hósdagur 6. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 237 - 6. desember 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag verður móttøka í
liðugt umbygda virkisbygn
inginum í J. Paturssonargøtu
(gamla Snikkaravirkinum í
Grønlandi). Tað eru lýsing
arfyriøkurnar Team 85 og
Reproz, ið nú leggja saman
sum eitt nýtt virki. Nýggja
fyritøkan nú er partur av
Nemasamtakinum.
Millum kl. 15 og 17 er
móttøka í nýggju hølunum,
har viðskiftafólk og onnur
áhugað hava høvi at síggja
nýggju hølini.
Umframt tónleik og okk
urt leskiligt verður høvið
eisini nýtt til at avdúka
nýggja samleikan hjá fyri
tøkuni.
Nýggja fyritøkan fer at
virka innan økini: Snið,
lýsingar, samskifti, web og
internet loysnir, expositión
(skipa fyri messum) og in
og outdoor miðlar. Saman
lagda fyritøkan verður tann
størsta av sínum slagi í
Føroyum.
Stjórar í nýggju fyritøkuni
eru Christian Nagata og
Poul Clementsen.
Nýtt virki og nýggjur samleiki
Matiné verður í Havnar
Kirkju leygardagin 8. des
ember við Føroya Klarinett
orkestri og Klarinett jól
verða í Miðlahúsinum í
Vagsbotni leygardagin 15.
desember
Matiné verður í Havnar
Kirkju leygardagin 8. des
ember 2007 kl. 11.30 við
Føroya Klarinettorkestri.
Føroya Klarinettorkestur
er vorðin ein fastur táttur í
føroyskum tónleiki. Orkestr
ið, sum nú hevur ca. 20 lim
ir úr øllum landinum – har
eru bæði børn, ung og vaks
in, sum spæla klarinet – hev
ur, síðan eina spaka byrjan í
2001, luttikið í nógvum ym
iskum tiltøkum bæði í Før
oyum og í øðrum londum.
Seinasta stóra tiltaki var í
juli í ár. Tá var orkestrið á
10daga langari uttanlands
ferð til Álandsoyggjarnar,
har tað millum annað spældi
saman við rútmubólkinum,
sum tey vanliga spæla sam
an við á Alandia Jazz Festi
val. Luttakararnir høvdu á
festivalinum høvi til at
hoyra tónleikarar á høgum
internationalum støði og
ógloymandi var eisini at
síggja tað vakra oyggjaland
ið í fínasta summarveðri.
Um onkur burturgoymdur
klarinetspælari er á Føroya
landi, sum kundi hugsa sær
at spælt við í orkestrinum,
kann viðkomandi venda sær
til orkesturleiðaran Peder
RiisJensen á tlf. 318454.
Á skránni tann 8. des. er
klassiskur
kirkjutónleikur
af Bach og Bruckner, skotsk
ur og walisiskur fólka
tónleikur, operatónleikur av
Gluck og sjálvandi vælkend
og hugnalig jólaløg.
Klarinett jól í
Miðlahúsinum
Klarinett jól í Miðlahúsinum
í Vágsbotni, leygardagin
tann 15. desembur kl. 15 –
18.
Klarinettir úr øllum land
inum spæla jólatónleik.
Væleydnaða tiltakið fra des
ember 2006 verður endur
tikið við hesari jóla hugna
løtu í Miðlahúsinum. Næm
ingar úr Føroya Musikk
skúla luttaka. Stór og smá
spæla jólatónleik og annað
gott bæði sum solistar og í
stórum og smáum bólkum.
Føroya Klarinettorkestur
skipar fyri tiltakinum og
eisini at okkurt gott og søtt
fæst
til
matna
henda
dagin.
Klarinettir í
Havnar Kirkju og
Miðlahúsinum
Stjórarnir í lýsingarfyritøkuni Christian Nagata og Poul Clementsen í nýumbygdu hølunum í gamla snikkaravirkinum í J.
Paturssonargøtu
Mynd: Jens Kristian Vang
Í dag kemur út nýggj bók
við heitinum „Fiskar undir
Føroyum“.
Rógvi Mouritsen hevur
skrivað bókina, sum Føroya
Skúlabókagrunnur og Fiski
rannsóknarstovan
saman
geva út.
Á fyrsta sinni kemur út
upprunaføroysk bók um all
an tann fisk, ið er skrásettur
at liva undir Føroyum. Í hes
um slóðbrótandi verki hevur
Rógvi Mouritsen sum fiski
maður og biologassistentur
á
Fiskirannsóknarstovuni
savnað okkara vitan um
fiskasløg í føroyskum sjó
øki. Tilsamans 235 fiskasløg
eru skipað í hóp, ætt og slekt
í nýggju bókini Fiskar undir
Føroyum, sum Føroya Skúla
bókagrunnur
og
Fiski
rannsóknarstovan geva út.
Leingi hevur tørvur verið
á eini fiskabók. Gamaní eru
bøkur um fisk, veiðu og
fiskasløg komnar fyrr, men
aldri áður er ein uppruna
føroysk fiskabók givin út.
Nú er hon so her, Fiskar
undir Føroyum, við tekning
um hjá Astrid Andreasen og
Bente Olesen Nyström, og
skitsutekningum hjá Rolf
Mouritsen.
Í tey stívliga 30 árini,
Rógvi Mouritsen hevur verið
biologassistentur á Fiski
rannsóknarstovuni,
hevur
hann verið við í fiskikanning
um undir Føroyum og aðra
staðni í Atlantshavinum.
“Eg havi nakað av snellu,
ymsum línu og garnaroynd
um, men serliga við troli á
stórt sæð øllum leiðum við
Føroyar. Haðani havi eg
nógvar av mínum royndum
og vitan um fisk, men eisini
frá lesnaði, og frá fiskimonn
um, sum eg var saman við,”
sigur Rógvi Mouritsen, nú
bók hansara Fiskar undir
Føroyum kemur út.
Móttøka verður á Fiski
rannsóknarstovuni
15:00,
har bókin verður løgd fram
og høvi verður at keypa
hana fyri serprís.
Bók um 235 fiskar
Rógvi
Mouritsen við
nýggju bók síni
»Fiskar«
Mynd: Jens Kristian
Vang
Lesið
-so eru tit við!