hósdagur 6. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 237 - 6. desember 2007
– Tað kennist væl
at hava fingið til
uppgávu at leiða
Vinnuhúsið inneftir
og úteftir. Í mínum
starvi eri eg komin
at kenna vinnuna
og vinnufeløgini
rættiliga væl, og eg
veit eisini, hvussu
Vinnuhúsið arbeiðir,
sigur Marita Ras
mussen, sum skal
lyfta arvin eftir Jan
Mortensen
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað verður 40 ára gamla
Marita Rasmussen, sum
kemur at hava ovastu dag
ligu leiðsluna í Vinnuhúsi
num, nú Jan Mortensen,
sum seinastu árini hevur
verið ímyndin av Vinnuhús
inum, fer í annað starv.
Tað er Føroya Arbeiðs
gevarafelag, sum hevur sett
hana sum nýggjan stjóra.
Formaðurin í Føroya Ar
beiðsgevarafelag,
Jóhan
Páll Joensen, sigur seg onga
løtu ivast í, at felagið hevur
sett ein persón við røttu
eginleikunum til at røkja
áhugamálini hjá vinnuni og
at vera framsøgufólk fyri
vinnusjónarmið, sum hann
tekur til.
Røttu førleikarnar
Vit hava spurt Maritu Ras
mussen, hvørjar útbúgving
ar og arbeiðsroyndir hon
hevur, sum geva henni før
leikar til at átaka sær dag
ligu leiðsluna í Vinnuhús
inum.
– Seinastu trý árini havi
eg starvast sum samskipari
í Vinnuhúsinum og havi
serliga tikið mær av áhuga
málunum hjá Ráfiskakeyp
arafelagnum, Havbúnaðar
felagnum og KFfelagnum.
Um
aldarskiftið
var
Marita eisini í eitt tvey ára
skeið í Vinnuhúsinum sum
samskipari, og hon hevur
eisini arbeitt í Fiskimála
ráðnum.
Av øðrum starvsroyndum
kunnu nevnast, at eg havi
arbeitt við søluog markn
aðarføring
av
alifóðuri,
havi verið samskipari innan
fiskivinnugransking, havi
arbeitt sum ráðgevi og havi
verið góðskuleiðari hjá Før
oya Fiskavirking.
Marita er útbúgvin fiski
vinnufrøðingur
á
lærda
háskúlanum í Tromsø í
1993.
Umframt
hesa
útbúgving, hevur hon eisini
tikið Master of Management
við Robert Gordon Uni
versity í Aberdeen.
Komandi stjórin í Vinnu
húsinum hevur sitið í fleiri
álitisstørvum og nevndum,
eitt nú Føroyagrunninum,
Landsbankanum og Vinnu
framagrunninum. Tá ið hon
tekur við stjórastarvinum í
Vinnuhúsinum, tekur hon
seg úr nevndini í Føroya
grunninum, tí Føroya Ar
beiðsgevarafelag metir ikki,
at nevndir í privatu vinnuni
sampakka við stjórastarvið.
Uppgávur hjá
Vinnuhúsinum
Marita sigur, at so hvørt,
sum samfelagið gerst meira
fløkjasligt við høvum av
lógum og reglum, sum
skulu haldast, er tørvurin
hjá vinnuni at leita sær ráð
geving vaksin.
– Vit kunnu sjálvandi ikki
svara øllum spurningum,
men Vinnuhúsið hevur fing
urin á pulsinum og kann
leiðbeina um, hvar vinnan
kann leita sær, um vit ikki
sjálvi megna at ráðgeva til
fulnar, sigur hon.
Hon vísir á, at Vinnuhúsið
fegið vil viðgera allar spurn
ingar, sum hava týdning
fyri vinnuna ella ávísar
vinnubólkar.
Koma virkir út í trætur
við myndugleikar ella fak
feløg um mál, ið hava al
mennan áhuga fyri vinnuna,
kann Føroya Arbeiðsgevara
felag taka um endan og –
um neyðugt – fara í rættin
við málum.
Tænastur, sum Vinnuhús
ið veitir, eru tengdar at lima
skapi í feløgunum, sum eru
limir í Føroya Arbeiðsgev
arafelag.
Eisini lobby-arbeiði
Marita sigur, at sum megin
felag fyri vinnuna, tekur
Føroya Arbeiðsgevarafelag
sær av nógvum ymiskum
uppgávum, og felagið legg
ur eisini upp til at ávirka
allar tær lógir og reglugerðir,
sum myndugleikar seta í
verk.
Vit vilja virka fyri, at
nýggjar lógir og reglur ikki
darva vinnuni, men tæna
henni. Vinnufeløg eru um
boðað í nógvum ymiskum
nevndum, ið seta karmar
fyri føroyska samfelagið og
soleiðis eisini framtíð okk
ara. Vit virka fyri, at vinnu
sjónarmið
verða
hoyrd,
soleiðis at tað framyvir
gerst liviligt fyri fólk við
fyritakssemi og hugskotum.
Vit ynskja soleiðis eisini at
hava okkara ávirkan á vinnu
ligar útbúgvingar.
