hósdagur 6. desember 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 6. desember 2007
rómverjum – upp gjøgnum
Evropa heilt út til evropeisku
vesturstrendurnar. Teir høvdu
við sær ein ómetaliga stóran
mentanarligan dýrgrip av tón
leiki, heimspeki, vísind, søgum
og øðrum, ið teir hava sátt inn í
mentaninar, ið teir komu fram á á
ferðini. Og hesin ávøksturin
kann so síggjast aftur ymsa
staðni, um ein bert tímir at leita.
Loreena um andaligan tørv
Ert tú ein religiøsur persónur?
Eg fór seint í song í gjár, og
kom ikki upp fyri enn klokkan
gott tíggju í morgun, sum er stór
skomm í mínari verð. Men eg fór
so út at ganga mær ein túr, og tá
eg hoyrdi kirkjuklokkurnar
ringja, hugsaði eg , at eg skuldi
fara í kirkju. Eg plagi at fara í
kirkju av og á, og eg royni altíð
at fara til allar tær religiøsu
seremoniirnar og messurnar, sum
eg komi fram á, tá eg ferðist.
Eg havi stóra virðing fyri
øllum heimsins religiónum og
religiónshugtakinum í heila tikið,
og tí er spiritualitetur og tað anda
liga ein stórur partur av tónleik
inum hjá mær. Eg haldi, at vit
menniskju hava ein frumbornan
tørv á at vera andaliga gáin og
hugfangaði, men sum øldirnar og
túsundárini eru runnin er
religiónin vorðin ein
síðuúrdráttur av hesum andaliga
frumtørvinum. Religiónirnar eru
í flestum førum eisini vorðnar
politiskt sporaðar, og í so máta er
tað ikki heilt rætt at siga, at eg
eri ein serstakliga religiøsur
persónur, men eg havi í øllum
førum ein stóran áhuga og eina
stóra virðing fyri hesum andaliga
tørvinum, ið vit øll hava.
Hvør er drívmegin hjá tær sum
listafólk, sum hevur gjørt, at tú
hevur fingist við hetta øll hesi
mongu árini?
– Eg spyrji ofta meg sjálvan
handan sama spurningin, tí tá eg
vaks upp ætlaði eg mær so
avgjørt at gerast djóralækni. Eg
droymdi ongantíð um at gerast
songkvinna, og eg hevði als
ongan hug at gerast kend – og
tað havi eg heldur ikki havt síð
ani. Tað, at ein hevur eitt kent
andlit, er heilt einfalt nakað, ið er
komið av sær sjálvum, meðan eg
havi roynt at givið fólki mín tón
leik.
Eg havi altíð elskað tónleik, og
eg havi altíð verið innblandað í
tónleikin, men mentalt havi eg so
at siga altíð havt eina armslongd
av frástøðu frá míni tónleika
karrieru, tí eg upprunaliga ongan
tíð ætlaði at gerast kend í einum
slíkum samanhangi.
Tá eg vakni um morgunin,
hugsi eg ikki, at eg havi eitt stórt
navn sum so – eg eri sjálvandi
takksom fyri, at eg eri komin so
langt – men eg hugsi heldur um,
hvussu eg fái brúkt tær gávur eg
havi til at hjálpa so nógvum fólki
sum gjørligt. Eg haldi, at eg eri
heppin at vera so væl stødd at
hava so nógvar resursur av øllum
møguligum slagi at geva av, og at
eg kann vera hjálpsom sam
stundis sum at halda áfram við at
víðka mín egna andaliga sjónar
ring og mína egnu persónligu
sjálvmenning.
