hósdagur 6. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 237 - 6. desember 2007
Tað nyttar einki
at koma við
burturforkláringum.
Vit eru ikki betri,
enn kanningin vísir,
og tað mugu vit
bara góðtaka, sigur
Magnus Tausen,
formaður í Føroya
Lærarafelag
PISAKANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Úrslitið av nógv umrøddu
PISA-kanningini kom ikki
óvart á Magnus Tausen, for-
mann í Føroya Lærarafelag.
Hetta var nakað, hann hevði
væntað.
- Ja, tað hevði eg væntað.
Eg hevði roknað við at
úrslitið gjørdist stórt sæð
tað sama, kanska eitt lítið
sindur frægari, og tað vísir
seg eisini at vera har á leið,
sigur Magnus Tausen.
Men hvussu ber tað so til,
at formaðurin í Lærarafel-
agnum hevði roknað við
hesum?
- Eg helt alla tíðina, at
kanningin seinast var rætti-
liga eftirfarandi, og hendan
kanningin er gjørd, áðrenn
hitt fyrra úrslitið kom fram,
so vit hava ikki havt møgu-
leikar at rætta upp á nakað
sum helst, vísir Magnus
Tausen á.
Hann heldur, at næming-
arnir er líka skelkaðir sum
øll onnur, og tað metir hann
vera ein bati í sjálvum sær,
tí næmingarnir nú hava
funnið út av, hvussu nógv
verður gjørt burturúr.
Men samstundis heldur
Magnus Tausen, at vit eru
ikki betri enn kanningin
vísir, og tað mugu vit bara
síggja í eyguni.
- Vit kunnu sjálvandi
koma við øllum møguligum
sjófrágreiðingum og burtur-
forkláringum, men tað verð-
ur bara til tað: Burturfor-
kláringar. Nú er bara hjá
okkum øllum, sum varða av
skúlanum, at siga, at hetta
er støðan. Møguliga verður
úrslitið næstu ferð eitt
sindur betri, tí nú vita vit,
hvat tað snýr seg um, og tí
taka vit tað kanska meiri
álvarsamt, men vit toga
okkum ikki upp har, sum
vit fegin vilja verða, sigur
Magnus Tausen.
Darla aftaná
Spurdur, um føroysku lærar-
arnir ikki eru nóg góðir,
sigur Magnus Tausen, at
tað haltar álvarsliga við
eftirútbúgvingini.
- Sjálvur tók eg lærara-
útbúgving fyri tíggju árum
síðani, og skúlin er broyttur
ótrúliga nógv bara hesi
árini, eg havi verið lærari.
Eg havi ikki fingið nøktandi
eftirútbúgving, so tú kanst
bara ímynda tær tey, sum
hava verið lærarar í 30-40
ár, sigur Magnus Tausen.
Hann heldur tað beinleiðis
átti at verið eitt krav, at lær-
arar verða eftirútbúnir reglu-
liga. Tað átti at verið eitt
krav fyri at kunna vera ein
dugnaligur lærari. Og øll
vita, at tað haltar á hesum
økinum, lærarar eru ikki á
hædd við restina av samfel-
agnum, kanska serliga á
KT-økinum.
- Her eru vit langt aftan-
fyri. Tí vit skulu minnast
til, at tað eru ikki bara
teldur, tað snýr seg um. Tað
eru eisini neyðugu føroysku
forritini og ikki minst, at
lærararnir hava neyðuga
førleikan at nýta teldur og
forrit í undirvísingini. Tí er
tað nakað, næmingarnir
hava áhuga í, so er tað KT,
sigur Magnus Tausen.
Hann sigur, at tað altíð er
ein spurningur um pengar,
men ikki bara tað, tí um vit
sammeta okkum við OECD,
so kostar hvør føroyskur
næmingur minst tað, sum
ein næmingur í OECD kost-
ar í meðal.
- Men vit eru soleiðis fyri
geografiskt, at tað er neyð-
ugt við smáum skúlum, og
tað sigur seg sjálvt, at teir
verða dýrari at reka enn um
vit høvdu størri eindir. Og
tað er ein spurningur, sum
vit mugu tora at taka upp til
kjak, sigur Magnus Tausen.
Fokus á tað
grundleggjandi
Næmingarnir broyta seg og
fylgja við tíðini, ikki minst
tá tað snýr seg um KT, har
menningin gongur við rúk-
andi ferð. Landsstýrismað-
urin hevur ført fram, at til-
tøk eru sett í verk síðan
seinast, men er tað nóg
mikið, tað er spurningurin.
- Tað er rætt, at vit hava
sett nógv tiltøk í verk síðani
seinast, men nú snýr tað
seg um tað meiri grund-
leggjandi. Skal skúlin út til
kommunurnar
ella
skal
hann ikki. Skulu børn í
skúla fyrri ella skulu tey
ikki. Skal læraraútbúgvingin
á eitt akademiskt stig ella
skal hon ikki. Tað er meiri
tað, sum tað snýr seg um
nú, sigur Magnus Tausen.
