hósdagur 6. desember 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 6. desember 2007
hitta fólkið, men vit fara at royna
at fáa okkum eitt sindur av frítíð
til at hyggja okkum um, har vit
eru.
Men um eg einaferð komi til
Føroya eri eg vís í, at eg fari at
taka okkurt heim við mær aftur.
Eg skilji, at tann føroyski
upprunatónleikurin ikki hevur
instrumentir, ið eg kann taka við
mær, annað enn rødd og rútmu.
Men eg eri vís í, at kvæðaløgini
tú tosar um eru áhugaverd og
vøkur. Eg síggi Føroyar sum eina
nýggja spennandi óopnaða hurð
á míni ferð, og kanska er tað
eisini ein av teimum heilt
týdningarmiklu, hvør veit. Eg
veit ikki so nógv um Føroyar
enn, men tað, sum tú fortelur
mær ljóðar sera spennandi.
Latið ikki føroyska
dansin doyggja út!
Tað er ein ófyrigevilig synd at
lata ein aldargamlan mentanararv
forfarast, og serstakliga, um hann
er so einastandandi og sermerkt
ur sum tann føroyski, men so
leiðis er gongdin ofta, tá gomul
ættarlið verða avloyst av nýggj
um. Gamlir siðir verða antin
latnir í nýggjan ham, ella tveittir
burtur, tí teir vera hildnir at vera
avoldaðir, og hetta seinna vísir
seg tíverri alt ov ofta at vera
lættara loysnin.
Men tað er í grundini løgið, tí
eg veit, at í Onglandi hava gamlir
mentanarsiðir og gamal tónleikur
ofta ringt við at verða varðveittir,
ímeðan írar hálova teirri serírsku
mentanini sum ongantíð fyrr. Har
er sjálv mentanin ein vøra, sum
beinleiðis verður útflutt. Allur
heimurin syngur írskar drykkju
vísur, og allir heimsins stórbýir
hava írskar pubbar. Tað er áhuga
vert at síggja, hvussu summi
lond varðveita ein mentanararv,
ímeðan onnur bara lata hann
doyggja. Ofta sær tað út til, at
tað er ein mentanarlig undirluta
kensla, ið ger seg galdandi í eini
alheimsgerð, har ein dag og
dagliga sær so nógv fremmant
mentanartilfar. Globali tónleika
ídnaðurin hevur jú skapt eina
kommersiella strada av lokkandi
jetsetmentan, ið nýggju ættar
liðini eyðvitað halda vera tann
einasta mentanin, ið er nakað
verd, og at alt annað tískil má
vera útgingið og avlagt.
Eitt nú tykist tað næstan sum
um, at tann lokali tónleikurin má
vera ein partur av tí livandi
vevnaðinum í eini mentan, um
hann skal hava nakra vón um at
verða varðveittur.
Hørpuríma og The
Bonny Swans
Vit tosa eitt sindur aftur og fram
um Føroyar, mentanarvirði og
alheimsgerð, og eg greiði henni
frá, at hon hevur góðar orsøkir til
at seta granskingarluppin á Før
oyar og Norðurlond, tí vit her
norðuri eru ikki heilt óviðkom
andi tá talan er um keltisk eyð
kenni í ævintýrum, vísum, kvæð
um og sagnum. Og onkustaðni er
líkleikin enntá ræðandi stórur.
Eitt av kendastu løgunum hjá
Loreenu er “The Bonnie Swans”
av útgávuni The Mask and the
mirror frá 1994. Lagið er ein
stytt tulking av einum aldar
gomlum fápli, ið Loreena kom
fram á, tá hon granskaði tey
gitnu einhyrningamyndateppini
(the unicorn tapestries), ið eru
vovin meisataraverk úr miðaldar
bretlandi, har kristinsøgan er
samanbregdað við eldri heidnari
ikonografi og myndamáli. Her er
ein ørgrynna av gátuførdum
søgum og myndaevnum, millum
aðrar henda undranarverda og
ikki sørt myrka søgan um tríggjar
systrar, har ein av teimum eldru
druknar ta yngstu í øvund.
Henda yngsta systurin verður so
umskapað til ein svana, sum í
vesturevropeiskari miðaldar
mentan ímyndar deyðan. Líkið
av gentuni verður síðani gjørt til
eina hørpu, sum í elligomlum
keltiskum myndamáli ímyndar
sálina og hitt æviga lívið hjá
sálini. Í søguni kemur harpan
síðani fram fyri faðirin, har hon
við tónum sínum avdúkar morð
ið, ið er framt.
