Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 6. desember 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Borghild Lindberg úr Havn, ættað av Tungu í Haldarsvík, andaðist mánakvøldið á ellisheiminum í Havn, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vestur kirkjuni fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Borghild kunnu lata Meinigheitshúsinum í Havn eina peningagávu. Konta í EIK Andlát og jarðarferðir Dagurin 7. desember. Agaton, deyður ár 250. Rómverskur her­ maður, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá ið Decius var keisari. Grikska navnið merkir góðu Føðingardagur Sunnudagin 9. desember verður Sonja á Líðarenda, Norðragøta, 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 8. desember Við Ánna 42, Norðragøta, frá kl 10.00 til 17.00. 30. november fylti Tommy Haacke í Trongisvági 50 ár. Tommy er í løtuni staddur í fjareystri, har hann er kap­ teynur á Torm Annmarie. Tommy er føddur í Keyp­ mannahavn, men blaðungur flutti hann heim til Føroyar til ommuna í Trongisvági. Heimkomin fór hann beinanvegin til verka á skeljavirkinum á Hvítanesi. Eftir tað fekk hann annað fyrifallandi arbeiði mest sum jørð­ og betongarbeið­ ari. Hugurin til sjógvin dróg, og ikki gekk long tíð fyrr enn Tommy róði út við mætastu útróðrarmonnum á Tvøroyri. So kom kjansurin við línubáti til Flemish Cap, og tað var nakað sum fall í góða jørð hjá unga mannin­ um, sum bert 16 ár gamal stóð í lastini og saltaði. Í 1972 fór Tommy á kokka­ skúla í Klaksvík og síðani aftur til skips. Hesi árini sigldi hann við: Jógvan á Gørðunum úr Vági, Rana­ fossi, Fleyr, Tummasi T. Sjúrðarkletti, fyri at nevna nøkur. Í 1980 fór Tommy upp á skúla og tók skiparaprógv við virðisløn. Seinni tók hann stýrimansprógv og sigldi eina tíð sum stýri­ maður við Leivi Øssursson. Ikki gekk long tíð fyrr enn Tommy fekk egið skip at føra. Onnu T og Nim førdi hann í nøkur ár. Hugurin at royna nakað nýtt leiddi hann aftur á Sjómansskúlan í Tórshavn. Í 1991 tók hann skipsføraraprógv, og tá stóðu fleiri møguleikar opn­ ir. Handilsflotin manglaði fólk, og Tommy var fúsur at fara. Hann fekk kjans við Torm, og har hevur hann verið síðani. Tommy valdi sjógvin sum sína lívsleið og hevur tann leiðin mangan verið ill­ gongd. Tey, ið hava starvast á havinum, vita, hvussu eir­ indarleys náttúran kann vera. Og her varð Tommy ikki spardur. Sum skipari á Nim upplivdi hann hvussu brotasjógvar knústu brúnna á skipinum. Hóast mongu skakandi tilburðirnar á sjón­ um, so hava teir ongantíð tikið hugin og dirvið frá honum. Tommy er lítillátin maður og ger ongan háva burtur úr sær sjálvum. Hann er ein maður, ið hevur arbeitt seg upp allan vegin úr saltfiska­ lastini til at vera kapteynur á heimsins høvum. Hjartaliga til lukku við degnum, Tommy! Vit inni á Trøðni Tommy Haacke 50 ár Tung vóru boðini, ið eg fekk frá beiggja mínum, tá hann tíðliga skíris­ morgun ringdi til mín og segði, at tú var farin. Vit 5 systkin hava altíð hildið nógv saman. Á hvørjari høgtíð vóru vit saman heima hjá mammu og babba. Jólini 2005 kundu vit tó ikki vera saman. Tá var tú innlagdur á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Mamma og babba vóru saman við tær, so sum tey hava verið saman við tær alla tíðina, síðan tú fór niður á sjúkrahúsið fyri fyrstu ferð hin minniliga dagin tann 14. oktober 2005 til kanningar. Síðan bleiv tað aftur og fram mill­ um Danmark og heim aftur. Mangan vart tú illa fyri, tá tú kom heim, men kom oftast fyri teg aftur, áðrenn tú aftur skuldi avstað. Alma og eg vóru niðri saman við tykkum, tá tú skuldi ígjøgnum tað fyrstu skurðviðgerðina hálvan juni í fjør. Eg fari aldrin at gloyma, tað gleðina tú hevði av, at vit vóru har saman við tær. Vit grillaðu úti á Amager og gingu hugnaligar túrar í Keypmannahavn, hóast tú ikki var væl fyri. Góði Kaj, tá tú vaknaði aft­ ur av viðgerðini, vildi tú beinanvegin upp at vera saman við okkum, men tað bar bara ikki til. Spurdi man teg, hvussu tú hevði tað, svaraði tú altíð: »Kundi verið betur« ella »havi havt tað betur«. Ongantíð gramdi tú teg. Hóast allar viðgerðirnar, vart tú altíð sera optimistiskur og vónríkur tá tú komst heim aftur til okkum. Tú keypti tær grundstykki og hevði avgjørt, hvørji hús tú skuldi hava, men góði Kaj, soleiðis skuldi ikki vera, Harrin tók teg heim til sín. Góði Kaj, mong eru minnini frá tí vit vóru børn og sum ung. Vit vóru so tøtt, bert ein árgangur ímillum okkum, so vit vóru nógv saman. Mangan var tað uppi hjá mammu og babba, saman við teimum mongu vinunum, ið tú hevði. Vit sótu langt út á morgunin og spældu kort ella onnur spøl. Góði Kaj, tú var ein av teimum, ið altíð var tilreiðar at hjálpa. Serliga tá tað kom til teldutrupulleikar, vart tú skjótur. Góði Kaj, saknurin er ómetaliga tungur at bera hjá mammu og babba, ið altíð hava havt teg har og sum hava verið so nógv um teg hesa síðstu tíðina. Hjá okkum øllum, sum vóru so góð við teg, systkin, svograr og ikki at gloyma børnini hjá okkum. Børnini vóru so góð við teg og tú við tey. Tað besta dreingirnir vistu, var at sleppa í stovuna hjá tær, har teir kundu spæla við teldurnar hjá tær. Ja góði Kaj, minnini eru mong og góð. Ikki ber til at nevna alt her, men onki er gloymt. Minnini um teg, goymi eg í hjarta mínum. Má Harrin vera við mammu, babba og okkum øllum. Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnini um mín høgt elskaða beiggja Kaj. Systir tín Eimee Minningarorð um beiggja mín Kaj A. Jacobsen f. 16.07.72 · d. 05.04.07 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Borghild Lindberg í Havn ættað av Tungu í Haldarsvík andaðist mánadagin 3. desember, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 7. desember klokkan 13.00. Vegna familjuna Jákup www.sosialurin.fo