Men hvørjar vónir hevur
formaðurin í lærarafelagn-
um so til úrslitið næstu
ferð.
- Eg vænti, at úrslitið
verður heldur frægari. Nú
vita vit, hvat hetta snýr seg
um.
Næmingarnir
hava
sjálvir sagt, at um teir
høvdu vita, hvussu nógv
bleiv gjørt burtur úr, høvdu
teir tikið alt í størri álvara,
men vit toga okkum ikki
tey hundrað stigini upp,
sum vit gjarna vilja, sigur
Magnus Tausen.
Hann heldur tað verða
neyðugt, at land og komm-
unur nú ganga saman. Tað
kann ikki nýtast sum undan-
førsla, um skúlin er lands-
ella kommunumál og at
summir skúlar eru so vána-
ligir, at verulig undirvísing
ikki kann fara fram.
- Førleikin hjá okkum lær-
arum má setast í miðdepilin.
Er tað neyðugt við einari
fimm ára master útbúgving
fyri at verða lærari yvirhøv-
ur, so sum vit skjóta upp,
ja, so er at taka tað stigið og
fáa okkum gomlu lærarar
inn undir nýggju skipanina.
Tað eru tey heilt stóru og
grundleggjandi tingini, vit
skulu tosa um, og ikki, um
tað skal ein tími meiri til
her ella har. Tað er grund-
leggjandi bygnaðurin at
skúlanum vit mugu fáa eitt
kjak um, segði Magnus Tau-
sen, formaður í Føroya Lær-
arafelag við Rás2.
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag
Demokratia heldur fram
Á tingfundinum 20. nov. samtykti løgtingið uppskot frá
Tjóðveldinum um at Demokratia skal halda fram við
virksemi sínum, eisini í 2008. Hetta var samtykt við stórum
meiriluta og vóru tingfólk á einum máli um at arbeiði
nevndin hevði gjørt, var eitt arbeiði sum øll høvdu fult álit á,
og at hetta arbeiði var hegnisliga greitt úr hondum. Løgtingið
ynskir at landsstýrismaðurin í javnstøðumálum skal biðja
fíggjarnevndina eisini at taka játtan til Demokratiu við í
fíggjarlógaruppskotið fyri 2008. Í viðmerkingunum til
uppskotið verður mælt til at avsettar vera 500.000 kr. til
arbeiðið í komandi árið.
Ungdómssjóleikarskeið í Nólsoy
Í januar skipa Ung í MáF fyri skeiði í kropsrørslu á palli við Jamie Boylan, dansara
úr Manchester. Talan er um eina workshop, sum fer at snúgva seg um hvørji
rørslueyðkenni vit seta í samband við tey ávísu djórini, og hvussu hesar rørslur
kunnu verða grundarlagið hjá einum sjónleikara at skapa kropslig persónseyðkenni í
onkrum leikluti. Jamie dansaði í operuni “Í Óðamansgarði” í 2006, og í 2007
undirvísti hann í dansi á “Ungum í Føroyum” og helt tá eisini eitt lítið skeið fyri
Ung í MáF. Skeiðið verður í døgunum 18. – 20. januar og er ætlað øllum sjón-
leikaráhugaðum millum 14 og 30 ár. Meira fæst at vita um skeiðið á heimasíðuni
hjá MáF.
Tað er ikki heilt
óvanligt, at hemari
bítir á, men tað er
vanliga í tí endanum,
har kjafturin er
HEMARAVEIÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein sjómaður kann koma út
fyri so mangt. Og fáir munnu
teir sjógarpar vera, sum ikki
vita okkurt forkunnugt at
siga frá á sjónum.
Herfyri var Agnar Nielsen
í Vestmanna úti fyri nøkrum
heldur óvanligum, tá hann
fiskaði hemara.
Tað var ikki so løgið, at
tað beit á hjá honum, men
tað púra óvanliga var, at
hemarin »beit á« í skeivum
enda. Hann hevði nevniliga
vavt húk og teym um stertin
og var blivin fastur.
Øll, sum hava verið á
seiðabergi og pilka, og hava
krøkt ein seið nærhendis
stertinum,
vita,
hvussu
nógv ein so lítil fiskur setir
á. So vit kunnu bara ímynda
okkum, hvussu nstríggið
tað man vera, at fáa ein 450
punds hemara inn, sum er
krøktur á henda hátt.
Tað tók eisini Agnari hálv-
anannan tíma at fáa fiskin
innanborða. Tá hevði hann
verið tríggjar ferðir á borði,
fyri síðani at renna út við all-
ari 250 metra longu línuni.
Tað var seinasta fríggja-
dag, at Agnar fekk hendan
hemaran, sum vigaði 446
pund og var 240 sentimetrar
langur.
Bitið á skeivan enda
Sum sæst hevur hemarin bitið á í skeivum enda
Síggja veruleika í eyguni