Í Føroyum og í fleiri av hinum
Norðanlondunum hava vit Hørpu
rímu (eisini stavað Harpuríma),
sum er eitt stutt kvæði við
ókendum uppruna. Hørpuríma
snýr seg eisini um eina eldri
systur, sum í øvundsjúku letur ta
yngru drukna. Tveir vallarar
finna líkið av gentuni og gera
eina hørpu úr tí. Teir fara so
beint í brúðarhúsið hjá teirri
eldru systrini, har hørpan eisini
avdúkar alla illgerðina.
Loreena tykist at vera sera hug
tikin av hesi óvæntaðu saman
renning, og sigur, at hon ætlar
sær avgjørt at kanna hetta nærri.
Við mær havi eg fingið ymiskt
tilfar um Føroyar at geva henni,
saman við nøkrum útvaldum
føroyskum fløgum, ið hon takkar
so miriliga fyri. Eg havi eisini
tikið eitt heimskort við mær, men
tíverri eru Føroyar ikki við á
hesum kortinum, so eg verði
noyddur at tekna ein lítlan
svartan prikk á næsta ferðamálið
hjá Loreenu McKennitt.
Eg síggi, at klokkan er nú
vorðin meira enn vit høvdu
ætlað, og um Loreena skal fáa
sín vanliga rennitúr áðrenn
konsertina, verði eg noyddur til
at sleppa henni nú.
Eg takki henni fyri prátið og
vóni at eg ikki havi overvað hana
við reypi og stórtosi um eitt land,
sum nóg illa sleppur við á heims
kortið.
(Lesið eisini ummælið av konsert
við Lereenu McKennitt í
Sosialinum mánadaagin.)
Útgávur hjá Loreenu
McKennitt:
Elemental (Quinlan Road, 1985)
To Drive the Cold Winter Away (Quinlan Road, 1987)
Parallel Dreams (Quinlan Road, 1989)
The Visit (Quinlan Road, 1991)
The Mask and the Mirror (Quinlan Road, 1994)
A Winter Garden: Five Songs for the Season (Quinlan Road, 1995)
The Book of Secrets (Quinlan Road, 1997)
Live in Paris and Toronto (Quinlan Road, 1999)
An Ancient Muse (Quinlan Road, 2006)
Nights from the Alhambra (Quinlan Road, 2006)
Kring allan heimin eru tilsamans eru seld yvir 13 milliónir eintøk av
sjey studioútgávum, tveimum liveupptøkum og eini live dvd.
Heiðursbrøv og Virðislønir:
Juno Award, Best Roots/Traditional Album 1992, fyri The Visit
Juno Award, Best Roots/Traditional Album 1994, fyri The Mask and the
Mirror
Billboard International Achievement Award 1997
Headline performer fyri HH Drotning Elizabeth II og Philipi Prinsi, The
Golden Jubilee Celebrations, Manitoba, 2002
Heiðursdoktari í bókmentum, Wilfried Laurier University, 2002
Order of Manitoba, 2003
Limur of the Order of Canada, 2004
Heiðursdoktari í løgfrøði, University of Manitoba, 2005
Kanadiskur Sendiharri, Hans Christian Andersen Bicentennary, 2005
Heiðursdoktari í løgfrøði, Queens University, 2005
Loreena McKennitt er enn ókend í Føroyum. Føroyski listarmaðurin
Jóannes Lamhauge vónar, at hann við prátinum í dag og einum
konsertummæli í Sosialinum komandi mánadag umframt eini
sending í Rás 2 mánadagin kl. 11 kann vera við til at fanga áhugan
hjá føroyingum fyri hesi sjáldsomu songkvinnuni við tí serstaka írska
ljóðinum.
Loreena McKennitt: – Írar hálova
teirri serírsku mentantini sum
ongantíð fyrr. Har er sjálv mentanin
ein vøra, sum verður útflutt.
Allur heimurin syngur írskar
drykkjuvísir Áhugavert er at síggja,
hvussu summi lond varðveita ein
mentanarv, meðan onnur bara lata
hann doyggja
Loreena gav sær góðar stundir at tosa við umboð fyri Sosialin, ið góvu henni
hópin av føroyskum fløgum og eisini hesa bókina um Føroyar, sum hon tók
við sær heim til Kanada
tíðindi
30