hósdagur 6. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 237 - 6. desember 2007
At døma eftir reak
tiónini í føroyska
granskingarheiminum
var tað ein fiskur av
teimum heilt stóru,
sum løgmaðurj og
fólk hansara fingu
í trolið í gjár, tá
atlimaskapurin í FP7
kom eitt risafet nærri
at gerast veruleiki
GranskinG
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Nógv hava verið sett spurn
artekin við, at løgmaður mitt
undir sluttspurtinum av við
gerðini av fíggjarlógarupp
skotinum stingur av til Brüs
sel at hitta ESkomisserin í
granskingarmálum. Men at
døma eftir reaktiónini í før
oyska
granskingarheimin
um, var hetta ein røtt avgerð
hjá løgmanni at taka.
Úrslitið, sum føroyska
samráðingarnevndin
við
Jóannesi Eidesgaard á odda
kom aftur við, kann ikki
yvirmetast, heldur nýggi
stjórin í Granskingarráðnum,
Annika Sølvará.
Hetta er eitt stórt fram
brot fyri granskingina í Før
oyum. Frá at hava verið
undirveitarar í nógvum av
teimum granskingarætlanun
um, sum vit hava verið við í,
kunnu vit nú koma at
granska á líka fóti við gransk
arar í øllum ESlondum og
atlimalondunum,
sigur
Annika Sølvará.
Saman við Kristionnu
Winther Poulsen og John D.
Olsen, myndar Annika Sølv
ará arbeiðið í Granskingar
ráðnum. Tey bæði fyrr
nevndu eru beinleiðis bindi
lið millum føroyska gransk
ing og granskingarumhvørv
ið í ES.
Samráðingarnar á embæt
isstigi vóru koyrdar heilt fast
ar, og tí var helst einasti
møguleiki at taka tað upp pol
itiskt, sigur Annika Sølvará.
Stjórin á Granskingar
ráðnum leggur dent á, at enn
er langur vegur á mál. Tann
hurðin, sum hevur verið
afturlatin, stendur nú á
glopp. Frammanfyri liggur
eitt stórt arbeiði fyri at fáa
hurðina upp á víðan vegg,
vísir hon á.
Stórt sæð allar granskingar
ætlanir innan ES byggja á
netverk millum granskarar
úr minst trimum londum
upp í eini 15 til 20 lond. Hes
in møguleiki fyri at netverka
hevur ikki verið líka góður
fyri føroyskar granskarar. Tí
hava summi flutt part av
granskinigini at til til onnur
lond. Til dømis gongur ein
partur av arbeiðinum hjá Pál
Weihe út frá Syddansk
Universitet í Odense.
Hugburður fer
at broytast
Annika Sølvará, Kristianna
Winther Poulsen og John D.
Olsen, leggja dent á, at enn
er langt á mál, men fram
brotið í gjár fer ivaleyst at
skapa ein jaligan hugburð
innan føroyska gransking.
Hin parturin er sjálvandi, at
tað skulu fíggjarligir resurs
ir til at seta ferð á føroyska
gransking, tí fyri at koma
upp í eitt granskingarnetverk
og fáa atgongd til ESfígg
ing, skal granskingarlandið
sjálvt koma við minst 25
prosentum av pengunum
ella tilsvarndi, ið skulu brúk
ast granskingarætlanina.
Føroyar hava verið og eru
við í fleiri granskingarverk
ætlanum í EShøpi, men ikki
á jøvnum føti við onnur.
Vit hava fleiri granskarar,
sum eru frammalaga á sín
um øki. Til dømis Bogi Han
sen á Fiskirannsóknarstov
uni, ið granskar innan veður
lagsbroytingar
og
hav
streymar. Er tað nakað sum
upptekur heimin í løtuni, so
er tað veðurlagsbroytingar.
Vit hava Pál Weihe og
hansara fólk, ið granska í
hvussu
umhvørisdálking
ávirkar
arvaeginleikarnar.
Bitland og SeaWaveætlanin
er eitt annað dømi, sum
mátti flyta ein part av virk
seminum til Danmark fyri at
fáa veruliga gongd á. Bæði
hesar verkætlanirnar, ætlan
irnar sum hava ligið og bíða
og framtíðar granskingar
ætlanir fara at fáa sera stóra
nyttu av hesi avtaluni, sigur
Annika Sølvará.
Nógvar granskingarverk
ætlanir
eru
sleptar
ella
ongantíð blivnar til nakað, tí
vit ikki hava havt hendan
møguleikan, siga tey trý
starvsfólkini á granskingar
ráðnum, ið eisini síggja heilt
nýggjar møguleikar fyri ta
komandi
granskingarpark
ina, ið ætlanir eru á seta á
stovn.
Tey vísa á, at nýggju
møguleikarnir innan gransk
ing eisini fara at koma
høvuðsvinnu okkara, fiski
vinnuni, til góðar.