Eg kundi eins væl sungið um
okkurt heilt annað – hattar ella
stólar t.d., men eg havi so rætti
liga tíðliga í mínum lívi gjørt eitt
óætlað val at nýta søguna hjá
keltunum og tann keltiska tón
leikin sum miðil fyri tí eg havi at
bera fram. Men hóast hetta, havi
eg ongantíð latið meg avmarka
ella stýrt av hesum valinum eg
havi gjørt, tí tann keltiska sjangr
an ella tann keltiski vegurin
greinar seg út í so mong evni og
temu, ið fanga mín áhuga, at eg
altíð fari at hava eitt hav av møgu
leikum á míni ferð. Men har
afturat skal so sigast, at hóast eg
havi valt keltisku ferðina, vil eg
vil ikki fráræna mær sjálvum
møguleikan til at gerast hugtikin
av heilt øðrum tingum, alt frá
griskari mytologi til klassiskan
skaldskap í bundnum og óbund
num máli – tí sum kinverski
heimspekingurin, Lao Tzu segði:
”Ein sannur ferðandi hevur onga
ferðaætlan, og hann hevur ikki
komuna í huga.”
Sufistarnir høvdu eitt hugtak
um at ”pussa sín sálarspegil”, og
her haldi eg, at mín rødd verður
tann pussandi ímyndin, sum er
amboðið, ið hjálpir einum at
úttrykkja tað, ið er mær ógvuliga
íborið og grundleggjandi, og eg
haldi, at júst hetta er ein partur
av styrkini í tí, sum eg geri. Tú
roynir ikki at hava nakrar
forðingar ella nøkur mørk. Tú
letur hurðarnar upp á víðan vegg
og gevur soleiðis sálini frítt at
fara.
Loreena um Føroyar
So eg skal skilja tað, sum at tað
ikki bert er geografiska spennið
á keltisku útflytanarleiðini, ið er
eitt áhugavert ferðamál hjá tær?
– kundi tú hugsað tær at komið
til Føroya?
– Nei, slett ikki. At ferðast
hevur alt at siga fyri meg, og eg
eri sjálvandi áhugað í øllum
heimsins mentanum, men har eru
tó heimspartar, ið eg ikki havi
givið mær so góðar stundir til
enn, sum India, Mið og Suður
afrika og Suðuramerika, men tað
er sjálvandi vónleyst at seta sær
fyri at granska í øllum heimsins
mentanum, tí tað nær ein jú
ongantíð. Men har eru jú so
mong spennandi ljóðføri, ið ein
kemur fram á, sum ein kundi
hugsað sær at vovið inn í tón
leikin. Til dømis ætlaði eg at
hava eina sokallaða ”mongolska
rossahøvdafiól” við á seinastu
útgávuni, An Ancient Muse, tí eg
bleiv heilt forelskað, tá eg hoyrdi
ein gamlan mann spæla á hetta
undurfulla ljóðførið, tá eg var í
Mongoliu herfyri, men hetta
fingu vit tíverri ikki tíð til at gera
til tá samanumkom.
Eg kundi so væl hugsað mær
at komið til Føroya at vitja og at
uppliva fólkið, sum búleikast har.
Tað at møta fólkunum er ofta
meginparturin av njótilsinum á
eini konsertferð. Vit í bólkinum
hava akkurát tosað um hatta, tí at
ofta er tað soleiðis, at tá vit eru á
konsertferð hava vit sjáldan tíð
til at hyggja okkum um og at
Loreena McKennitt og Jóannes
Lamhauge í Rás 2
Í Rás 2 hjá Miðlavarpinum mánadagin 10. des. kl.11.00 ber til at hoyra
tónleik hjá Loreenu McKennitt, umframt brot úr samrøðuni við hana.
Heri Simonsen tosar við Jóannes Lamhauge, sum var til konsert við
kanadisku songkvinnuni í Keypmannhavn fyrr í ár. Nú ber eisini til at
keypa tónleikin hjá Loreenu McKennitt í teimum størru
fløguhandlunum í Føroyum.
Loreena, Eivør, Lena og Guðrun hava allar sungið í Falkoner sentrinum.
- Eg síggi fram til at syngja í Føroyum sigur Loreena McKennitt, sum her er
avmyndað við síðuna av plakat av føroyskum songkvinnunum
tíðindi 29
Framhald á næstu síðu