Marita vísir á, at ein av
stóru uppgávunum hjá Før
oya Arbeiðsgevarafelag er
at gera sáttmálar við løn
takarafeløgini, og her legg
ur felagið dent á at tryggja
støðug viðurskifti á arbeiðs
marknaðinum og at tálma
lønarvøkstri.
Ein stórur partur av okk
ara arbeiði er at veita kunn
ing um privatu vinnuna,
vinnulig viðurskifti og vísa
á tann týdning, sum vinnan
hevur fyri samfelagið.
Sambindingarlið
Hon vísir eisini á heimasíð
una
hjá
Vinnuhúsinum
industry.fo og ta kunning,
sum felagið hevur um aðrar
miðlar.
Vinnuhúsið virkar eisini
sum sambindingarlið við
vinnu í øðrum londum, eitt
nú gjøgnum samstarv, sum
vit hava við vinnufeløg í
okkara grannalondum. Men
tað eru eisini útlendsk
feløg, sum venda sær til
okkara, tí tey ynskja sam
starv við føroyska vinnu.
Marita sigur, at Vinnuhús
ið er miðdepil fyri vinnulig
um
og
vinnupolitiskum
orðaskifti, har bond verða
knýtt millum leiðarar í
privatu vinnuni.
Vit hava eisini sett
arbeiðsbólkar at greina mál
og stevnur fyri føroyska
vinnu, sum ofta gerast
hornasteinar
í
almenna
vinnupolitikkinum,
sigur
Marita Rasmussen.
Tað kennist væl
Komandi stjórin í Vinnu
húsinum sigur, at tá ið hon
frætti, at Jan Mortensen
hevði gjørt av at fara úr sín
um starvi, var hon ongantíð
í iva um, at hetta júst var
nakað, sum hon kundi hugs
að sær.
Tað kennist væl at hava
fingið til uppgávu at leiða
Vinnuhúsið inneftir og út
eftir. Í mínum starvi eri eg
komin at kenna vinnuna og
vinnufeløgini rættiliga væl,
og eg veit eisini, hvussu
Vinnuhúsið arbeiðir.
Tað er nevndin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, sum er
arbeiðsgevari hjá Maritu
Rasmussen, og hennara upp
gáva verður í fyrsta lagi at
fremja tað í verki, sum
nevndin setir út í kortið.
Eg vænti, at vit fáa eitt
gott samstarv. Tey kenna
meg, og eg kenni tey. Hetta
verður ein spennandi upp
gáva, og eg gleði meg til
nýggju avbjóðingina.
Marita heldur nógv um
tað arbeiði, sum Jan Morten
sen hevur gjørt fyri Vinnu
húsið og tey feløg, sum
standa aftanfyri.
Eg haldi, at Jan hevur
verið óførur sum ímyndin
av Vinnuhúsinum. Hann
hevur staðið á odda fyri at
bygt hetta konseptið upp.
Vit hava arbeitt ógvuliga
væl saman, og eg eri fegin
um hesa tíðina, vit hava
samstarvað.
Marita sigur, at hon hevði
ikki væntað, at Jan fór at
gevast í Vinnuhúsinum nú,
men tá ið tú hevur verið í
einum slíkum starvi í 10 ár,
so kunnu vit heldur ikki
siga, at tað er púrasta óvænt
að.
Visti av ongum
– Men eg visti av ongum og
hevði ongan varhuga av, at
stjórin hjá okkum var á veg
í annað leiðarastarv, sigur
Marita Rasmussen, sum nú
skal lyfta arvin eftir Jan
Mortensen frá 1. januar
2008 at rokna.
Í Vinnuhúsinum arbeiða
fimm fólk í løtuni, og ein
av fyrstu uppgávunum hjá
nýggja stjóranum verður at
finna okkurt fólk aftrat,
sum hevur ein førleika, ið
gevur Vinnuhúsinum neyð
ugu breiddina til at røkja
sínar uppgávur.
Marita leiða føroyskt vinnulív
1800 og Grønkál átti
bestu T-troyggjuna
Saman við Photocare hevur Sosialurin havt kapping, har tað ráddi um at
finna besta slogan’ið at prenta á Tshirts. Kappingin er nú liðug, og bestu
troyggjurnar eru eisini kosnar. Besta hugskotið átti Bjarni Beder, og fær
hann eitt digitalt Hitachi DVDupptøkutól. Næst besta hugskoti átti
Marin Gregersen, og vinnur hon framkalling av 1.000 myndum
umfmramt eitt album. Og triðja besta hugskotið áttu Ari, Daniel og
Synnøva, sum fáa 5 Ttroyggjur við sínum uppskoti á.
Hugskotini, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og
trý í kappingini
Troyggjan hjá Bjarna Beder, ið vann fyrstu virðisløn
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er arbeiðsgevari hjá Maritu Rasmussen, og hennara
uppgáva verður í fyrsta lagi at fremja tað í verki, sum nevndin setir út í kortið. - Tey kenna meg,
og eg kenni tey. Hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg til nýggju avbjóðingina,
sigur hon