Vit kunnu ikki rokna
við, at onnur fara at granska
í okkara vinnu, um vit ikki
sjálvi taka stig til hetta. Fyri
tað fyrrsta eru tað vit, sum
hava størsta áhugan í at gera
tað, og fyri tað næsta hevur
tað sera stóran týdning fyri
at kunna menna fiskivinnuna,
at hetta verður gjørt, siga tey
á Granskingarráðnum.
Tey vísa eisini á, at tað er
alneyðugt, at peningur verð
ur settur á fíggjarlógina til at
menna hetta økið. Nakað av
tíð fer at ganga, áðrenn hetta
kemur upp á pláss, men í
2009 má peningur setast av,
um vit sum land skulu fáa
nakað burtur úr hesum
nýggja møguleika, sigur stjór
in í Granskingarráðnum.
Eitt risastig fyri føroyska gransking
Løgmaður fekk í
gjár politiskt lyfti
um føroyskan
atlimaskap í
granskingarskipanini
hja ES, ið kallast FP7
GranskinG
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tvær høvuðsorsøkir vóru
til, at tað eydnaðist at bróta
ígjøgnum tjúkku ESmúrar
nar og fáa lyfti um atlima
skap innan gransking. Tað
heldur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, ið stóð á odda
fyri føroysku sendinevndini,
sum í gjár var í Brüssel og
samráddist um atlimaskap
á granskingarøkinum.
Sambært Jóannesi Eides
gaard eru tær báðar orsøkir
nar, at ESkommiserurin inn
an gransking, Tær báðar
orsøkirnar eru, at ESkomm
isserurin innan gransking,
Janez Potocnik, kemur úr
einum av teimum minstu
ESlondunum, Slovenia, við
á leið tvær mió. íbúgvum.
Hansara sjónarmið er,
at støddin á landinum skal
ikki vera avgerðandi fyri, at
eitt land sleppur inn í hitan
á einum slíkum øki. Hann
segði við meg, at um tú vart
komin fyrradagin, so hevði
tað ivaleyst ikki borið til at
fáa ígjøgnum, tí embætis
verkið í ES vendi tummil
fingurin niðureftir, men at
hann skar ígjøgnum yvirfyri
teimum. Hetta er eitt stórt
mál, sum fullkomiliga var
steðgað upp á embætis
mannastigi, sum mælti frá
føroyskum atlimaskapi, sig
ur Jóannes Eidesgaard sigur
við Sosialin á veg úr
Brüssel.
Eg skilji væl støðu Før
oya sum lítil tjóð, umframt
at
Føroyar
liggja
so
avbyrgdar í Atlantshavinum,
segði
ESkommisserurin
við løgmann.
Hin høvuðsfaktorurin, ið
spælir líka stóran leiklut,
er, at vit veruliga hava nak
að at koma við, heldur
Jóannes Eidesgaard.
Arbeiðið við at granska í
veðurlagsbroyting,
hav
streymum og arvaeginleik
um vóru so mikið áhuga
verdar fyri komisserin, at
hetta
samanlagt
gjørdi
muni, sigur Jóannes Eides
gaard við Sosialin.
Gransking koyrd føst í embætisveldi hjá ES
Á Granskingarráðnum fegnast tey um, at tað nú sær út til, at Føroyar fáa atlimaskap innan gransking í ES. Frá vinstru:
Kristianna Winther Poulsen, John D. Olsen og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Scenografiskeið á Viðareiði
Í mars skipar MáF saman við Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri
scenografiskeiði á Hotel Norð á Viðareiði. Skeiðið gevur innlit í tey
amboð, modernaði scenografurin brúkar í dag, sigur MáF. Lærari
verður Maria í Dali, scenografur á Kongliga Teatrinum í Keypmanna
havn, sí www.scenograferne.dk. Hjálparlærari verður Anna Sofía Egils
trøð, scenografur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Skeiðið verður
fríggjakvøldið 7. mars kl. 19 og endar sunnudagin 9. mars kl. 16. Skeið
ið er fyri øll, ið hava áhuga fyri scenografi og sjónleiki. Pláss er fyri 20
fólkum. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo.
Nýggjur sjókaðal í Sandoynna
SEV hevur bílagt ein nýggjan sjókaðal til Sandoynna frá italsku kaðalverksmiðjuni, Prysmi
an. Kaðalin kostar góðar 19 milliónir krónur, og kostnaðurin tilsamans er mettur til 22
milliónir krónur, tá kaðalin er lagdur. Kaðalin verður liðugur 1. juli næsta ár, og ætlanin er at
leggja hann um Skopunarfjørð beint eftir ólavsøku. Um alt gongst eftir vild, kann sjókaðalin
takast í nýtslu longu í august næsta ár. Tá verður Sandoyggin aftur bundin í meginøkið. Brek
var staðfest á gamla sjókaðlinum, sum gongur millum Kirkjubø og Skopun, í februar í ár, og
oljurikna verkið í Skopun hevur síðani veitt oynni streym. Í summar royndi kaðalskipið
Nautilus Maxi at umvæla kaðalin, men tað miseydnaðist. Tá Sandoyggin aftur fær streym frá
meginøkinum, verður verkið í Skopun steðgað, men framhaldandi brúkt sum eykaverk.