan, ið avtalað varð, tá oljuleitingarnar byrjaðu, og bólkar av arbeiðsfólki fingu loyvi, har arbeiðsgevarin tryggj­ aði mótvegis myndugleik­ um og løgreglu, at allar upplýsingar vóru rættar og krøvini uppfylt. Og vit hava gjørt umsiti­ ngarligar avtalur um smid­ ligar skipanir fyri læknar, ítróttarfólk, granskarar og tílíkt, ið arbeiða her í stytt­ ri og skiftandi tíðarskeið. Útlendingar, ið koma til Føroya og seta búgv í long­ ri tíðarskeið og møguliga vilja søkja um varandi uppihaldsloyvi: Her krevjast atlit til familjur og familjusaman­ føringsreglur. Her ræður um at hava upplýsing og kunning um rættindi og skyldur. Her krevjast tilboð um undirvísing og onnur skeið í samstarvi við kommunurnar. Og her liggur ábyrgdin hjá okkum fyri samansjóðingarátøkum. Óheft málsviðgerð og kærumøguleikar Málsviðgerðin og fyri­ sitingin eigur at skipast í eina sjálvstøðuga fyrisiting (direktorat), leyst frá lands­ stýrismanni. Kærunevnd eigur at skipast undir Føroya Kærustovni. Tað er sjálvsagt krav, at útlendingar verða settir eftir føroyskum sáttmálum, og at útlendingar, ið ætla at vera longri tíðarskeið í Føroyum, eiga rættindi og skyldur í føroyska sam­ felagnum á jøvnum føti við tildømis norðurlendskar ríkisborgarar í Føroyum. Samanumtikið: Við at taka ábyrgdina av málinum á føroyskar hendur, fáa vit bæði eina skjótari og rættartryggari loysn, umframt greiðar reglur, ábyrgd og eftirlit. Og vit kunnu fáa eina loysn, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka undir við og styðja – og kunnu hava ávirkan á sum feløg og hoyringaspartar (tað verður ikki møguligt, um alt verður flutt til danskar myndugleikar). Vit kunnu gera avtalu við ES á sáttmálastøði – har sáttmálapartarnir sjálvsagt hava somu rættindi fyri sínar borgarar. Vit hava tá sjálv eftirlitið og ábyrgdina og kunnu gera broytingar og tillagingar. Hin loysnin, sum lands­ stýrið arbeiðir við, leggur allar avgerðir, skráseting, ábyrgd og eftirlit til danskar myndugleikar – og leggur harvið ongar møguleikar og skyldur til okkara at skipa neyðug tilboð, kunning, upplýsing ella integrasjónspolitikk. Harfturat leggur upp­ skotið hjá landsstýrinum upp til, at danskir myndug­ leikar skulu seta ES­sátt­ mála í verk fyri Føroyar, ið ikki gevur føroyingum somu rættindi í ES, sum ætlanin er at geva ES­ borgarum her. Og tað er eins skjótt at seta føroysku loysnina í verk, sum at royna at fremja hina drúgvu tilgongdina. Uppskot til loysn á útlendingamálinum Tjóðveldi Høgni Hoydal Val